← Løgtingsmál

52-079/2019

Um ráðvørugóðsku

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
079.19 Svar fra H. Abrahamsen til J. Joensen - um ravorugodsku.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
§ 52a-fyrispurning nr. 79/2019 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rávørugóðsku
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu góðskan er á fiski, sum kemur um føroyskan
kaikant, samanborið við grannalond okkara t.d. Ísland?
2. Hvat heldur landsstýrismaðurin skal til fyri at betra um rávørugóðskuna?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk, sum eggja fiskiskipum at gera styttri
túrar og útróðrarbátum at blóðga fiskin og brúka ís/ísvatn, og soleiðis koma til lands við
feskari fiski?
4. Eru ætlanir at gera skipanir, sum gera tað lættari at skilja útróðrarfiskin?
Svar:
Til nr. 1:
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit við, at fiskur og annar matur, sum verður virkaður í
Føroyum, er egnaður til matna. Endamálið er at ansa eftir, at fólk ikki gerast sjúk av mati, og tí
fevnir eftirlit bara um at tryggja, at tað, sum verður framleitt til matna, ikki er heilsuskaðiligt at eta.
Øll matvøruframleiðsla skal sum meginregla løggildast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og
starvsstovan hevur regluligt eftirlit við framleiðsluni. Góðskueftirlit er ikki partur av uppgávuni hjá
starvsstovuni, og tí kannar starvsstovan sum so ikki góðskuna á vøruni. Góðskumetingin er hjá
landingarmiðstøðunum. Starvsstovan hevur kortini staðfest í sambandi við ráfiskakanningar og
heilsufrøðiligt eftirlit, at hagreiðingin og tískil eisini rávørugóðskan ikki eru góð og í summum
førum beinleiðis vánalig.
Í sambandi við spurningin eru serliga kunngerð um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og
fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum og kunngerð um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og
fiskavørum á landi.
Hesi kunngerðakrøv skulu tryggja, at fiskurin varðveitir heilsufrøðiligu og sansabæru góðskuna í so
stóran mun sum gjørligt og so leingi sum gjørlig. Ásetingar eru um dálkingarverju, vandaliga
handfaring og goymslu, blóðging, kryvjing, vasking og køling. Tað er tann, sum hevur ábyrgdina av
løggildingini av fiskifarinum, sum skal syrgja fyri, at fiskurin verður hagreiddur sum fyriskrivað.
Góðskutrupulleikarnir á fiski standast serliga av blóðgingini, aldrinum á fiskinum, hvussu fiskurin
er ísaður og skiltur, nøgdin av fiski í hvørjum kassa, innrættingin umborð og handfaringin á landi –
fiskurin er kroystur, blóð er í vevnaðinum, fiskurin er ikki rætt kruvdur og ikki allur innvølur er
tikin úr fiskinum. Hetta eru alt lýti, um gera heilsufrøðiligu og sansabæru góðskuna munandi verri,
og sum at enda elva til stórt fíggjarligt tap fyri skip, manning, virki og landið sum heild.

