← Løgtingsmál

52-074/2019

Ítróttarkappingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
074.19 Svar fra B.S. Nielsen til B. L. Jacobsen - Itrottarkappingar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 74/2019 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann,
frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um ítróttarkappingar
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørji eru almennu tilmælini um, hvørt ítróttarkappingar skulu byrja aftur ella ikki?
2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá
hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um t.d. frástøðu og annað?
3. Heldur løgmaður, at sersambondini sjálvi skulu gera av, um teirra ítróttargrein skal byrja aftur
ella ikki?
Svar
Til 1:
Sambært tilmælunum kunnu ítróttakappingar byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum
og uttan áskoðarar. Coronaráðgevingin er ætlað at leiðbeina, so samfelagið kann lata upp á besta hátt í
mun til smittuspjaðing.
Til 2:
Ítróttargreinar eru ymiskar, sersambondini eru ymisk, feløgini eru ymisk, og umstøðurnar eru ymiskar,
og tí eru fyrilitini, sum skulu havast, eisini ymisk. Yvirskipað eiga vit at virða heilsufaklig tilmæli, og tað
ræður um at taka avgerðir, sum ikki seta lív og heilsu í váða. Samstundis ræður eisini um at tryggja, at
virksemið verður tarnað minst møguligt innan fyri tryggar karmar. Ítróttur hevur stóran týdning fyri
heilsuna hjá fólki og er ein savnandi megi í samfelagnum. Ítróttur er eisini miðvís venjing og kapping,
og tað er týdningarmikið ikki at forða hesum meir enn hægst neyðugt. Tí má vigast fyri og ímóti og
innan fyri skipaðar karmar loyva virkseminum aftur.
Til 3:
Sersambondini kunnu gera av, um tey annaðhvørt vilja byrja aftur ella ikki. Velja tey at byrja aftur, má
tað vera í tøttum samstarvi við Coronaráðgevingina fyri at tryggja ein so góðan framferðarhátt, sum til
ber í mun til smittuvandan. Coronaráðgevingin veitir ráð og vegleiðing til sersambondini, soleiðis at
hesi kunnu taka skynsamar og vælgrundaðar avgerðir í sambandi við tey ítróttarligu tiltøkini, sum tey
varða av.
Í Tinganesi, 7. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

-- 1 of 1 --
074.19 Spurningur til B.S.Nielsen fra B. Love Jacobsen - Itrottarkappingar.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 74/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um ítróttarkappingar, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara
skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Hvørji eru almennu tilmælini um, hvørt ítróttarkappingar skulu byrja aftur ella ikki?
2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá
hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um t.d. frástøðu og annað?
3. Heldur løgmaður, at sersambondini sjálvi skulu gera av, um teirra ítróttargrein skal byrja aftur
ella ikki?
Viðmerkingar:
Nógv ivamál hava tikið seg upp um, hvørt ítróttarkappingar kunnu byrja aftur ella ikki. Tað tykist at
vera upp til sersambondini at gera av. Summi sersambond hava tikið avgerð um at byrja kappingar
aftur, meðan onnur hava avlýst. Heilsumyndugleikar og politiski myndugleikin koma viðhvørt við
ymiskum tilmælum, og tí kann vera trupult at fáa greiðu á, hvørji almennu tilmælini eru.
Á Løgtingi, 24. apríl 2020
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --