← Løgtingsmál

52-069/2019

Veðhaldi í landbúnaðinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
069.19 Svar fra H. Abrahamsen til A. V. Johannesen - vedhald i landbunadinum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 1
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
§ 52a-fyrispurning nr. 69/2019 frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi veðhaldi í
landbúnaðinum
Spurningurin var soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar viðvíkjandi veðseting í landbúnaðinum?
2. Um so er, nær kunnu vit vænta, at hesar broytingar koma í gildi?
Svar:
Svarað verður undir einum.
Í álitinum frá Løgtingsins Umboðsmanni frá 2007, sum verður nevnt í fyrispurninginum, metir
Umboðsmaðurin, at kravið um persónligt veðhald er ein órímilig treyt at seta festarum, ið taka lán
frá Búnaðargrunninum. Hesin háttur Búnaðargrunsins at tryggja ognir sínar stendur ikki mát við tær
avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran, og er tískil ikki í samsvari við markregluna
(proportionalitetsprincippið), sum er galdandi fyri fyrisitingina. Markreglan ásetur, at fyrisitingin
hvørki kann ella eigur at gera størri inntriv í rættindini hjá borgarunum, enn endamálið við atgerðini
tilskilar.
Í sama áliti staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður, at tað hvørki í lóg ella kunngerðum eru
ábendingar um, at ætlanin hevur verið, at Búnaðargrunnurin skuldi tryggja lán síni við persónligum
veðhaldi.
Búnaðargrunnurin hevur fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðnum upplýst, at arbeitt verður við at fara
burtur frá persónligum veðhaldi fyri lán til landbúnaðin. Frameftir er ætlanin at veita lán soleiðis, at
tey fyrst og fremst verða latin við veð í festibrævinum og við veð í møguligari mjólkakvotu. Afturat
hesum kann verða viðkomandi at áseta eitt hóskandi persónligt veðhald (sum stýringspant), sum
eigur at verða roknað í hvørjum einstøkum føri í mun til ta einstøku verkætlanina, sum lán verður
tikið til.
Vísandi til, at Stýrið fyri Búnaðargrunnin er farið undir at arbeiða við hesum viðurskiftum, ger
landsstýrismaðurin ikki meira við málið í løtuni.
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
069.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra A. V. Johannesen - vedhald i landbunadinum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 69/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi veðhaldi í landbúnaðinum, settur landsstýrismanninum í
vinnu- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a).
1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar viðvíkjandi veðseting í landbúnaðinum?
2. Um so er, nær kunnu vit vænta, at hesar broytingar koma í gildi?
Viðmerkingar:
Áðrenn 2004 var tað soleiðis, at ætlaði ein festibóndi at gera íløgur í festið, bar til at taka eitt
festilán, og garður, rakstrargøgn o.a. varð sett í veð fyri lánið. Í 2004 bleiv mjólkakvotan
umsetilig, og tá kravdi Búnaðargrunnurin veð í mjólkakvotuni, skuldi eitt lán takast. Fleiri
bøndur vóru tá ónøgdir, tí kvotan var privat ogn, meðan festið var ogn landsins.
Í 2007 var talan um at broyta lógina um landsjørð. Ætlanir vóru um at einskilja
innangarðsjørðina og fjósini. Tá varð sagt, at verður talan um privata ogn, má veðsetingin
eisini vera persónlig. Men tað vísti seg at enda við, at bara skuldin varð einskild, og ongar
broytingar vórðu gjørdar viðvíkjandi ognarviðurskiftunum av innangarðsjørðini. Hetta
merkir, at tá ein festibóndi í dag ger íløgur í festið, so veðsetir festarin persónligt, hóast hann
einki eigur.
Løgtingsins umboðsmaður viðgjørdi eitt mál av hesum slag í 2007 og metti tá, at kravið frá
Búnaðargrunninum um persónliga veðseting er ein órímilig treyt at seta festarum. Løgtingsins
umboðsmaður vísti á, at tann hátturin, sum grunnurin velur at tryggja sínar ognir uppá,
stendur ikki í mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran.1
Tað er umráðandi, at hesi viðurskifti fáast í rætt lag sum skjótast, bæði so at verandi festarar
fáa hug at gera íløgur í festið, og soleiðis at tað verður hugaligari hjá nýggjum festarum at
taka við. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 20. apríl 2020
Aksel V. Johannesen
1 http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&M=News&PID=31386&NewsID=2692

-- 1 of 1 --