52-081/2019
Viðvíkjandi bíðitíðum í psykiatriini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
081.19 Svar fra K.L.H.Johannesen til J. Joensen - vidv. biditidum i psykiatriini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. mai 2020 HMR J. nr. 20/00465-5 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 81/2019 eftir § 52a í tingskipanini viðvíkjandi bíðitíðum í psykiatriini frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu er aktuella støðan viðvíkjandi bíðitíðum í psykiatriini? 2. Hvussu er aktuella støðan viðvíkjandi bíðitíðum til útgreinan fyri ADHD og autismu? 3. Kunnu vit vænta, at serligu umstøðurnar í.s.v. Koronusmittuna ávirka bíðitíðirnar í psykitatriini? 4. Og um so er, hvussu nógv kunnu fólk vænta, at bíðitíðirnar verða longdar? Svar: Til spurning 1, 2, 3 og 4 Løgtingsmaðurin nágreinar í viðmerkingunum, at talan er um bíðitíðirnar hjá børnum, sum skulu útgreinast fyri serligar avbjóðingar so sum ADHD og ella autismu. Tað er við støði í hesum, at svarað verður. Samanumtikið hevur hetta tíðarskeiðið við koronu ávirkað og seinkað møguleikarnar at koma til útgreiningar, og tí eru bíðitíðirnar nakað longri í dag enn áðrenn Grækarismessu. Tað hevur ávirkan á bíðitíðina, um talan ávikavist er um planlagt virksemi, ella í hvønn mun talan er um bráðfeingis støður. Tílíkar avgerðir byggja altíð á eina læknafakliga meting. Í løtuni er vanliga planlagda bíðitíðin at koma til útgreiningar fyri ADHD og autismu umleið 4-5 mánaðir. Tað merkir, at bíðitíðin er longd 1-2 mánaðir hetta tíðarskeiðið, meðan avmarkingar hava verið í teimum ambulantu viðgerðunum orsakað av koronastøðuni. Landssjúkrahúsið hevur upplýst fyri Heilsumálaráðnum, at Barna- og ungdómspsykiatriin fekk sjáldsama nógvar ávísingar í februar og mars 2020, sum eisini ávirkaði bíðitíðina, men henda gongd hasaði av, tá koronasmittan fór at gera um seg, og avmarkingar vóru gjørdar í teimum ambulantu viðgerðunum. -- 1 of 2 -- Barna- og ungdómspsykiatriin arbeiðir sjálvsagt við at minka um bíðitíðina mest møguligt og skjótast gjørligt, men tað er sera torført at meta um, hvussu tað fer at gangast við at minka aftur um bíðitíðina fyri tær viðgerðir, sum ikki eru bráðfeingis. Hetta er tengt at, hvussu gongdin verður við ávísingum til Barna- og ungdómspsykiatriina, nú gerandisdagurin aftur verður meira vanligur í kommunulæknaviðtaluni og á Sernámi. Samgongan hevur sum flestum kunnugt sett sær sum mál at fáa viðgerðartrygd sett í verk í sjúkrahúsverkinum. Fyri jól handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu farast kann fram í arbeiðinum at skipa viðgerðartrygd í Føroyum. Hetta arbeiðið er eisini nakað seinkað av koronastøðuni, men verður tikið uppaftur. Talan er um eitt arbeiði, sum landsstýrismaðurin raðfestur høgt. Heilsumálaráðið, 20. mai 2020 Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
081.19 Spurningur til K.L.H.Johannesen fra J. Joensen - vidv. biditidum i psykiatriini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 81/2019 Jóhannis Joensen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur viðvíkjandi bíðitíðum í psykiatriini, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er aktuella støðan viðvíkjandi bíðitíðum í psykiatriini? 2. Hvussu er aktuella støðan viðvíkjandi bíðitíðum til útgreinan fyri ADHD og autismu? 3. Kunnu vit vænta, at serligu umstøðurnar í.s.v. Koronusmittuna ávirka bíðitíðirnar í psykitatriini? 4. Og um so er, hvussu nógv kunnu fólk vænta, at bíðitíðirnar verða longdar? Viðmerkingar: Við Koronusmittuni varð gerandisdagurin hjá flestu okkara kollveltur. Hetta hevur ávirkað stórar partar av samfelagnum, og nógv okkara liva í óvissu um framtíðina. Bæði í heilsu- og almannaverkinum hava vit seinastu árini havt avbjóðingar við longum bíðilistum. Nú henda serliga støðan er íkomin, eru tað fleiri, sum stúra fyri, at bíðitíðirnar gerast enn longri. Hetta er til dømis galdandi fyri foreldur at børnum, sum skulu útgreinast fyri serligar avbjóðar so sum ADHD og/ella autismu. Ynskiligt er, at landsstýrismaðurin greiðir frá, hvussu serliga støðan ávirkar hesi viðurskifti. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 7. mai 2020 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --