← Løgtingsmál

52-075/2019

Háskúlar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
075.19 Svar fra J. av Rana til B. Love - Haskular.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 6. mai 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-49
Svar
upp á
fyrispurning nr. 75/2019 um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og
mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a).
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið
kann halda fram eftir støðuna við korona?
2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan
hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni?
3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur.
Svar
Til 1: Landsstýrismaðurin ásannar, at støðan hjá háskúlunum hevur verið trupul í hesum
koronatíðum, tí virksemi í skúlunum er avmarkað. Tað merkir, at skúlarnir ikki fáa tær inntøkur,
sum skulu til at fíggja raksturin.
Leggjast kann afturat, at sama er galdandi fyri húsarhaldsskúlan.
Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur fingið eina statusfrágreiðing frá Undirvísingarstýrinum, sum
hevur um hendi samskiftið við háskúlarnar og húsarhaldsskúlan. Í frágreiðingini er mett, at
háskúlarnir og húsarhaldsskúlin tilsamans hava ein inntøkumiss á áleið 700 tús. kr. orsakað av
støðuni við korona.
Arbeitt verður við at veita skúlunum fíggjarligan stuðul, í tann mun tað verður mett neyðugt.
Væntandi verður hetta sum partur av eini komandi eykajáttan, ið eisini fer at fevna um onnur
ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum.
Til 2: Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurning, verður arbeitt við at finna skúlunum fíggjarligan
styrk.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Leggjast kann afturat, at fyri at hjálpa uppá trupulleikan við likviditetinum hjá skúlunum, er avgerð
tikin um at framskunda útgjaldið av einum parti av rakstrarstuðlinum, um tørvur er á tí. Mett verður
annars leypandi um støðu skúlanna.
Til 3: Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at flestu skúlarnir eru farnir í gongd við at
fyrireika, at virksemið so smátt kann byrja aftur. Men talan er um styttri skeið, og dentur verður
lagdur á at skipa hetta á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.
Tað nógva virksemi og tey stóru skeiðini hjá skúlunum fara tó neyvan í gongd aftur fyrr enn eftir
summarfrítíðina, treytað av støðuni við korona.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
075.19 Spurningur til J. av Rana fra B. Love - Haskular.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 75/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum,
Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann
halda fram eftir støðuna við korona?
2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan
hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni?
3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur.
Viðmerkingar:
Fleiri skúlar eru kring landið, ið koma undir lógina um háskúla. Skúlarnir eru sjálvsognarstovnar,
og tískil hvørki privatar fyritøkur ella beinleiðis almennir skúlar. Sostatt eru hesir skúlar í einari
serstøðu.
Stjórin á Føroya Fólkaháskúla hevur gjørt vart við, at tey missa inntøkur, og at tey ikki vita nær, ella
hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur. Fyri at fáa greiðu á hesum ivamálum verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 24. apríl 2020
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --