← Løgtingsmál

52-076/2019

Um at lata samfelagið upp á tryggum grundarlagi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
076.19 Svar fra K.L.H.Johannesen til K. Hafoss - at lata samfelagid upp a tryggum grundarlagi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 7. mai 2020
HMR J. nr. 20/00423-4
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning nr. 76/2019 eftir § 52a í tingskipanini um at lata samfelagið upp á tryggum
grundarlagið frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hví hava føroyskir myndugleikar ikki sett sum mál at fáa so nógv fólk í Føroyum sum møguligt
kannað fyri COVID-19 koronavirus?
2. Tá vit kunnu kanna 600 um dagin - og um vit gagnnýttu okkara kanningarútgerð í Føroyum til
fulnar - hvussu skjótt høvdu vit kunnað kannað øll fólk í Føroyum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði styrkt møguleikan at tálma COVID-19 koronavirusinum,
um allir føroyingar fingu bjóðað at verða kannað fyri COVID-19? Um ja, hví verður hetta ikki
framt?
4. Metir landsstýrismaðurin, at tað hevði styrkt møguleikan fyri gransking og nýggjari vitan í
Føroyum um COVID-19 koronavirusið, um vit fingu kannað so stóran part av fólkinum í
Føroyum sum møguligt? Um ja, hví verður hetta ikki framt?
5. Ætlar landsstýrið at tryggja við lóg, at øll, ið koma til Føroyar úr útlondum, skulu í 14 dagar
sóttarhald, og/ella at tey skulu COVID-19 kannast, t.d. tá tey koma til landið, eftir 1 viku og eftir
2 vikur? Um ikki, hví?
6. Um vit hava møguleikan at fremja fleiri kanningar og ikki brúka hesar umstøður, ætlar
landsstýrismaðurin at bjóða øðrum grannatjóðum at senda kanningar til Føroya at verða
greinaðar?
Svar:
Til spurning 1
Føroysku heilsumyndugleikarnir hava frá byrjan valt eina tilgongd, sum tekur støði í at kanna øll, har
minsti illgruni er um COVID-19, eisini tey, sum hava mild sjúkueyðkenni, og síðani eftirfylgjandi at
tryggja eina effektiva smittuuppsporan og avbyrging av positivt testaðum og møguliga smittaðum.
Hendan tilgongdin hevur higartil virkað sera væl.
Avgerðin um at raðfesta COVID-19 kanningarnar til tey, sum vísa sjúkueyðkenni, heldur enn ókritiskt
at kanna øll, er tikin við tveimum atlitum:

