← Løgtingsmál

52-070/2019

Vinningsbýti

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
070.19 Svar fra J. Niclasen til I.D. Strom - Vinningsbyti.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. mai 2020

Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 7. mai 2020
J. nr.: 20/00200
Svar uppá spurning nr. 70/2019 eftir § 52a í tingskipanini
Spurningur frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, settur Jørgeni Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, viðvíkjandi vinningsbýti.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvan pening hevur TAKS móttikið í vinningsbýtisskatti í ávikavist 2016, 2017 og
2018?
2. Hvussu nógvan pening hevur TAKS endurrindað fyri skatt av vinningsbýti í ávikavist 2016,
2017 og 2018, og eftir hvørjum reglum varð hesin peningurin endurrindaður ?
3. Hvussu nógvur peningur er endurrindaður útlendskum ognarluti í ávikavist 2016, 2017 og
2018?
4. Hvussu nógvan pening fekk landskassin inn fyri skatt av vinningsbýti í 2002, sum er fyrsta
árið eftir, at lóg um skatting av kapitalvinningi varð viðtikin?
5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta tiltøk í verk til tess at tryggja sær, at ein størri
partur av vinningsbýtisskattinum kemur í landskassan?
Svar til spurning 1, 2 og 3
Inntøkurnar frá vinningbýtisskatti eru vaksnar nógv síðstu árini. Í alt var inntøka landsins 617
mió. kr. frá vinningsbýtisskatti árini 2016, 2017 og 2018.
Fyri at fyribyrgja dupulskatting og harvið óneyðugum skeiklingum eru Føroyar partur av fleiri
dupultskattaavtalum, har avtala er gjørd um hvussu skattur skal linkast, tá fleiri lond krevja skatt
av somu inntøku. Tí verður goldin vinningsbýtisskattur í Føroyum, endurgoldin sæmbært hesum
avtalum til útlendingar.
Føroyska samfelagið hevur áhugað í, at útlendingar kunnu gera íløgur í Føroyum, og at
føroyingar kunnu gera íløgur uttanlands, uttan at skulu rinda skatt fleiri ferðir av somu upphædd.
Hetta tryggjar føroyingum atgongd til kapital og vitan samstundis sum føroyskar uppsparingar
kunnu fáa størst møguligt avkast, her heima og uttanlands.
Talvan niðanfyri vísir inntøkur og útreiðslur av vinningsbýtisskatti, sum TAKS hevur havt árini
2016, 2017 og 2018. Í alt var hesi árini goldin 673 mió. kr. í vinningbýtisskatti, meðan TAKS
endurrindaði knappar 57 mió. kr.
Reglurnar eru:
 Tá føroysk feløg og grunnar o.o. útluta vinningsbýti, hava tey skyldu at eftirhalda
vinningsbýtisskatt. Víst verður til § 9 og § 15, stk. 1 í ll. nr. 164 frá 21. desember 2001
um skatting av kapitalvinningi.
 Tá útlutað verður til likamligar persónar, skal eftirhaldast 35%.

-- 1 of 3 --

FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
2/3
 Tá útlutað verður til feløg og grunnar o.o., sum ikki er fult skattskyldug í Føroyum, skal
eftirhaldast 18%.
 Tá útlutað verður til feløg og grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug í Føroyum, verður
eingin skattur eftirhildin.
Fyri at fáa endurrindaðan goldnan vinningbýtisskatt, skal talan vera um partaeigara, sum ikki er
fult skattskyldugur í Føroyum og hevur heimstað í landið, sum hevur dupultskattavtalu við
Føroyar.
Vanliga verður skattur endurrindaður eftir umsókn, men av praktiskum ávum avroknar
Bakkafrost skattin av vinningbýti fyri TAKS, av tí, sum útlutað verður til partaeigarar
heimahoyrandi í útlandinum.
Tá útlutað verður til feløg og grunnar o.o., sum eiga meir enn 10%, har tey sambært
tvískattaavtalu hava rætt til at fáa allan skattin aftur, kann søkjast um ”afturrindan” áðrenn
útlutan, soleiðis at hesin skattur ikki kemur inn til TAKS at venda. Hetta er til dømis galdandi í
norðurlendsku tvískattaavtaluni. Tá skula allar váttanir og góðkenning frá TAKS fyriliggja
áðrenn útlutan. Hesum tekur útlutandi felag sær av.
Av omanfyri nevndu orsøkum er samlaða linkingin í skatti væl meira enn tær knøppu 57 mió.
krónurnar, sum standa í talvuni niðanfyri. Leggjast kann afturat, at føroyingar hava eisini vinning
av íløgum uttanlands, sum koma til skattingar í Føroyum.
Vinningsbýtisskattur 2016 2017 2018 í alt
Vinningsbýti 35% 165.102 230.209 215.916 611.227
Vinningsbýti 18% 18.218 21.160 23.090 62.468
183.320 251.369 239.006 673.695
Renta 308 207 94 609
Afturrindan -11.813 -31.611 -13.191 -56.615
Total 171.815 219.965 225.909 617.689
Svar til spurning 4
Í 2002 komu 48 mió. kr. inn í vinningsbýtisskatti.
Svar til spurning 5
Grundreglan í norðurlendsku tvískattaavtaluni er, at lønmóttakarar rinda skatt í landinum har
arbeitt verður, meðan kapitalvinningur verður skattaður har eigarin hevur heimstað.
Við norðurlendska tvískattasáttmálanum er fyri løntakarar tó undantak fyri fiskimenn og
flogfólk. Tað merkir, at føroyingar, sum fiska ella flúgva í Norra og búgva í Føroyum, bert rinda
skatt í Føroyum. Tað eru nógvir føroyskir fiskimenn, sum sigla við norskum fiskiskipum.
Vælferðartænastur eru skattafíggjaðar, og tað eru brúkararnir á staðnum, sum gjalda fyri
tænasturnar. Norðurlendska dupultskattaavtalan brýtur við henda grundtanka. Hon ásetur, at
løntakarar rinda skatt har, sum inntøkan verður forvunnin, og ikki har, ið skattgjaldarin býr. Í
2014 royndi undirritaði sum fíggjarmálaráðharri at fáa undirtøku millum norðurlendsku
starvsfelagarnar, um at fáa hetta broytt, men uppskotið fekk kaldliga móttøku.

-- 2 of 3 --

FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
3/3
Avbjóðingin við skatti av vinningsbýti líggur í norðurlendsku tvískattaavtaluni. Eg dugi ikki at
síggja, at undanfarna landsstýrið hevur gjørt nakra roynd at broyta norðurlendska
tvískattasáttmálan hesum viðvíkjandi.
Út frá kaldligu móttøkuni av uppskotinum til broytingar í norðurlendsku tvískattaavtaluni tá, er
sannlíkt at støðan er tann sama í dag.
Tí hava Føroyar bert ein møguleika, og tað er siga avtaluna upp. Vit hava ikki yvirlit yvir,
hvørjar avleiðingar tað vildi fingið, men vit høvdu fingið nakað og mist nakað.
Landsstýrimaðurin fer at kanna nærri fyrimunir og vansar við avtaluni og harvið eisini møguliga
uppsøgn av norðurlendsku tvískattaavtaluni.
Fíggjarmálaráðið, 7. mai 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
070.19 Spurningur til J. Niclasen fra I. D. Strom - Vinningsbyti.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm Nr. 70/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi vinningsbýti, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum Jørgeni
Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a).
1. Hvussu nógvan pening hevur TAKS móttikið í vinningsbýtisskatti í ávikavist 2016, 2017 og
2018?
2. Hvussu nógvan pening hevur TAKS endurrindað fyri skatt av vinningsbýti í ávikavist 2016, 2017
og 2018, og eftir hvørjum reglum varð hesin peningurin endurrindaður ?
3. Hvussu nógvur peningur er endurrindaður útlendskum ognarluti í ávikavist 2016, 2017 og 2018?
4. Hvussu nógvan pening fekk landskassin inn fyri skatt av vinningsbýti í 2002, sum er fyrsta árið
eftir, at lóg um skatting av kapitalvinningi varð viðtikin?
5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta tiltøk í verk til tess at tryggja sær, at ein størri partur
av vinningsbýtisskattinum kemur í landskassan?
Viðmerkingar
Seinastu tíðina hevur ljós verið varpað á útlendskan ognarlut í føroysku vinnuni. Spurningurin
verður settur fyri at fáa greiðu á, hvussu nógvar skattakrónur verða afturbornar útlendskum
eigarum, millum annað orsakað av tvískattaavtalum.
Tá ið lóg um skatting av kapitalvinningi varð sett í gildi 21. desember 2001, merkti tað, at
partabrøv, sum vórðu keypt áðrenn 2001, vórðu undantikin nýggju ásetingarnar. Í tí sambandi
ynskir spyrjarin at fáa upplýst, hvørjir bólkar eru frítiknir at rinda vinningsbýtisskatt, umframt
hvussu nógvur peningur kom í landskassan eftir, at lóg um skatting av kapitalvinningi varð sett í
verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 21. apríl 2020
Ingilín Didriksen Strøm

-- 1 of 1 --