52-072/2019
Føroyska Talgilda Samleikan, netbankan og danska NemID
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
072.19 Svar fra J. Niclasen til K. Hafoss - foroyska Talgilda Samleikan netbankan og danska NemID.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 5. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 5. mai 2020 J. nr.: 20/00201 Svar uppá spurning nr. 72/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um føroyska Talgilda Samleikan, netbankan og danska NemID. Spurningurin er soljóðandi: 1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rætt at seta krav um at skula útvega sær danska NemID fyri at kunna nýta netbanka og lønarportal í Føroyum? 2. Hví verður krav um hetta sett fram júst nú? 3. Metir landsstýrismaðurin, at tað verður ein vansi fyri gagnnýstlu og útbreiðslu av føroyska Talgilda Samleikanum, um fólk í Føroyum fyrst skulu skifta til danska NemID, fyri síðan at flyta til ein føroyskan Talgildan Samleika eftir fáum mánaðum? 4. Heldur landsstýrismaðurin, at rættast hevði verið, at føroysku peningastovnarnir varðveittu frælsi hjá føroyingum at velja innritingarloysn, til nýggi føroyski Talgildi Samleikin kann nýtast til netbankan v.m.? 5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at fáa semju við føroysku peningastovnarnar um at sleppa kravinum um, at fólk í Føroyum skulu nýta danska NemID? Svar til spurning 1 Tað er óheppið fyri Talgildu Føroyar, at avtøkan av Cryptomatic (gomlu innritanini) kemur næstan samstundis, sum fari verður undir at íverkseta føroysku loysnina kallað Samleikin. Hetta merkir, at nakrir brúkarir verða noyddir at skifta millum tvær loysnir við stuttum millumbilum. Samleikin skuldi takast í nýtslu 29. mai, men vegna COVID19 farsóttini verður hetta helst í august/septembur. Farið verður ístaðin at taka samleikan í brúk fyri útvaldar brúkarar í juni og juli mánaða. Tað var annars í mars mánaða í 2015, at undirritaði og landsstýrismaðurin í vinnumálum gjørdu avtalu við peningastovnarnar um at sleppa kravinum at brúka NEMID og at føroyingar framhaldandi kundu brúka Cryptomatic (gomul innritan) og at peningastovnarnir fóru at taka lut í at menna Talgildu Føroyar. Svar til spurning 2 Sambært almennu frágreiðingini frá peningastovnunum er orsøkin, at trygdin ikki er nóg góð. -- 1 of 2 -- FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Svar til spurning 3 Peningastovnarnir hava upplýst, at meginparturin av føroyingum brúka NemID. Avbjóðingin er sostatt, at nøkur mugu skifta tvær ferðir innan rímiliga stutta tíð – umleið 1 ár. Tað hevði sjálvandi verið lættari fyri Talgildu Føroyar, um hesi sluppu undan at skifta tvær ferðir. Svar til spurning 4 Peningastovnarnir meta, sambært almennari fráboðan, at innritanin er ótrygg. Svar til spurning 5 Tað er landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum, sum umsitur Peningastovnsmál. Eg umsiti Talgildu Føroyar. Tinganes, 05. mai 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
072.19 Spurningur til J. Niclasen fra K. Hafoss - foroyska Talgilda Samleikan netbankan og danska NemID.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 22. apr. 2020
Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 72/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um føroyska Talgilda Samleikan, netbankan og danska NemID, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a). 1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rætt at seta krav um at skula útvega sær danska NemID fyri at kunna nýta netbanka og lønarportal í Føroyum? 2. Hví verður krav um hetta sett fram júst nú? 3. Metir landsstýrismaðurin, at tað verður ein vansi fyri gagnnýstlu og útbreiðslu av føroyska Talgilda Samleikanum, um fólk í Føroyum fyrst skulu skifta til danska NemID, fyri síðan at flyta til ein føroyskan Talgildan Samleika eftir fáum mánaðum? 4. Heldur landsstýrismaðurin, at rættast hevði verið, at føroysku peningastovnarnir varðveittu frælsi hjá føroyingum at velja innritingarloysn, til nýggi føroyski Talgildi Samleikin kann nýtast til netbankan v.m.? 5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til at fáa semju við føroysku peningastovnarnar um at sleppa kravinum um, at fólk í Føroyum skulu nýta danska NemID? Viðmerkingar Nýggi, føroyski Talgildi Samleikin er nú nær - og verður hesin eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroyingar. Talgildi Samleikin skal gera gerandisdagin lættari hjá fólki í Føroyum, og fer m.a. at kunna nýtast til at avgreiða eina røð av almennum og privatum tænastum, og fer eisini at kunna nýtast til netbankan um stutta tíð. Harvið sleppa fólk í Føroyum undan at hava fleiri lyklar og samleikar, men kunnu nýta tann eina Talgilda Samleikan til at avgreiða flest allar talgildar tænastur. Talgildu Føroyar hava fráboðað, at nýggi føroyski Talgildi Samleikin eftir ætlan verður tikin í nýtslu fyri summarfrítíðina í ár. Verkætlanin við Talgilda Samleikanum byrjaði av álvara í 2016, og verður endaliga úrslitið eitt úrslit av stórum arbeiði frá nógvum síðum – har eisini peningastovnarnir hava luttikið. Men júst nú vit eru so nær at fáa føroyska Talgilda Samleikan tiknan í nýtslu, hevur Felagið Føroyskir Peningastovnar alment fráboðað, at fólk í Føroyum, ið ynskja at hava atgongd til netbanka og lønarportal eftir 29. mai 2020, skulu nýta danska NemID. Hetta merkir, at fólk, ið ynskja at kunna nýta netbankan ella lønarportalin í Føroyum, fyrst skulu flyta yvir á NemID í mai- juni, fyri síðan aftur at taka støðu til, um flytast skal yvir á Talgilda Samleikan seinni í ár. Tá er sannlíkt, at færri velja at flyta einaferð enn. Hetta er ikki til fyrimuns fyri fólk í Føroyum og heldur ikki fyri gagnnýtsluna av føroyska Talgilda Samleikanum. Landsstýrið og peningastovnarnir áttu heldur at gjørt semju um, at krav ikki verður sett til føroyingar um at flyta yvir á danska NemID, men heldur at nýta tíð og orku til at fáa føroyska Talgilda Samleikan í nýtslu til netbankan og aðrar tænastur í Føroyum sum skjótast. Hetta er og verður til fyrimuns fyri allar partar. Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 21. apríl 2020 Kristina Háfoss -- 2 of 2 --