52-067/2019
Um at samfelagið verður latið upp aftur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 28. apr. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
067.19 Svar fra B.S.Nielsen til I. D. Strom - um at lata samfelagid upp aftur.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. apr. 2020
Sjá útdrigin tekst
Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 67/2019 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, um at samfelagið verður latið upp aftur Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er politiska avgerðin um at lata samfelagið upp aftur í komandi viku tikin við støði í heilsufakligum tilmælum? 2. Ætlar løgmaður at koma við greiðari mannagongdum fyri, hvussu foreldur og námsfrøðingar og lærarar skulu fyrihalda seg, nú børnini fara aftur á stovn og í skúla? Svar Til 1: Landsstýrið ráðførir seg dagliga við fakfólk á ymsum økjum, eisini Epideminevndina, sum er ráðgevi í smittufakligum viðurskiftum. At lata samfelagið upp í stigum er ein tilbúgvingarlig politisk raðfesting. Tað er politiski myndugleikin, sum eigur endaligu avgerðina, og hon verður tikin í tøttum samstarvi við fakfólk. Grundreglan í fyrsta upplatingarstiginum var, at vit skuldu hava størst møguligan samfelagsligan ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini. Áðrenn landsstýrið tók endaligu avgerðina um at lata samfelagið varisliga uppaftur, var ætlanin latin Epideminevndini til viðmerkingar. Epideminevndin hevði ikki viðmerkingar til, at vit í fyrstu atløgu lótu dagstovnar og barnaskúlarnar upp tann 20. apríl, men hon kundi ikki tilmæla ætlanini um, at ítróttarkappingar, undir skipaðum umstøðum, kundu byrja tann 9. mai. Til 2: Tá ið landsstýrið á tíðindafundi tann 8. apríl boðaði frá, at barnaskúlar og dagstovnar lótu upp aftur tann 20. apríl, var tað í samljóði hugsanina hjá Epideminevndini. Vit tóku eisini spurningin upp við Kommunufelagið og skúlaverkið, áðrenn avgerðin varð tikin. Vit vistu, at tað fór at reisa nakrar spurningarnar, og tí fingu skúlar og dagstovnar eina viku at fyrireika greiðar mannagongdir á stovnunum og at kunna foreldrini, hvussu tey skulu fyrihalda seg. Tey, sum ynskja og hava møguleika til tað, eru framvegis vælkomin at hava børnini heima. Tvær orsøkir eru til tað. Onnur er, at tað er lættari hjá dagstovnum og skúlum at byrja í smáum, nú gerandisdagurin er øðrvísi skipaður enn fyrr. Hin er, at summi foreldur stúra og vilja ikki hava børnini á dagstovn og í skúla, sum støðan er nú. Og tað skulu tey hava loyvi til. Barnaskúlar og dagstovnar hava nú havt opið í nakrar dagar, og sum heild hevur tað hilnast væl. Við tíðini verður lættari hjá skúlum og serliga dagstovnum at taka ímóti fleiri børnum. -- 1 of 2 -- Samstundis sum avgerðin um at lata upp varð tikin, skipaði landsstýrið eina koronaráðgeving, sum skal ráðgeva um, hvussu virksemi av ymiskum slag kann skipast soleiðis, at smittuvandin verður sum minst. Í Tinganesi, 24. apríl 2020 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
067.19 Spurningur til B.S.Nielsen fra I. D. Strom - um at lata samfelagid upp aftur.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. apr. 2020
Sjá útdrigin tekst
Ingilín Didriksen Strøm Nr. 67/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um at samfelagið verður latið upp aftur, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Er politiska avgerðin um at lata samfelagið upp aftur í komandi viku tikin við støði í heilsufakligum tilmælum? 2. Ætlar løgmaður at koma við greiðari mannagongdum fyri, hvussu foreldur og námsfrøðingar og lærarar skulu fyrihalda seg, nú børnini fara aftur á stovn og í skúla? Viðmerkingar Shahin Gaini, yvirlækni, hevur bæði í donskum og føroyskum miðlum úttalað seg um, at hann við støði í heilsufakligum grundgevingum heldur tað vera skeivt at lata dagstovnar og skúlar upp aftur í komandi viku. Bjarni á Steig, yvirlækni, hevur somuleiðis boðað frá, at hann vónar, at fleiri halda børnini heima í eina tíð afturat. Løgmaður hevur lagt avgerðina út til fólkið at taka, men hevur boðað frá, at samfelagið spakuliga letur upp aftur 20. apríl. Boðini frá heilsumyndugleikunum og frá landsstýrinum eru ymisk, og hetta skapar ótryggleika og stúran. Tá foreldur sjálv skulu gera av, um børnini fara aftur á stovn ella í skúla, kann tað seta fleiri í eina sera trupla støðu. Tey kunnu uppliva stúranir um børnini og smittuna, samstundis sum tey kunnu vera undir stórum trýsti frá arbeiðsgevarum, sum vænta tey aftur til arbeiðis sum skjótast. Eisini námsfrøðingar hava boðað alment frá, at tey undrast á, at tey nú skulu til arbeiðis, tá heilsumyndugleikarnir mæla frá. Undirritaða heldur, at vit hava tørv á at fáa greitt at vita, hví landsins myndugleikar velja at lata skúlar og barnagarðar upp í komandi viku, og hvussu vit eiga at bera okkum at í hesum sambandi. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 14. apríl 2020 Ingilín Didriksen Strøm -- 1 of 1 --