-- 1 of 3 --

 Longu áðrenn farsóttin byrjaði í Føroyum, gjørdust mestsum allar veitingar av tilfari uttaneftir
óvissar – bæði tá talan var um verndarútgerð og tilfar til kanningar fyri COVID-19.
 Metingin var, og er framvegis, at sannlíkindini fyri at finna smittaði við at kanna fólk við
ongum sjúkueyðkennum, er sera lítil.
Til spurning 2 og 3
Kanningin fyri COVID-19 staðfestir bert, um viðkomandi kanningardagin hevur so stóra mongd av
virus í sær, at tað kann síggjast á testini. Ein, ið er kannaður negativur, kann væl gerast positivur dagin
eftir, um viðkomandi hevði byrjandi smittu í sær kanningardagin. Sostatt er ein negativ viruskanning
ikki nøkur trygd fyri, at viðkomandi ikki kann vera smittaður.
Sjálvt um heilsuverkið gagnnýttu alla kanningarorkuna til breitt at kanna fólk, sum ikki hava
sjúkueyðkenni, hevði tað tikið út við tríggjar mánaðir at kannað øll fólk í Føroyum einaferð.
Til spurning 4
Einstakar granskingarverkætlanir eru longu settar í verk fyri at royna at fáa lýst talið av ókendum
smittaðum - sokallaðu ”myrkatølini” í Føroyum. Úrslitini higartil geva ikki ábendingar um, at tað í
núverandi støðu er stórvegis nyttuvirði granskingarliga í at kanna øll fólk í Føroyum. Hinvegin eru
nógvir aðrir áhugaverdir granskingarmøguleikar í samband við COVID-19 innan eitt nú
epidemiologi, infektiónsmedisin og ílegur í Føroyum.
Til spurning 5
Í verandi støðu hevur landsstýrið valt eina skipan, sum byggir á álit og ábyrgd hjá einstaka
borgaranum heldur enn tvingsil. Tað verður framvegis staðiliga mælt til, at ferðandi til Føroya fara í
heimauppihald í 14 dagar. Samstundis eru mannagongdirnar broyttar í sambandi við
heimauppihaldið, har eitt sóttarhaldstoymi tvær ferðir setir seg í samband við tann, sum er komin til
landið – og har persónurin eisini fær ein kontaktpersón í toyminum, meðan hann er í heimauppihaldi.
Landsstýrið hevur havt ætlan um at seta eina skipan í verk, har fólk verða kannað fyri COVID-19, tá
ið tey koma til landið. Heilsufakliga hevur tað verið frámælt at gera tílíkar kanningar, tí tær, sum áður
nevnt, geva eina falska trygd og eina løtumynd. Er kanningarúrslitið negativt, kann ikki útihýsast, at
viðkomandi er smittaður kortini, samstundis sum tann negativa kanningin kann hava tað við sær, at
viðkomandi ikki tekur tilmælini um sóttarhald í nóg stórum álvara. Tí verður mett tryggast at halda
fast í tilmælinum um, at øll fara í heimauppihald í 14 dagar. Landsstýrið hevur higartil valt at fylgja
heilsufakligu ráðgevingini í hesum spurningi.
Um tað gerst neyðugt, er landsstýrið sinnað til at útvega sær heimild til at seta reglur um tvungið
heimauppihald í verk.
Til spurning 6
Sum tað hevur verið alment frammi, er ein fyrispurningur komin til Heilsufrøðiliga Starvsstovuna um
hjálp til COVID-19 kanningar í Hebridinum. Starvsstovan hevur alment boðað frá, at hon er opin fyri
at hjálpa skotsku oyggjunum, men sambært starvsstovuni verður tað væntandi ikki við at greina
kanningar hjá teimum í Føroyum, tí hetta verður ikki mett sum ein skilagóð og nøktandi loysn, men
í staðin við at hjálpa teimum við at seta upp ein kanningarhátt hjá teimum sjálvum.

-- 2 of 3 --

Sum skilst kemur tað eisini at ganga ov long tíð til, at eitt kanningarúrslit er klárt, um grannatjóðir
senda kanningar til Føroya at verða greinaðar, og tí verður tað ikki mett sum ein nøktandi loysn. Tískil
tykist tað ikki at geva nakra meining at tosa um at veita avlopskanningar til grannalondini. Talan er
eisini í síni heild um eina sera lítla nøgd, samanborið við tørvin og kanningartølini í grannlondunum.
Heilsumálaráðið, 7. mai 2020
Kaj Leo Johannesen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
076.19 Spurningur til K. L. H. Johannesen fra K. Hafoss - at lata samfelagi upp a tryggum grundarlagi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 27. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 76/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um at lata samfelagið upp á tryggum grundarlagi, settur
landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS §
52 a)
1. Hví hava hava føroyskir myndugleikar ikki sett sum mál at fáa so nógv fólk í Føroyum sum
møguligt kannað fyri COVID-19 koronavirus?
2. Tá vit kunnu kanna 600 um dagin - og um vit gagnnýttu okkara kanningarútgerð í Føroyum til
fulnar - hvussu skjótt høvdu vit kunnað kannað øll fólk í Føroyum?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði styrkt møguleikan at tálma COVID-19
koronavirusinum, um allir føroyingar fingu bjóðað at verða kannað fyri COVID-19? Um ja, hví
verður hetta ikki framt?
4. Metir landsstýrismaðurin, at tað hevði styrkt møguleikan fyri gransking og nýggjari vitan í
Føroyum um COVID-19 koronavirusið, um vit fingu kannað so stóran part av fólkinum í
Føroyum sum møguligt? Um ja, hví verður hetta ikki framt?
5. Ætlar landsstýrið at tryggja við lóg, at øll, ið koma til Føroyar úr útlondum, skulu í 14 dagar
sóttarhald, og/ella at tey skulu COVID-19 kannast, t.d. tá tey koma til landið, eftir 1 viku og
eftir 2 vikur? Um ikki, hví?
6. Um vit hava møguleikan at fremja fleiri kanningar og ikki brúka hesar umstøður, ætlar
landsstýrismaðurin at bjóða øðrum grannatjóðum at senda kanningar til Føroya at verða
greinaðar?
Viðmerkingar:
Føroyar hava verið fremsta land í heiminum, tá umræður kanningar av COVID-19 koronavirusi fyri
hvønn íbúgva. Um 12% av fólkinum í Føroyum eru kannað. Men nú eru lutfalsliga fleiri kannað í
Íslandi. Eisini hava fleiri onnur lond sett sær fyri at bjóða alsamt fleiri at verða kannað, tí tey hava
staðfest, at hetta er besti mátin at tálma spjaðingini av virusinum og at venda aftur til ein meira
vanligan gerandisdag sum skjótast.
Í Føroyum hava vit umstøður at kanna umleið 600 fólk dagliga. Hetta merkir, at vit kunnu kanna øll
fólk í Føroyum eftir lutfalsliga stuttari tíð, um vit ynskja hetta. Um vit gagnnýttu hetta, hevði tað
givið føroysku heilsumyndugleikunum eitt óvanliga gott innlit í, hvør smittustøðan er í Føroyum, og
hevði gjørt tað møguligt at staðfest, um tað eru fólk í Føroyum, ið eru smittað. Hetta átti at gjørt tað
lættari at ”latið samfelagið upp” á tryggan hátt.
Seinastu vikurnar eru alsamt færri fólk, ið hava latið seg kannað. Orsøkin er helst, at fráboðað er, at
tú skalt hava eyðkenni fyri at venda tær til lækna. Samstundis staðfestir vitan í og uttanfyri Føroyar,
at nógv eru smittað, uttan at hava eyðkenni. Tað eru uttan iva eisini nógv, ið fegin høvdu ynskt at
fingið kanning framda, um tað var møguligt, uttan at eyðkenni vóru til staðar.
Samstundis sum stórar avmarkingar eru í gerandisdegnum hjá føroyingum, so koma nógv fólk til
Føroya úr útlandinum vikuliga. Heitt verður á hesi um at fara í sóttarhald, men enn er onki
lógarkrav. Ein máti at tálma hesum smittuvanda er at krevja kanningar av fólkum, ið koma til

-- 1 of 2 --

Føroya – bæði tá tey koma, og t.d. eftir 1 og 2 vikur. Samstundis sum tey verða kravd at fara í
sóttarhald. Hetta hevði verið ein máti at tálma smittuvandanum. Og um vit ikki nýta alla okkara
kanningarútgerð, kundu vit hartil bjóðað okkum fram at hjálpt grannatjóðum okkara at gjørt
kanningar fyri tey.
Fyri at fáa lýst støðuna viðvíkjandi COVID-19 kanningum í Føroyum – og fyri at fáa tikið stig til, at
Føroyar verða undangonguland, tá umræður COVID-19 koronaviruskanningar í heiminum - verða
hesir spurningar settir landsstýrismanninum í heilsumálum.
Á Løgtingi, 27. apríl 2020
Kristina Háfoss

-- 2 of 2 --