52-066/2019
Viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. apr. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
066.19 Svar fra E.M. Gunnleygsdottur til B.L.Jacobsen - vidv. stoduni hja folki i dagpeningaskipanini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. apr. 2020
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 15. apríl 2020 Mál: 20/00330/5 Tygara Skriv: Viðgjørt: Heri Petersen Nr. 66/2019 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur, settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona? 2. Kunnu fólk, sum skjótt detta út úr dagpeningaskipanini, fáa longt tíðarskeiðið í dagpeningaskipanini, um málsviðgerðin er seinkað av korona støðuni? 3. Um fólk detta úr dagpeningaskipanini, tí mál teirra er seinkað av korona støðuni, hvar fáa tey so fíggjarliga hjálp? Viðmerkingar: Støðan við korona leggur nógv trýst á almennu skipaninar. Tí kunnu viðgerðir av øðrum málum verða seinkaðar nakað. Hetta er óheppið fyri fólk, sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn koronastøðan tók seg upp. Málsviðgerðin kann verða seinkað, og fyri tey, sum skjótt detta úr dagpeningaskipanini, er hetta ein sera óheppin støða. Ístaðin fyri at fáa avgreitt mál teirra, kunnu tey detta niður ímillum av einari bráfeingis støðu, sum er íkomin kring alt landið. Talan er ikki um fólk, sum eru fevnd av “korona skipanini”, men um fólk sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn korona tók seg upp. Á Løgtingi, 30. mars 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 2 -- ALMANNAMÁLARÁÐIÐ síða 2 av 2 Svar Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona? Landsstýriskvinnan hevur spurt seg fyri hjá Almannaverkinum og hevur í hesum sambandi fingið upplýst, at allar umsóknir um dagpening vegna sjúku vera avgreiddar sum vanligt. Sostatt er ongin seinking í málsviðgerðini orsakað av korona. Trýstið á Almannaverkið og dagpeningaskipanina er í hesum døgum størri enn vanligt. Beint undan páskum hevði Almannaverkið fingið 175 umsóknir um dagpening vegna korona, og harumframt venda nógv sær til Almannaverkið við fyrispurningum um hjálp og fyrispurningum um dagpening. Dagpeningaskipanin er tí raðfest, og fleiri fólk eru sett at svara fyrispurningum um dagpening, og Almannaverkið væntar sostatt, at allar umsóknir kunnu svarast innan fyri vanligu tíðarfreistirnar. Hóast økta trýstið, og hóast talið av umsóknum økist, so eru neyðug stig tikin til, at arbeiðsorka er at avgreiða dagpeningamálini. Kunnu fólk, sum skjótt detta út úr dagpeningaskipanini, fáa longt tíðarskeiðið í dagpeningaskipanini, um málsviðgerðin er seinkað av korona støðuni? Dagpeningur verður í mesta lagi veittur í 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaða skeiði. Er talan um arbeiðsskaða, kann dagpeninur veitast í 2 ár. Tað er ikki í lógini nøkur onnur heimild fyri at veita dagpening í longur tíðarskeið. Ein møgulig seinking í avgreiðsluni hevur sostatt ongan týdning fyri, nær dagpeningaútgjaldið endar. Tað er einans talið av sjúkradøgnum, sum telur. Sambært upplýsingunum, sum landsstýriskvinnan hevur fingið frá Almannaverkinum, er tað ikki støðan við korona, sum er orsøk til, at tørvur er á leingja tíðarskeiðið á 40 vikur. Um fólk detta úr dagpeningaskipanini, tí mál teirra er seinkað av korona støðuni, hvar fáa tey so fíggjarliga hjálp? Persónur, sum dettur úr dagpeningaskipanini orsakað av korona støðuni, hevur somu treytir, sum onnur, ið detta úr dagpeningaskipanini. Tað er ikki onnur skipan, sum sjálvvirkandi tekur yvir, tá ein persónur kemur í hesa støðuna. Men persónur, sum ikki hevur nakað uppihaldsgrundarlag, og sum ikki kann fara til arbeiðis, t.d. vegna sjúku, hevur rætt til fyribils uppihaldshjálp sambært forsorgarlógini. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
066.19 Spurningur til E.M. Gunnleygsdottur fra B.L.Jacobsen - vidv. stoduni hja folki i dagpeningaskipanini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 66/2019 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur, settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona? 2. Kunnu fólk, sum skjótt detta út úr dagpeningaskipanini, fáa longt tíðarskeiðið í dagpeningaskipanini, um málsviðgerðin er seinkað av korona støðuni? 3. Um fólk detta úr dagpeningaskipanini, tí mál teirra er seinkað av korona støðuni, hvar fáa tey so fíggjarliga hjálp? Viðmerkingar: Støðan við korona leggur nógv trýst á almennu skipaninar. Tí kunnu viðgerðir av øðrum málum verða seinkaðar nakað. Hetta er óheppið fyri fólk, sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn koronastøðan tók seg upp. Málsviðgerðin kann verða seinkað, og fyri tey, sum skjótt detta úr dagpeningaskipanini, er hetta ein sera óheppin støða. Ístaðin fyri at fáa avgreitt mál teirra, kunnu tey detta niður ímillum av einari bráfeingis støðu, sum er íkomin kring alt landið. Talan er ikki um fólk, sum eru fevnd av “korona skipanini”, men um fólk sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn korona tók seg upp. Á Løgtingi, 30. mars 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --