← Løgtingsmál

52-062/2019

Prísin á útróðrarfiski

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
062.19 Svar fra J. Vestergaard til J. Joensen - prisin a utrodrarfiski.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 12. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • F a x ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 5 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Postboks 208
110 Tórshavn
Stjórnarskrivstovan
11. mars 2020
Mál: 20/00149-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 62/2019
Svar til § 52a fyrispurning nr. 62/2019 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Fyrispurningur um prísin á útróðrarfiski, settur landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum Jacobi Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS §52 a)
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at betra um góðskuna á
útróðrarfiski, soleiðis at útróðrarbátar fáa besta prísin?
Svar:
Spurningurin snýr seg um góðsku á útróðrarfiski, so hesin kann fáa besta prís. Í
viðmerkingunum verður víst til, at hagreiðing er avgerandi.
Viðurskifti viðvíkjandi góðsku á útróðrarfiski eru fevnd av matvørulóggávuni (løgtingslóg
nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m.) og kunngerð nr. 161 frá 18. desember 1995 um
heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum.
Nevnda lóg og kunngerð eru undir málsræði hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum.
Spurningurin um góðsku á útróðrarfiski eigur tí at verða settur landsstýrismanninum í
umhvørvis- og vinnumálum.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
062.19 Spurningur til J. Vestergaard fra J. Joensen - prisin a utrodrarfiski.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 62/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur um prísin á útróðrarfiski, settur landstýrismanninum í
fiskivinnumálum Jacobi Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera nakað fyri at betra um góðskuna á útróðrarfiski,
soleiðis at útróðrarbátar fáa besta prísin?
Viðmerkingar:
Fyri at hava bestu góðsku á fiskatilfeingi okkara, sum kemur til lands, er hagreiðing
avgerandi. Her verður hugsað um alla handfaring av fiskinum frá tí, at hann verður fiskaður,
til hann er í sølubúðunum.
Útróðrarfiskur skuldi verið sera góð vøra og eigur at kunna seljast fyri besta prís. Hetta er
bara ikki altíð støðan í dag. Fleiri orsakir kunnu vera til tess.
Ein orsøk kann vera, at smáu lastirnar, sum verða vigaðar inn, verða samlaðar saman frá fleiri
útróðrarbátum og skildar í somu kassar, áðrenn selt verður. Tí fáa allir hesir bátar sama prís.
Er onkur av hesum bátum, sum hevur vánaligan fisk ella illa hagreiddan fisk, fáa allir hinir
sama minni góða prís á marknaðinum. Møguliga kundi betri skiljing bøtt um hetta.
Ein onnur orsøk kann liggja í hagreiðingini frá tí, at fiskurin verður drigin upp úr sjónum. Um
fiskurin beinanvegin verður blóðgaður og lagdur í ísvatn, og beinanvegin verður kruvdur, tá
hann kemur uppá land, vildi hetta óiva bøtt um góðskuna og givið betri prís.
Tí seti eg landsstýrismanninum omanfyrinevnda fyrispurning.
Á Løgtingi, 5. mars 2020
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --