52-071/2019
Fyribyrgjan av, at koronasmitta kemur inn í landið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
071.19 Svar fra B.S. Nielsen til S. Stenberg - fyribyrgjan av at koronasmitta kemur inn i landid.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 1. mai 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 1 --
071.19 Spurningur til B.S.Nielsen fra S. Stenberg - fyribyrgjan av at koronasmitta kemur inn i landid.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. apr. 2020
Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg Nr. 71/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um fyribyrgjan av, at koronasmitta kemur inn í landið, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Er ætlanin at kanna fólk fyri koronusmittu, tá ið tey koma til Føroyar ? 2. Hvussu ætlar landsstýrið annars at fyribyrgja, at smitta kemur inn í landið ? Viðmerkingar: Tað hevur á mangan hátt gingið væl at basa koronusmittuni í Føroyum. Nógv eru kannað, og nógv hava sitið í sóttarhaldi. Hetta hevur gjørt tað møguligt at fylgja smittuketunum og at fyribyrgja at smittan spjæðist víðari. Í løtuni er ein stórur ótti fyri, at smitta verður innflutt til landið umvegis flogvøllin ella skipaferðslu. Samfelagið er við at lata uppaftur, og spurningurn er tí, hvussu vit á bestan hátt tryggja, at smitta ikki verður innflutt til Føroyar. Á Løgtingi, 21. apríl 2020 Sirið Stenberg -- 1 of 1 --