← Løgtingsmál

52-068/2019

Viðv. byggingini av bústovnum til fólk við serligum avbjóðingum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. mai 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
068.19 Svar fra E. M. Gunnleygsdottur til D. N. Joensen - vidv. byggingini av bustovnum til folk vid serligum avbjodingum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 29. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning nr. 68/2019 eftir tingskipanini § 52a til Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum, frá Djóna Nolsøe Joensen,
løgtingsmanni um byggingina av bústovnum til fólk við serligum avbjóðingum
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu støðan er viðvíkjandi bygging av
bústovnum til fólk við serligum avbjóðingum í Suðurstreymoy og aðrastaðni í
landinum?
2. Kunnu vit vænta seinkingar í verkætlanum, sum eru farnar í gongd?
3. Hvussu langt er byggingin/prosjekteringin av sambýlinum á Mýrini komin?
4. Nær kann væntast, at sjálv byggingin av hesum sambýli fer í gongd?
Svar
Til 1:
Í løtuni verður arbeitt við trimum byggiverkætlanum, eins og eg havi upplýst fyri
fíggjarnevndina 19. desember 2019. Hesar eru:
1. Heim til børn og ung við autismu (Kvíggjartún á Argjum)
2. Heim til fólk við menningartarni (á Mýrini í Hoyvík)
3. Heim til fólk við menningartarni og fjølbreki (húsfólkini á Eirargarði) (Reynstún á
Argjum)
Afturat hesum verður eisini arbeitt við nøkrum smærri verkætlanunum. Uppskot til
løgtingslóg um at dagføra verandi bústovnar er lagt fyri Løgtingið. Fíggjarkarmurin er 33
mió. kr. í alt yvir samgongutíðarskeiðið. Sambært hesum verða millum 20 og 25 nýggj
búpláss útvegað. Byrjast kann beinanvegin í 2020, tá lógin er samtykt.
Viðv. Heimi til børn og ung við autismu hevur prosjektið verið í lisitatión, men av tí at
tilboðini frá arbeiðstakarum lógu langt omanfyri kostnaðarmetingina, verður nú kannað,
hvørjar sparingar kunnu gerast í prosjektinum. Gongst sum ætlað, verður verkætlanin boðin
út aftur um tríggjar mánaðir. Byggitíðin er mett til 24 mánaðir.
Viðv. Heimi til fólk við menningartarni og fjølbreki (Reynstún) og Heimi til fólk við
menningartarni (á Mýrini), verður eftir ætlan farið undir annað stig í prosjekteringini av
hesum báðum heimum í næstum.

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Til 2:
Arbeiðið at prosjektera tekur langa tíð, og seinkingar hava verið í øllum verkætlanum av
ymsum orsøkum. Hóast hetta, verður arbeitt við at prosjektera heimini í Reynstúni og á
Mýrini liðug, eins og Kvíggjartún verður endurskoðað og eftir ætlan boðið út av nýggjum.
Til 3:
Skipanaruppskotið varð handað í september 2019, og farið verður undir at prosjektera annað
stig í næstum.
Av tí at tað í sambandi við prosjekteringina hevur víst seg, at upprunaliga kostnaðarmetingin
var ov lág, hevur Almannamálaráðið vent sær til Fíggjarmálaráðið við fyrispurningi um
heimild er at prosjektera víðari.
Fíggjarmálaráðið hevur í skrivi 20. desember 2019 boðað frá, at tey meta, at heimild er at
arbeiða víðari við at fyrireika verkætlanina, til eitt prosjektuppskot er gjørt (annað av fýra
stigum í prosjekteringini).
Almannamálaráðið hevur tí í januar boðað Landsverki frá, at prosjektera Sambýlið á Mýrini
sambært leistinum, sum Fíggjarmálaráðið stingur út í kortið í skrivinum frá 20. desember
2019. Ráðgevin hevur upplýst, at vegna aðrar uppgávur kann prosjekteringin ikki byrja fyrr
enn í mai mánaði.
Til 4:
Ætlanin er at byrja at byggja á Mýrini seinni í ár.
29. apríl 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
068.19 Spurningur til E. M. Gunnleygsdottur fra D. N. Joensen - vidv. byggingini av bustovnum til folk vid serligum avbjodingum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. apr. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 68/2019
Djóni Nolsøe Joensen
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur viðvíkjandi byggingini av bústovnum til fólk við serligum
avbjóðingum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu støðan er viðvíkjandi bygging av
bústovnum til fólk við serligum avbjóðingum í Suðurstreymoy og aðrastaðni í
landinum?
2. Kunnu vit vænta seinkingar í verkætlanum, sum eru farnar í gongd?
3. Hvussu langt er byggingin/prosjekteringin av sambýlinum á Mýrini komin?
4. Nær kann væntast, at sjálv byggingin av hesum sambýli fer í gongd?
Viðmerkingar:
Fyrst Barnaheimið, so Kvíggjartún og nú møguliga eisini sambýlið á Mýrini.
Tá undirritaði á heysti 2019 í munnligum fyrispurningi spurdi um uppsteðgaðu
verkætlanina av einum nýggjum barnaheimi, upplýsti landsstýrismaðurin í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at hóast Barnheimið ikki bleiv
bygt á hesum sinni, so fóru hinar verkætlanirnar í Suðurstreymoy at halda áfram
ótarnaðar. Nú tá vit skriva apríl 2020, er framvegis onki hent, og búfólk og
avvarðandi standa spyrjandi.
Long tíð er fráliðin og einans sæst útgrevstur á staðnum, har sambýlini á Mýrini
stóðu.
Borgarar og avvarðandi mugu fáa greitt at vita, um tað er soleiðis, at verkætlanir
draga út, og hvør orsøkin er til tess. Tørvurin á bústøðum til fólk við serligum
avbjóðingum er akuttur, serliga í Suðurstreymoy, og tí verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 17. apríl. 2020
Djóni Nolsøe Joensen

-- 1 of 1 --