← Løgtingsmál

52-077/2019

COVID-19 hjálparpakkarnir

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Málið fall burtur · Svarfreist 9. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjal (1)
077.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Palsdottir - covid19 hjalparpakkarnar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Hervør Pálsdóttir Nr. 77/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um COVID-19 hjálparpakkarnar, settur landsstýrismanninum í vinnu- og
umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Kunnu fyritøkur, ið fáa, hava fingið ella kunnu fáa hjálp frá hjálparpakkunum í samband við
COVID-19 siga starvsfólk síni upp í sama tíðarskeiði, sum tey fáa almenna hjálp?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at fyritøkur siga starvsfólk upp samstundis sum tær
fáa ella kunnu fáa almennan stuðul?
Viðmerkingar:
Heilsukreppan í samband við COVID-19 hevur rakt heimin hart, eisini her í Føroyum.
Hjálparpakkar eru gjørdir fyri at hjálpa arbeiðarum og vinnulívinum. Nú frættist, at starvsfólk eru
uppsøgd, hóast hjálparpakkar eru gjørdir at hjálpa fyritøkum. Við uppsøgn verða starvsfólkini
somuleiðis eisini koyrd úr serligu koronuskipanini í ALS. Hesin fyrispurningur verður settur fyri at
kanna, um tað er í lagi at uppsiga starvsfólk, hóast man sum fyritøka hevur rætt til hjálp úr
hjálparpakkanum, og hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til tað.
Á Løgtingi, 27. apríl 2020
Hervør Pálsdóttir

-- 1 of 1 --