52-073/2019
Endurgjald til fyritøkur og feløg
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
073.19 Svar fra H. Abrahamsen til A. V. Johannesen - endurgjaldi til fyritokur og felog.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 6. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 73/2019 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi endurgjaldi til fyritøkur og feløg, settur landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Spurningur 1) Hvussu ber tað til, at vegleiðingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum ísv. endurgjald til fyritøkur, orsakað av korona, sigur, at tað verður ikki latin stuðul minni enn 6.000 kr. um mánaðin, tá Løgtingið samtykti broytingaruppskotið um at strika minstamarkið? 2) Er tað rætt skilt, at landsstýrismaðurin metir, at áhugafeløg við v-tali, sum hava mist ella koma at missa munandi inntøkur, ikki hava rætt til endurgjald eftir hjálparpakka 2? Svar: Til nr. 1 Á heimsíðuni hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum hevur ikki verið vegleiðing um løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19. Á heimsíðuni varð kunnað um innihaldið uppskotinum, sum varð latið Løgtinginum, løgtingsmál nr. 135/2019, m.a. um minstamarkið upp á 6.000 kr. Tað varð sum kunnugt strikað undir viðgerðini í Løtinginginum. Kunningin á heimusíðu Umhvørvis- og vinnumálaráðsins, sum ikki varð rættað samsvarandi beinanvegin, er seinni rættað. , Til nr. 2 Løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19 heimilar landsstýrismanninum at seta nærri reglur um stuðulskipanina. Nærri reglur verða ásettar í kunngerð um stuðulskipanina, sum verður sett í gildi fyrsta dagin. Endamálið við stuðulslógini er m.a. at forða fyri stórum húsagangi í vinnuni við tí avleiðing, at størv í vinnuni í stórum tali hvørva. Eftir kunngerðini verða feløg, grunnar o.a. við almannagagnligum ella góðgerandi endamáli tí ikki fevnd av stuðulsskipanini. Í kunngerðini verður ein fyritøka allýst sum a) Ein likamligur persónur, sum fyri egna rokning rekur vinnuligt virksemi, t.e. sjálvstøðugt vinnurekandi ella einstaklingafyritøka, ella b) ein løgfrøðiligur persónur, undir hesum parta- og smápartafelag, íognarfelag, kommandittfelag, lutafelag, og aðrar fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd ella deild undir útlendskum løgfrøðiligum persóni, sum rekur vinnuligt virksemi í Føroyum. Vinnuligt virksemi verður í kunngerðini allýst soleiðis: Søla av vørum ella immateriellum rættindum, tænastuveitingum o.l., sum fyritøkan vanliga móttekur viðurlag fyri ella sølu ella útleigan av fastogn, og har fyritøkan hevur sum endamál at fremja fíggjarligu áhugamálini hjá eigaranum av fyritøkuni, eigarunum av ella luttakarunum í felagnum ella fíggjarligu áhugamálini hjá grunninum. -- 1 of 2 -- 2 / 2 Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 6. mai 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
073.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra A. V. Johannesen - endurgjaldi til fyritokur og felog.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. apr. 2020
Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 73/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur viðvíkjandi endurgjaldi til fyritøkur og feløg, settur landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvussu ber tað til, at vegleiðingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum ísv. endurgjald til fyritøkur, orsakað av korona, sigur, at tað verður ikki latin stuðul minni enn 6.000 kr. um mánaðin, tá Løgtingið samtykti broytingaruppskotið um at strika minstamarkið? 2. Er tað rætt skilt, at landsstýrismaðurin metir, at áhugafeløg við v-tali, sum hava mist ella koma at missa munandi inntøkur, ikki hava rætt til endurgjald eftir hjálparpakka 2? Viðmerkingar: Hjálparpakki 2 varð samtyktur í Løgtinginum 6. apríl. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vildi áseta eitt minstamark fyri, hvussu høgar tær føstu útreiðslurnar hjá eini fyritøku skuldu vera fyri at fáa endurgjald fyri mistar inntøkur orsakað av korona. Talan var um eitt minstamark á kr. 6000. Fleiri tinglimir, eisini undirritaði, vildu hava hetta markið strikað, so smáar fyritøkur og feløg kring landið eisini verða loftað av hjálparpakkanum. Fleiri áhugafeløg hava lágar inntøkur og lágar útreiðslur, men verða hart rakt nú, tá ið inntøkurnar eru mistar, men útreiðslurnar framvegis skulu rindast. Ikki minst fyritøkurnar og feløgini úti um landið, har føstu útreiðslurnar eitt nú til hølisleigu eru munandi lægri enn í høvuðsstaðarøkinum. Harafturat tykist tað ógreitt í lógini, hvussu ein fyritøka verður allýst, um talan bara er um vinnuligar fyritøkur ella um áhugafeløg, sum hava eitt v-tal, eisini eru fevnd av hjálparpakkanum. Tað er undrunarvert, at vegleiðingin hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum sigur, at fyritøkur og feløg í minsta lagi skulu hava kr. 6000 í útreiðslum fyri at fáa endurgjald, tá Løgtingið hevur samtykt at strika markið. Tí mugu vit fáa greiðu á, um talan er um ein feil, ella um landsstýrismaðurin hevur valt at hyggja burtur frá tí, sum Løgtingið hevur samtykt. Á Løgtingi, 24. apríl 2020 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --