← Løgtingsmál

52-065/2019

Viðvíkjandi fólki undir 67 ár við serligum tørvi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
065.19 Svar fra E. M. Gunnleygsdottur til B. Hammer - folk undir 67 ar vid serligum torvi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
23. mars 2020
Mál: 20/00250-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Doris Bjarkhamar
Nr. 65/2019
Svar uppá Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í
almannamálum, viðvíkjandi fólki undir 67 ár við serligum tørvi (at svara skrivliga eftir
TS § 52 a).
1 Hvussu ber tað til, at suðuroyingar, sum hava tørv á plássi, noyðast av oynni, um teir
skulu hava møguleika at koma á stovn fyri fólk við serligum tørvi, meðan onnur verða
send suður?
2 Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at útvega fleiri búpláss í Suðuroy til føroyingar
undir 67 ár við serligum tørvi?
3 Hví hava vit ikki Dugna í Suðuroy?
Viðmerkingar:
Í Suðuroy er bert ein stovnur við búplássum fyri føroyingar við serligum tørvi, sum eru undir
67, meðan tað eru fleiri í Streymoy, Norðoyggjum og Vágum.
Tey fáu plássini í Suðuroy eru øll upptikin, ikki einans av suðuroyingum, men eisini av fólki,
sum ikki hava nakað tilknýti til Suðuroynna. Suðuroyingar eru tískil noyddir av oynni fyri at
leita sær hjálp og møguligt búpláss.
Herfyri var frammi, at Dugni eisini letur upp í Klaksvík. Tað legst afturat Dugna í Tórshavn
og Dugna á Kambsdali. Tað er eitt kærkomið tilboð, sum er til mikið gagns fyri nógvar
føroyingar.
Tað hevði hjálpt munandi um hjá hesum fáu, sum hava brúk fyri einum innihaldsríkum
gerandisdegi. Okkurt at fara upp til og okkurt til at takast við í einum vardum starvi. Tí hevði
Dugni verið eitt kærkomið tilboð í Suðuroy.
Tað eru eisini føroyingar í Suðuroy, sum hava átrokandi brúk fyri hjálp í nærumhvørvinum,
bæði fyri vardum størvum og búfelagsskapum. Hetta rakar bæði tey, sum hava tørv á hjálp,
og ikki minni tey avvarðandi. Tey avvarðandi møta einum múri av vónloysi og undarførslum,
tá tey ferð aftaná ferð fáa sama svar um manglandi vard størv í Suðuroy; um at tað eru ov fá

-- 1 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 4
búpláss í landinum, og av tí verða plássini latin øðrum, sum ikki hava nakað tilknýti til
oynna, ístaðin fyri til tey staðbundnu.
Suðuroy er enn í eini serstøðu, so leingi tað ikki er landfast til restina av Føroyum. Tí er
spurningurin, um tað ikki eigur at vera møguligt at leggja tað soleiðis til rættis at veita
neyðugu hjálpina í nærumhvørvinum og ikki tvinga fólk av oynni. Í flestu førum mugu tey
eisini siga farvæl til alt tað kenda - tey avvarðandi og gerandisdagin. Tí rakar tað nógv
harðari og nógv fleiri enn neyðugt.
Tá avvarðandi venda sær til Almannaverkið, hava tey aloftast sjálvi troytt allar møguleikar at
hjálpa sínum kæru. Tað er ikki fyrr enn, tá ið tey ongan annan útveg síggja, at tey leita sær
hjálp. Tí er tað sera harmiligt, at vónloysið hjá teimum avvarðandi sær út til at vaksa, tá tað
almenna kemur inn í myndina.
Spurningurin er, hvar vit eru á veg, um vit ikki hjálpa teimum veikastu fyrst. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingið 11. mars 2020
Bjarni Hammer
Svar:
Til nr. 1
Tað eru í løtuni 2 sambýli í Suðuroynni, sum veita 14 búpláss til persónar, sum bera likamligt
ella sálarligt brek. Á Eiðisgarði eru 9 búpláss og eitt umlættingarpláss til persónar við
sálarligum avbjóðingum og á Bárðafløtti eru 5 búpláss, sum er ætlað borgarum við
menningatarni.
Plássini á hesum sambýlum verða, sum á øðrum sambýlum hjá landinum, visiteraði eftir tørvi
og ynski, og ikki eftir hvar í landinum umsøkjarar koma frá. Tá ið tøk pláss eru á Eiðisgarði
og á Bárðafløtti, so verður tí í fyrsta umfari hugt eftir innkomnum umsóknum um búpláss í
Suðuroynni.
Tað hevur tó víst seg, at tað ikki er so lætt at fáa fólk aðrastaðni í Føroyum at flyta suður at
búgva. Tí hevur næsta stig verið at kanna, um tað umframt umsøkjarar kunnu vera onnur í
Suðuroy, sum hava tørv á einum búplássi, og hesi hava so fingið bjóðað tøka plássið.
Umframt tey 14 búplássini, so fáa borgarar eisini onnur tilboð í Suðuroynni so sum stuðuls-
og virknistænastu.
Tað er tó tørvur á onnur stovnstilboð enn tey, sum kunnu rúmast í verandi tilboðum í oynni.

-- 2 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 3 av 4
Tveir umsøkjarar eru á bíðilista til búpláss í Suðuroynni, tí verandi pláss ikki eru hóskandi til
teirra. Harumframt hevur Almannaverkið upplýst, at tað eru ung við serligum tørvi, sum fáa
onnur tilboð frá Almannaverkinum, og sum mest sannlíkt fara at hava tørv á búplássi
komandi árini. Talan er m.a. um ung við sjúkuavgerð innan autismuspektrið.
Tað er eisini bíðilisti til umlætting í Suðuroynni. Í løtuni eru fimm fólk á hesum bíðilista.
Hesi fáa aðra tænastu frá Almannaverkinum.
Sum spyrjarin nevnir, so er støðan í Suðuroynni serlig við tað, at fjarstøðan til meginøkið er
stór, og fólk tískil ofta noyðast langt heimanífrá fyri at fáa neyðug tilboð. Ynskini hjá
borgarum og avvarðandi í Suðuroynni eru tey somu sum hjá øðrum, m.a. at tilboðini eru
skipaði miðvíst til júst teirra tørv. Men møguleikin fyri tí er ikki stórur, tá ymisku
málbólkarnir eru so smáir.
Almannaverkið hevur víst á, at eitt uppskot at tryggja tørvin í Suðuroynni nøkur ár fram
kundi verið at útvega eini rúmlig hús, sum á fullgóðan hátt kunnu skipast soleiðis, at tey
kunnu hýsa ymiskum virksemi til ymiskan tørv– eitt nú búpláss, t.d. í sambandi við eitt
møguligt tilboð um SSM (serligt skipað miðnám) í Suðuroynni, umframt umlætting til fleiri
ymsar málbólkar.
Til nr. 2
Sambært uppskotinum til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum, sum er til viðgerðar
í Løgtinginum í løtuni, er ætlanin at útvega fleiri búpláss í Suðuroy. Landsstýriskvinnan
vónar, at undirtøka verður fyri uppskotinum.
Til nr. 3
Dugni er ein sjálvsognarstovnur, og ovasta leiðslan er stýrið, ið verður valt av
landsstýrismanninum í almannamálum fyri 4 ár ísenn.
Tað er stýrið, sum setir dagligan leiðara fyri Dugna, og tað er stýrið, sum ger av, hvussu
virksemið verður skipað, og hvar virksemið fer fram.
Í løtuni hevur Dugni virksemi í Suðurstreymi og Eysturoynni, eins og Dugni skúlin liggur í
Norðstreymi.
Í næstum letur Dugni upp sølubúð í Norðoyggjum.
Umframt at fáa játtan á fíggjarlógini, so hevur Dugni eisini egið virksemi, sum verður fíggjað
við inntøkum frá egnari sølu.
Á fíggjarlógini fyri 2020 er játtanin til Dugna hækkað við tí endamáli at skapa fleiri tilboð til
ung, sum orsakað av ymiskum avbjóðingum, ikki fóta sær á vanliga arbeiðsmarknaðinum og
til vaksin, sum hava skerdar arbeiðsførleikar orsakað av demensi, alzheimer og líknandi
avbjóðingum. Hesi tilboð verða skipað í Eysturoynni og í Suðurstreymi.

-- 3 of 4 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 4 av 4
Landsstýriskvinnan kann upplýsa, at ein umsókn er komin í ár frá Dugna um hægri játtan í
2021, sum er ætlað til at skipa virksemi í Suðuroynni. Dugni hevur víst á, at stovnurin hevur
torført við at veita borgarum úr Suðuroynni tilboð uttan so at hesi fáa tilboð á skúlanum við
Áir.
Umsóknin verður viðgjørd í sambandi við fíggjarlógina fyri 2021.
Tórshavn 23. mars 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

-- 4 of 4 --
065.19 Spurningur til E. M. Gunnleygsdottur fra B. Hammer - serligum torvi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
Bjarni Hammer Nr. 65/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í
almannamálum, viðvíkjandi fólki undir 67 ár við serligum tørvi (at svara skrivliga eftir
TS § 52 a).
1 Hvussu ber tað til, at suðuroyingar, sum hava tørv á plássi, noyðast av oynni, um teir
skulu hava møguleika at koma á stovn fyri fólk við serligum tørvi, meðan onnur verða
send suður?
2 Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at útvega fleiri búpláss í Suðuroy til føroyingar
undir 67 ár við serligum tørvi?
3 Hví hava vit ikki Dugna í Suðuroy?
Viðmerkingar:
Í Suðuroy er bert ein stovnur við búplássum fyri føroyingar við serligum tørvi, sum eru undir
67, meðan tað eru fleiri í Streymoy, Norðoyggjum og Vágum.
Tey fáu plássini í Suðuroy eru øll upptikin, ikki einans av suðuroyingum, men eisini av fólki,
sum ikki hava nakað tilknýti til Suðuroynna. Suðuroyingar eru tískil noyddir av oynni fyri at
leita sær hjálp og møguligt búpláss.
Herfyri var frammi, at Dugni eisini letur upp í Klaksvík. Tað legst afturat Dugna í Tórshavn
og Dugna á Kambsdali. Tað er eitt kærkomið tilboð, sum er til mikið gagns fyri nógvar
føroyingar.
Tað hevði hjálpt munandi um hjá hesum fáu, sum hava brúk fyri einum innihaldsríkum
gerandisdegi. Okkurt at fara upp til og okkurt til at takast við í einum vardum starvi. Tí hevði
Dugni verið eitt kærkomið tilboð í Suðuroy.
Tað eru eisini føroyingar í Suðuroy, sum hava átrokandi brúk fyri hjálp í nærumhvørvinum,
bæði fyri vardum størvum og búfelagsskapum. Hetta rakar bæði tey, sum hava tørv á hjálp,
og ikki minni tey avvarðandi. Tey avvarðandi møta einum múri av vónloysi og undarførslum,
tá tey ferð aftaná ferð fáa sama svar um manglandi vard størv í Suðuroy; um at tað eru ov fá
búpláss í landinum, og av tí verða plássini latin øðrum, sum ikki hava nakað tilknýti til
oynna, ístaðin fyri til tey staðbundnu.
Suðuroy er enn í eini serstøðu, so leingi tað ikki er landfast til restina av Føroyum. Tí er
spurningurin, um tað ikki eigur at vera møguligt at leggja tað soleiðis til rættis at veita
neyðugu hjálpina í nærumhvørvinum og ikki tvinga fólk av oynni. Í flestu førum mugu tey
eisini siga farvæl til alt tað kenda - tey avvarðandi og gerandisdagin. Tí rakar tað nógv
harðari og nógv fleiri enn neyðugt.
Tá avvarðandi venda sær til Almannaverkið, hava tey aloftast sjálvi troytt allar møguleikar at
hjálpa sínum kæru. Tað er ikki fyrr enn, tá ið tey ongan annan útveg síggja, at tey leita sær
hjálp. Tí er tað sera harmiligt, at vónloysið hjá teimum avvarðandi sær út til at vaksa, tá tað
almenna kemur inn í myndina. Spurningurin er, hvar vit eru á veg, um vit ikki hjálpa teimum
veikastu fyrst. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 11. mars 2020
Bjarni Hammer

-- 2 of 2 --