52-078/2019
Viðvíkajandi bústøðum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
078.19 Svar fra E.M. Gunnleygsdottur til A.V. Johannesen - vidv. bustodum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 18. mai 2020 Mál: 20/00456-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: Jákup Andrias Kristiansen Nr. 78/2019 Svar uppá fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um Bústaðir, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a.) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at lata Bústaðir fara undir fleiri bústaðaverkætlanir, og um so er, hvussu nógvar bústaðir er ætlanin at byggja í hesum valskeiðnum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at krevja, at Bústaðir virka á vinnuligum grundarlag, sum arbeiðsbólkurin mælti til? Viðmerkingar: Seinasta valskeið vórðu á leið hálvttriðhundrað leigubústaðir útvegaðir við Bústøðum, og svarar hetta til meira enn ein bústað um vikuna farna valskeið. Undanfarna samgonga hevði ætlanir um at lata Bústaðir útvega enn fleiri bústaðir, og við bústaðapakkanum skuldu Bústaðir fáa heimild til at læna 250 mió. kr. afturat. Men táverandi andstøða forðaði fyri uppskotinum. Nú nýggj samgonga er komin til, løgdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi uppskotið um bústaðir fram aftur. Men nýggja samgongan feldi tað. Landsstýrismaðurin við bústaðamálum førdi í hesum sambandi fram, at hon vildi hava ein arbeiðsbólk at viðgera málið. Fyrst í mars mánaði handaði arbeiðsbólkurin frágreiðingina, har tað m.a. varð mælt til at lata Bústaðir virka á vinnuligum grundarlag. Arbeiðsbólkurin vísti á, at hetta fer at hava við sær, at leiguprísurin hækkar. Sambært Bústøðum er fermetraprísurin á einum leigubústaði hjá Bústøðum meira enn helvtina av prísinum hjá privatari fyritøku, sum rekur vinnuligt virksemi við leigubústøðum. Hetta málið skuldi viðgerast politiskt, vóru boðini frá landsstýrismanninum tá. Nú tveir mánaðir eru farnir, er framvegis einki at frætta viðvíkjandi politisku ætlanunum á bústaðaøkinum. Tað eru fólk, sum hava trupult við at fóta sær á verandi bústaðamarknaði, og sum tí mangla hóskandi tak yvir høvdið fyri ein rímiligan prís. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 6. maj 2020 Aksel V. Johannesen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Svar: Til nr. 1 Tann 6. mars 2020 fekk eg handað eina frágreiðing við møguligum bústaðapolitiskum átøkum, men orsakað av støðuni við COVID-19 er frágreiðingin ikki vorðin liðugt viðgjørd í landsstýrinum. Í løtuni fái eg tí ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvussu nógvar nýggjar bústaðaverkætlanir Bústaðir fer undir í hesum valskeiðinum. Til nr. 2 Sum kunnugt vórðu fleiri møguleikar umrøddir í frágreiðingini. Nevnast kann, at ein av møguleikunum snúði seg um at býta Bústaðir sundur í ein meira avkastgevandi part og ein minni avkastgevandi part, meðan ein annar møguleiki snúði seg um at geva Bústøðum fíggjarligt rásarúm til at halda fram eftir verandi leisti. Ikki fyrr enn frágreiðingin er liðugt viðgjørd í landsstýrinum, fái eg sagt nakað ítøkiligt um bústaðapolitisku ætlanirnar hjá landsstýrinum. Tórshavn, 18. mai 2020 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
078.19 Spurningur til E.M. Gunnleygsdottur fra A.V. Johannesen - vidv. bustodum (1).pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 78/2019 Aksel V. Johannesen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur viðvíkjandi bústøðum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at lata Bústaðir fara undir fleiri bústaðaverkætlanir, og um so er, hvussu nógvar bústaðir er ætlanin at byggja í hesum valskeiðnum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at krevja, at Bústaðir virka á vinnuligum grundarlag, sum arbeiðsbólkurin mælti til? Viðmerkingar: Seinasta valskeið vórðu á leið hálvttriðhundrað leigubústaðir útvegaðir við Bústøðum, og svarar hetta til meira enn ein bústað um vikuna farna valskeið. Undanfarna samgonga hevði ætlanir um at lata Bústaðir útvega enn fleiri bústaðir, og við bústaðapakkanum skuldu Bústaðir fáa heimild til at læna 250 mió. kr. afturat. Men táverandi andstøða forðaði fyri uppskotinum. Nú nýggj samgonga er komin til, løgdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi uppskotið um bústaðir fram aftur. Men nýggja samgongan feldi tað. Landsstýrismaðurin við bústaðamálum førdi í hesum sambandi fram, at hon vildi hava ein arbeiðsbólk at viðgera málið. Fyrst í mars mánaði handaði arbeiðsbólkurin frágreiðingina, har tað m.a. varð mælt til at lata Bústaðir virka á vinnuligum grundarlag. Arbeiðsbólkurin vísti á, at hetta fer at hava við sær, at leiguprísurin hækkar. Sambært Bústøðum er fermetraprísurin á einum leigubústaði hjá Bústøðum meira enn helvtina av prísinum hjá privatari fyritøku, sum rekur vinnuligt virksemi við leigubústøðum. Hetta málið skuldi viðgerast politiskt, vóru boðini frá landsstýrismanninum tá. Nú tveir mánaðir eru farnir, er framvegis einki at frætta viðvíkjandi politisku ætlanunum á bústaðaøkinum. Tað eru fólk, sum hava trupult við at fóta sær á verandi bústaðamarknaði, og sum tí mangla hóskandi tak yvir høvdið fyri ein rímiligan prís. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 6. mai 2020 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --