← Løgtingsmál

52-064/2019

Serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
064.19 Svar fra H. Abrahamsen til J. Dahl - havbit og skeljaaling.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 64/2019 frá johan Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum við
umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, um serfrøðinganevnd at kanna havbit og
skeljaaling í Føroyum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Spurningur
1) Hevur landsstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri havbiti
og skeljaaling í Føroyum, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at gera?
2) Nær kann væntast, at ein frágreiðing verður tøk um møguleikar fyri havbiti og skeljaaling?
Svar:
Til nr. 1 og 2
Í vinnuni, undir hesum í alivinnuni, verður áhaldandi arbeitt við at fjøltátta vinnumøguleikarnar í
Føroyum. Við alilógini, sum er ein breið heimildarlóg, og sum fevnir bæði um laksa-, skelja- og
taraaling, eru lógarkarmar skaptir fyri eini fjøltáttaðari alivinnu.
Við kunngerð um útbjóðing av aliloyvum er latið upp fyri laksaaling á landi og aling av skeljum og
tara á landi og á sjónum á Kaldbaksfirði, Gøtuvík, Funningsfirði og Famjin. Eisini er latið upp fyri
off-shore aling av laksi eystanfyri Nólsoynna og aling av skeljum og tara har.
Skeljaalingin er ikki enn boðin út, tí har eru serligar avbjóðingar viðvíkjandi krøvum í
matvørulóggávuni, sum skulu lýsast nærri, áðrenn hesi loyvi verða boðin út.
Í øðrum londum er tað ein vinna at seta m.a. fisk og skeljar út á hav fyri seinni at fiska hetta aftur,
men í Føroyum eru lítlar og ongar royndir við hesum í nýggjari tíðum.
Havbit av laksi og sílum er kent í Føroyum frá fyrru øld. Nógv er tó broytt síðan. Føroyar eru
vorðnar ein alitjóð, har laksur stendur fyri knøppum helminginum at føroyska útflutninginum.
Verður tað aftur loyvt at sleppa einum stórum tali av aldum laksum leysum út á hav, kann hetta
hava avbjóðingar við sær í mun til ein møguliga øktan smittuvanda til føroysku alivinnuna, umframt
at umhvørvisatlitini í mun til villlaksastovnin eisini eru neyðug at viðgera.
Vit vita tí ikki, um hetta er ein møguligur vinnuvegur í Føroyum. Serliga er týðandi at fáa greiðu á
hvørjar umhvørvisligar avbjóðingar og avbjóðingar viðvíkjandi fiskasjúkum og spjaðing av sjúku
slíkt virksemi hevur við sær, umframt hvørjar avbjóðingar slík vinna hevur við sær viðvíkjandi
økisnýtslu.
Spurningurin um, hvørt tað eru møguleikar í slíkari vinnnu í Føroyum, skal verða lýstur, og so
skjótt sum tilber verður ein arbeiðsbólkur settur at gera hetta arbeiðið.
Eftir § 6 a, stk. 9 í alilógini skal landsstýrismaðurin fjórða hvørt ár áðrenn 1. november leggja fyri
Løgtingið frágreiðing, sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins, um støðuna í alivinnuni, og

-- 1 of 2 --

2 / 2
hvørjar ætlanirnar eru fyri víðari menning av vinnuni í mun til aling á sjógvi og landi, útlendskan
ognarskap, um metingarnar av vistfrøðiligu støðuni í firðunum og aðrar viðkomandi tættir. Fyrsta
frágreiðing verður løgd fyri Løgtingið áðrenn 1. november 2020.
Ætlanin er, at frágreiðing um havbit skal verða partur av frágreiðingini, sum sbrt. § 9 a, stk. 9 í
alilógini verður løgd fyri Løgtingið komandi heyst.
Freistin at svara er sett til 26. mars 2020. Haldið mær til góðar, at farið er út um freistina.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 27. mars 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
064.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra J. Dahl - havbit og skeljaaling.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
Johan Dahl Nr. 64/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum, settur
landstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir
TS § 52 a).
1. Hevur landsstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri havbiti og
skeljaaling í Føroyum, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at gera?
2. Nær kann væntast, at ein frágreiðing verður tøk um møguleikar fyri havbiti og skeljaaling?
Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum frá 14. september 2019, undir vinnumálum, verður dentur lagdur á at fremja
hetta málið um havbit og aðra aling - og har stendur: “Møguleikarnir fyri aling á landi skulu eisini
troytast, og arbeiðast skal eisini við møguleikum fyri havbiti og aðrari aling, so sum tara- og
skeljaaling.”
Í løgtingmáli nr. 128/2017, samtykti eitt samt Løgting tann 21. apríl 2018, eftir tilmæli frá einari
samdari Vinnunevnd, at heita á landsstýrið .... “um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna
og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu
farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið
frágreiðing um hetta.“
Viðmerkingarnar frá einum samdum Løgtingi vóru m.a., at tað er avgerandi fyri Føroyar at hava
fjøltáttaðar vinnumøguleikar, og tí skuldi arbeiðast við hesum, tí vit landafrøðiliga liggja so væl
fyri, at tað er eyðsæð, at her eru møguleikar, sum mugu troytast til tess at tryggja, at Føroyar kunnu
verða eitt uppaftur ríkari samfelag til fyrimunar fyri allar føroyingar.
Havbit og skeljaaling kundu blivið eitt gott ískoyti til føroyska búskapin og eisini skapt nýggj
arbeiðspláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 13. mars 2020
Johan Dahl

-- 1 of 1 --