-- 1 of 2 --

2 / 2
Kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini, vísa, at góðskan á føroyskum ráfiski er versnað, og at t.d.
íslendskur saltfiskur er batnaður.
Til nr. 2-4:
Heilsufrøðiliga starvsstovan ásetur krøvini til rávørugóðskuna í eini vegleiðing, og mett verður í
útgangsstøði, at hetta er rætta loysnin, tí sum er, er tað ikki uppgávan hjá starvsstovuni at tryggja
goða rávørugóðsku.
Tað er vinnan sjálv, sum hevur ábyrgdina av góðskuni. Vanligar marknaðarkreftir avgera
góðskustøðið á endaliga produktinum. Framleiðslan og hagreiðingin av fiski fer tí í veruleikanum
fram sambært tí, ið keyparar krevja. Um keyparar virðismettu hægri góðsku og vóru sinnaðir at
gjalda meir fyri hágóðskufisk, áttu fiskifør at havt insitament til at skipa mannagongdir, ið tryggja
høga góðsku. Kortini er altíð talan um eina javnvág millum hægri framleiðsluprís og betri søluprís.
Tað hoyrist tí, at tað loysir seg ikki hjá skipum at gera íløgur í t.d. blóðgikør umborð á skipum, tí
tað fæst kortini ikki betri prísur fyri fiskin. Onnur dømi eru tó um, at skip, sum hava gjørt íløgur í
útgerð, og sum hava góðan fisk, sleppa skjótt av við fiskin, og eisini eru dømi um samstarv millum
landingarmiðstøðir og útróðrarbátar, har góðskan er góð. Avbjóðing er, at hini skipini, ið ikki
hágóðska fiskin, eisini sleppa av við sín fisk fyri sama prís, tí virkini mangla fisk. Tá trot er á
rávøru, og generella prísstøði á fiski hækkar, lækkar prísfyrimunurin við at framleiða
hágóðskurávøru.
Spurningurin um at hækka góðskuna av føroyska fiskatilfeinginum er afturvendandi.
Nevndu kanning staðfesta, at góðskan ikki er farin upp. Tað er ilt at siga, um hetta er tí at vinnan
ikki megnar at lyfta góðskuna einsamøll, ella um tað er orsakað av einum marknaðarbreki, har
hágóðska ikki fær prísfyrimun. Tað kann eisini vera, at tað snøgt sagt ikki loysir seg at framleiða
hágóðsku til ein marknað, sum ikki vil gjalda fyri góðskuna. Úrslitið kann tó vera, at ov lítið fæst
fyri okkara fiskatilfeingi.
Tað má vera eitt aðalmál hjá eini fiskivinnutjóð at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi, sum hon hevur.
Í útgangsstøði eigur vinnan sjálv at finna eina loysn á hesum máli. Men av tí at fiskivinna er vinna,
ið fær tillutað veiðirættindi frá tí almenna, kann tað vera viðkomandi at fara undir at kanna, um
hesin parturin av vinnuni skal skipast øðrvísi, so tilfeingið verður gagnnýtt til fulnar og fyri at fáa
sum mest fyri fiskin.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 19. mai 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
079.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra J. Joensen - um ravorugodsku.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 79/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um rávørugóðsku, settur landstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum
Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu góðskan er á fiski, sum kemur um føroyskan
kaikant, samanborið við grannalond okkara t.d. Ísland?
2. Hvat heldur landsstýrismaðurin skal til fyri at betra um rávørugóðskuna?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk, sum eggja fiskiskipum at gera styttri
túrar og útróðrarbátum at blóðga fiskin og brúka ís/ísvatn, og soleiðis koma til lands við
feskari fiski?
4. Eru ætlanir at gera skipanir, sum gera tað lættari at skilja útróðarafiskin?
Viðmerkingar:
Í Dimmalætting 28. februar staðfestir stjórin á Nevinum í Runavík, at vit í Føroyum eru á einum nógv
lægri støði enn til dømis Ísland, tá tað kemur til góðsku á landaðum fiski. Hann vísir á, at í Íslandi
hevur fleiri dagar gamal fiskur einki virði, og at hetta hevur við sær, at bæði íslendsk og føroysk skip,
sum landa í Íslandi, ikki koma inn við fiski, sum er eldri enn fimm dagar. Fiskurin, sum fer um
føroyskan kaikant, er ofta nógv eldri, tí at føroysku fiskiskipini gera longri túrar, tá teir landa í
Føroyum. Umframt longu túrarnar vísir stjórin á Nevinum eisini á, at tað er stórur munur ímillum
ymisku skipini/bátarnar alt eftir, um veiddi fiskurin er væl ella illa hagreiddur. Harafturat stúrir hann
fyri, at føroyskir ráfiskakeyparar ikki fáa atgongd til ráfiskin. Í hesum sambandi vísir hann á, at tað
støðugt verður torførari hjá óheftum virkjum, sum ikki eiga skip, at fáa hendur á rávøruni. Og hann
ger somuleiðis vart við, at tað, at tað verður tosað um at lata upp fyri landingum uttanlands, er ein
hóttan móti føroysku framleiðslufyritøkunum. Spyrjarin heldur, at tað er neyðugt at fáa hesi
viðurskifti útgreinað nærri, og at fáa innlit í, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum
viðvíkjandi. Eisini ynskir spyrjarin at fáa útgreinað nærri, hvat landstýrismaðurin ætlar at gera við
hagreiðingina av útróðarfiski.
Tann 5. mars 2020 setti spyrjarin ein grein 52a spurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í
fiskivinnumálum (nr. 63/2019). Tann 17. mars 2020 svaraði landsstýrismaðurin soleiðis til omanfyri
settu spurningar:
”Spurningarnir 1-3 snúgva seg um góðsku á fiski. Viðurskifti viðvíkjandi góðsku á fiski eru fevnd av
matvørulóggávuni (løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m.) og kunngerð nr. 161 frá
18. desember 1995 um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av
fiskiførum.
Nevnda lóg og kunngerð eru undir málsræði hjá landsstýrismanninum í umhvørvis-og vinnumálum.
Spurningar um góðsku á fiski eiga tí at verða settir landsstýrismanninum í umhvørvis-og
vinnumálum.”
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 6. mai 2020
Jóhannis Joensen

-- 2 of 2 --