52-063/2019
Rávøra og rávørugóðska
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. mar. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
063.19 Svar fra J. Vestergaard til J. Joensen - ravoru og ravorugodsku.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 17. mars 2020 Mál: 20/00149-3 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 63/2019 Svar til § 52a fyrispurning nr. 63/2019 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni Fyrispurningur um rávøru og rávørugóðsku, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Jacobi Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS §52 a) 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu góðskan er á fiski, sum kemur um føroyskan kaikant, samanborið við grannalond okkara t.d. Ísland? 2. Hvat heldur landsstýrismaðurin skal til fyri at betra um rávørugóðskuna? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk, sum eggja fiskiskipunum til at gera styttri túrar og soleiðis koma inn við feskari fiski? 4. Hvørjar avbjóðingar sær landsstýrismaðurin fyri sær í sambandi við, at føroysk skip í størri mun skifta siðbundnu línuskipini út við frystilínuskip? 5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja, at allur botnfiskurin verður atkomuligur hjá føroyskum ráfiskakeyparum? Svar: Til spurning 1-3 Spurningarnir 1-3 snúgva seg um góðsku á fiski. Viðurskifti viðvíkjandi góðsku á fiski eru fevnd av matvørulóggávuni (løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m.) og kunngerð nr. 161 frá 18. desember 1995 um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum. Nevnda lóg og kunngerð eru undir málsræði hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Spurningar um góðsku á fiski eiga tí at verða settir landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Til spurning 4 Tað eru nú nøkur ár síðani, at føroyskir reiðarar fóru at skifta stállínuskip út við frystilínuskip. Landsstýrismanninum tykir, hetta eru viðurskifti, har reiðarar best duga at meta um fyrimunir og vansar. Tær útskiftingar, sum vóru um ársskiftið, víkja nakað frá, tí -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 hesi nýggju skipini kunnu virka fiskin til flak umborð. Sjófeingislógin ásetir, at tað ikki er loyvt at virka veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi, men eisini, at landsstýrismaðurin kann geva undantak frá hesum banni. Fiskimálaráðið hevur fingið áheitan um at geva línuskipi undantak at virka veiðu veidda í føroyskum sjógvi umborð, men avgerð er ikki tikin í málinum. Til spurning 5 Hesin spurningur snýr seg um møguligar reglur, sum gera tað møguligt hjá øllum ráfiskakeyparum at hava møguleika at keypa fisk, sum er veiddur av føroyskum skipum. Eftir § 42 í sjófeingislógini kann landsstýrismaðurin gera reglur um, at veiða hjá føroyskum fiskifari skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Undantikið er tó veiða av rættindum latin bólki 5 sambært § 19, stk. 1, nr. 6. Reglurnar skulu áseta, hvørji fiskasløg og hvussu stórur partur av veiðuni er fevndur av kravinum, og hvørji tíðarskeið veiðan verður gjørd upp. Í sambandi við viðgerðina av uppskotinum til løgtingslóg um sjófeingi skrivaði minnilutin í Vinnunevndini (samgonguumboðini) í álitinum frá Vinnunevndini, at 30% av veidda fiskinum skulu seljast umvegis eina góðkenda uppboðssølu við tí endamáli at skapa meirvirking og arbeiðspláss kring landið. Samsvarandi hesum er í umbúnað at áseta reglur um, at avreiðingar av botnfiski hjá føroyskum fiskiførum, ið hava fiskað í føroyskum ella íslendskum sjóøki, skulu um eina góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Í hesum sambandi er eisini í umbúnað at seta treytir um, at bert fiskur, ið er farin um eina uppboðssølu í Føroyum, kann verða seldur óvirkaður av landinum. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
063.19 Spurningur til J. Vestergaard fra J. Joensen - ravoru og ravorugodsku.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 63/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um rávøru og rávørugóðsku, settur landstýrismanninum í fiskivinnumálum Jacobi Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu góðskan er á fiski, sum kemur um føroyskan kaikant, samanborið við grannalond okkara t.d. Ísland? 2. Hvat heldur landsstýrismaðurin skal til fyri at betra um rávørugóðskuna? 3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk, sum eggja fiskiskipunum til at gera styttri túrar og soleiðis koma inn við feskari fiski? 4. Hvørjar avbjóðingar sær landsstýrismaðurin fyri sær í sambandi við, at føroysk skip í størri mun skifta siðbundnu línuskipini út við frystilínuskip? 5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja, at allur botnfiskurin verður atkomuligur hjá føroyskum ráfiskakeyparum? Viðmerkingar: Í Dimmalætting 28. februar staðfestir stjórin á Nevinum í Runavík, at vit í Føroyum eru á einum nógv lægri støði enn til dømis Ísland, tá tað kemur til góðsku á landaðum fiski. Hann vísir á, at í Íslandi hevur fleiri daga gamal fiskur einki virði, og at hetta hevur við sær, at bæði íslendsk og føroysk skip, sum landa í Íslandi, ikki koma inn við fiski, sum er eldri enn fimm dagar. Fiskurin, sum fer um føroyskan kaikant er ofta nógv eldri, tí at føroysku fiskiskipini gera longri túrar, tá teir landa í Føroyum. Umframt longu túrarnar vísir stjórin á Nevninum eisini á, at tað er stórur munur ímillum ymisku skipini/bátarnar alt eftir, um veiddi fiskurin er væl ella illa hagreiddur. Harafturat stúrir hann fyri, at føroyskir ráfiskakeyparar ikki fáa atgongd til ráfiskin. Í hesum sambandi vísir hann á, at tað støðugt verður torførari hjá óheftum virkjum, sum ikki eiga skip, at fáa hendur á rávøruni. Og hann ger somuleiðis vart við, at tað, at tað verður tosað um at lata upp fyri landingum uttanlands, er ein hóttan móti føroysku framleiðslufyritøkunum. Spyrjarin heldur, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskifti útgreinað nærri, og at fáa innlit í, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 5. mars 2020 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --