← Løgtingsmál

52-080/2019

Flyting av barnadeildini á Landssjúkrahúsinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
080.19 Svar fra K.L.H.Johannesen til S. Stenberg - flytan av barnadeildinin a Landssjukrahusinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 20. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 20. mai 2020
HMR J. nr. 20/00464-7
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 80/2019 eftir § 52a í tingskipanini um flyting av Barnadeildini frá Sirið
Stenberg, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða innløgd saman við
vaksnum?
2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta, og í
samsvari við sáttmálan um barnarættindini?
3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina?
4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður flutt?
5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður, sum eru á
Barnadeildini?
6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánaðirnar, at seingjatalið er minkað
so nógv?
7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d í feriutíð?
8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av pædiatriini. Hvat
merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd?
Svar:
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða innløgd
saman við vaksnum?
Yvirskipað skipar leiðslan í sjúkrahúsverkinum virksemið, herundir hvussu seingjatilfeingið verður
nýtt mest skynsamt. Í hesari truplu støðu við koronafarsóttini hevur tørvur verið á, at kunna
umskipa seg skjótt við tí seingjatilfeingið, sum er tøkt, samstundis sum annað virksemið í
sjúkrahúsinum kemur í gongd aftur. Hetta verður sjálvsagt gjørt við virðing fyri tí virksemi, sum
verður ávirkað av hesum. Arbeitt verður samstundis við at finna meira varandi loysnir.
Landsstýrismaðurin hevur álit á, at leiðslan er før fyri at fremja tílíkar umskipanir í samráð og
samstarvi við avvarðandi leiðslu og starvsfólk.

-- 1 of 4 --

Tað er umráðandi at gera greitt, at flytingin ikki hevur við sær, at børn verða innløgd saman við
vaksnum sjúklingum. Hurð er sett ímillum seingjadeildina á barnadeildini og medisinsku
seingjardeildina, sum skilur hæddina B7 í tvey. Soleiðis er talan um tvær atskildar deildir, har
hvørki starvsfólk ella sjúklingar koma saman.
2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta, og
í samsvari við sáttmálan um barnarættindini?
Ítøkiliga snýr málið seg um avgerðina hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum um at flyta
seingjadeildina á barnadeildini upp á B7 fyribils í sambandi við, at serstaka koronadeildin verður
tillagað og flutt. Ambulanta virksemið á barnadeildini verður framvegis á B5. Avtalað er, at
barnadeildin verður savnað aftur á B5 í seinasta lagi 1. september 2020.
Í mars varð serstaka koronadeildin skipað á Landssjúkrahúsinum í sambandi við
koronatilbúgvingina, sum Sjúkrahúsverkið tá setti í verk. Hetta hevði við sær, at talið av
medisinskum seingjarplássum lækkaði við 15 plássum. Tørvur hevur alla tíð verið á hesum
seingjarplássum, tí talið av akuttum medisinskum sjúklingum hevur verið sum vant. Høvuðsorsøkin
til nevndu innanhýsis flytingar á Landssjúkrahúsinum, hevur sostatt verið at fáa til vega fleiri
medisinsk seingjarpláss.
Tað hevur havt stóran týdning í fyrireikingini, at tænastan so vítt gjørligt varðveitti sama støði, sum
undan flytingini. Eisini hevur sjúkrahúsleiðslan samskift við deildarleiðsluna á barnadeildini, sum
eru deildarleiðarin, varaleiðarin og allar barnalæknararnar. Hesi hava váttað, at tað fakliga er í lagi
at flyta barnadeildina fyribils.
3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina?
Sum nevnt omanfyri, so hevur sjúkrahúsleiðslan samskift við deildarleiðsluna á barnadeildini, sum
eru deildarleiðarin, varaleiðarin og allar barnalæknararnar, og fríggjadagin 1. mai varð kunngjørt
innanhýsis, at flytingin fór at fáa virkna frá mánadegnum 4. mai. Men eftir mótmæli frá
starvsfólkunum á barnadeildini varð ætlaða broytingin í fyrstu syftu útsett, og stundir vórðu settar
av til at kunna starvsfólkini betri og svara teimum ivaspurningum, ið ætlaðu broytingarnar høvdu
við sær.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum viðgongur, at tey vóru ov brá, tá ein loysn varð meldað út. Fundir
vóru tí hildnir við øll starvsfólkini við tí endamáli, at leggja flytingina til rættis saman við
starvsfólkunum, soleiðis at trygdin og fakligheitin var í lagi. Samstundis verða broytingarnar
fylgdar tætt og í tøttum samskifti við leiðslu og starvsfólk, og tikið verður hond um tær avbjóðingar,
sum møguliga stinga seg upp.

-- 2 of 4 --

4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður
flutt?
Talan er ikki um somu hølir, sum starvsfólkini og børnini eru von við. Hóast hetta, er tað gjørt nógv
burturúr, at virksemið kann halda fram so óbroytt sum gjørligt, og øll neyðug útgerð er flutt við.
Á barnadeildini á B5 er innrættingin serliga barnavinarlig við millum annað spælistovu. Nógv av tí,
sum hugnar um, og gjørdi B5 barnavinarliga, er tikið upp á B7, nú seingjadeildin er flutt – eitt nú
myndir og prýði. Í gongini eru barnaborð og stólar, meðan bamsur, dinosaurar og aðrar leikur
standa í vindeygunum og aðrastaðni. Børnini hava eisini eitt breitt úrval av leikum, borðspølum og
teknibókum við litblýantum at stytta sær stundir við. Spælistovan, sum er á B5 hevur verið stongd,
síðani koronasmittan fór at gera um seg, so hon hevði ikki verið tøk kortini.
Tað er umráðandi at undirstrika, at tey dugnaligu starvsfólk á barnadeildini framvegis eru tey somu,
og tey gera sjálvandi alt fyri, at børnini og foreldur teirra kenna seg trygg og í góðum hondum,
meðan tey eru innløgd.
5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður, sum
eru á Barnadeildini?
Sambært sjúkrahúsleiðsluni er tað okkurt, sum ikki ber til at flyta. Á B5 eru eitt nú serligar
umstøður at brúsa børnum, sum bera fjølbrek. Tílíkar umstøður eru ikki á B7, men í fall eitt barn
við fjølbreki verður innlagt, ber til at skipa soleiðis fyri, at barnið verður vaskað í seingini.
6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánaðirnar, at seingjar-
talið er minka so nógv?
Væntandi fær tað ikki stórvegis ávirkan. Tá seingjadeildin var á B5 vóru 7 seingjarpláss, nú eru 4
við møguleika fyri at fáa til vega tvey aftrat – sostatt 6 seingjarpláss. Síðani koronasmittan fór at
gera um seg, hava sera fá børn verið innløgd á barnadeildini og í løtuni er bert eitt barn innlagt.
Starvsfólkini eru dugnalig og duga væl at loysa avbjóðingarnar, tá tær koma. Tað hava eisini verið
støður, tá 7 seingjarpláss ikki vóru nóg mikið, og tá hava starvsfólkini eisini loyst tað.
7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d. í feriutíð?
Ongar ætlanir eru um tað. Støðan við koronasmittu er heilt serstøk, og kann ikki samanberast við
t.d. eina summarfrítíð.

-- 3 of 4 --

8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av pædiatriini.
Hvat merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd?
Sjúkrahúsleiðslan hevur boðað Heilsumálaráðnum frá, at hon ikki er kunnug við, at
sjúkrarøktarfrøðingarnir hava frásagt sær fakligu ábyrgdina av deildini, men leiðslan er takksom
fyri teirra samstarvsvilja í hesum trupla máli.
Heilsumálaráðið, 20. mai 2020
Kaj Leo Johannesen
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
080.19 Spurningur til K.L.H.Johannesen fra S. Stenberg - flytan av barnadeildinin a Landssjukrahusinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 80/2019
Sirið Stenberg
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um flyting av Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, settur
landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða
innløgd saman við vaksnum ?
2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta,
og í samsvari við sáttmálan um barnarættindini ?
3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina ?
4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður
flutt ?
5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður,
sum eru á Barnadeildini ?
6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánðirnar, at
seingjatalið er minka so nógv ?
7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d í
feriutíð ?
8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av
pædiatriini. Hvat merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd ?
Viðmerkingar:
Tað hevur verið alment frammi, at Barnadeildin verður flutt inn á aðra deild, har vaksnir
sjúklingar liggja, og at deildin minkar niður í tvær seingjastovur. Ætlanin er ásett at
vara í fleiri mánaðir. Í roynd og veru merkir hetta, at vit onga Barnadeild hava.
Tað hevur verið hildið sera fast í, at børn og vaksin ikki eiga at vera innløgd saman, og
at rætturin hjá børnum til serstakar deildir er eyðsýndur. Millum annað hetta var
grundarlagið undir at gera serstaka barnapsykiatriska dagdeild. Barnaumboðsmaðurin
átalaði eisini ónøktandi viðurskiftini tá. Tí kann tað undra stórliga, at hendan broyting
nú verður framd.
Støðan við Koronu er serstøk og krevur nógv. Ongin ivi um tað. Men er tað rætt at ofra
Barnadeildina, og er onki alternativ til ætlanina er viðkomandi at spyrja.
Vit vita øll, at virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv skert vegna
Koronu. Nú virksemið letur uppaftur, eru uttan iva mangir bíðilistar at fáa avgreiddir.
Spurningurin er tí eisini, hvussu bíðilistin hjá børnum kann minkast niður aftur, tá ið
seingjaplássini eru so skerd.
Tað er upplýst, at sjúkrarøktarfrøðingar á Barnadeildini als ikki taka undir við ætlanini,
og at sjúkrarøktarfrøðingar frásiga sær fakliga ábyrgd. Tí skapar verandi støða stóran
ótryggleika.

-- 1 of 2 --

Tað er ikki óhugsandi, at tørvur kann vera á at innleggja børn við Koronu. Tí er eisini
neyðugt at fáa greiðu á hvat hendir, um so er, og eisini at fáa greiðu á, hvussu tann
støðan ávirkar samlaðu tænasturnar til børnini.
Á Løgtingi, 7. mai 2020
Sirið Stenberg

-- 2 of 2 --