← Løgtingsmál

52-061/2019

Samsýning til fosturforeldur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
061.19 Svar fra E. M. Gunnleygsdottur til A. V. Johannesen - samsyning til fosturforeldur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
18. mars 2020
Mál: 20/00222-2
Tygara Skriv:
Viðgjørt: Poula Lervig
Nr. 61/2019
Svar uppá Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur um samsýning til fosturforeldur, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu høg samsýningin til fosturforeldur er í
løtuni?
2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu høg samsýningin var í 2009?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at prístalsjavna samsýningina?
Viðmerkingar:
Tíverri eru tað ikki øll børn í Føroyum, sum hava umstøður til at búgva heima hjá
foreldrunum. Í summum førum meta myndugleikarnir, at børn hava best av at verða tikin úr
heiminum hjá foreldrum ella verjum í styttri ella longri tíð. Men tíbetur eru tað fleiri
fosturforeldur, sum bjóða seg fram at veita hesum børnum eitt gott og trygt heim. Í hesum
sambandi hava vit eina fosturforeldraskipan, sum syrgir fyri, at barnið fær eina góðkenda
fosturfamilju.
Hesi fosturforeldur gera eitt stórt arbeiði bæði fyri børnini og samfelagið. Talan er um eitt
starv, sum ikki bara er fulla tíð, men alt samdøgrið. Fyri at átaka sær hesa uppgávu fáa
fosturforeldrini eina samsýning. Spurningurin er, um samsýningin samsvarar við ta ábyrgd,
sum fosturforeldrini átaka sær, ella um tíðin er komin til at eftirmeta samsýningina. Við
pensjónsnýskipanini hjá undanfarnu samgongu varð eftirlønargjald lagt oman á samsýningina
til fosturforeldur. Hetta er helst einasta broyting, sum er gjørd hesum viðvíkjandi síðan 2009.
Síðan tá eru bæði lønar- og kostnaðarstøðið vaksið nógv í síni heild. Tí er tað rímiligt at seta
spurnartekin við, um samsýningin í dag stendur mát við lønar- og kostnaðarstøðið í
samfelagnum. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 5. mars 2020
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 2 --

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
síða 2 av 2
Svar:
Til nr. 1
Samsýning til fosturforeldur er ásett í kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til
fosturforeldur. Fosturforeldur fáa sambært hesi kunngerð eina samsýning um samdøgrið fyri
hvørt fosturbarn. Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við
upp til 3 ferðir samsýningina fyri hvørt barnið. Um talan er um eitt óvanliga trupult barn, sum
tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til
7 ferðir samsýningina fyri hvørt barnið. Um talan er um eitt pinkubarn undir 1 ár, kunnu
fosturforeldrini samsýnast við upp til 7 ferðir samsýningina til hvørt barnið.
Sambært § 2, stk. 2 í omanfyri nevnu kunngerð ásetir landsstýrismaðurin javnaðu gjøldini í
kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári.
Í § 7 í kunngerð nr. 139 frá 27. november 2019 um áseting og javning av almannaveitingum
fyri 2020 er ásett, at samsýning til fosturforeldur til hvørt barnið er kr. 120,06 um samdøgrið.
Afturat samsýningini fyri hvørt barnið verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til
barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið
sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.
Til nr. 2
Í 2009 var samsýningin til fosturforeldur fyri hvørt barnið kr. 112,52 um samdøgrið.
Til nr. 3
Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar,
sum kom í gildi 1. januar 2020, so verður fyri hvørt ár roknað eitt javningarprosent, sum
verður nýtt til at javna ymiskar upphæddir í almannalóggávuni. Samsýning til fosturforeldur
er sum nú er ikki ein av hesum almannaveitingum, sum er fevnd av lógini, men eg umhugsi at
fáa hesa upphædd at fylgja sama javningarprosenti, sum verður ásett í lógini um
javningarprosent til almannaveitingar.
Tórshavn, 18. mars 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
061.19 Spurningur til E. M. Gunnleygsdottur fra A. V. Johannesen - samsyning til fosturforeldur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 61/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a
Fyrispurningur um samsýning til fosturforeldur, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS §52 a).
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu høg samsýningin til fosturforeldur er í løtuni?
2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu høg samsýningin var í 2009?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at prístalsjavna samsýningina?
Viðmerkingar:
Tíverri eru tað ikki øll børn í Føroyum, sum hava umstøður til at búgva heima hjá foreldrunum. Í
summum førum meta myndugleikarnir, at børn hava best av at verða tikin úr heiminum hjá
foreldrum ella verjum í styttri ella longri tíð. Men tíbetur eru tað fleiri fosturforeldur, sum bjóða seg
fram at veita hesum børnum eitt gott og trygt heim. Í hesum sambandi hava vit eina
fosturforeldraskipan, sum syrgir fyri, at barnið fær eina góðkenda fosturfamilju.
Hesi fosturforeldur gera eitt stórt arbeiði bæði fyri børnini og samfelagið. Talan er um eitt starv,
sum ikki bara er fulla tíð, men alt samdøgrið. Fyri at átaka sær hesa uppgávu fáa fosturforeldrini
eina samsýning. Spurningurin er, um samsýningin samsvarar við ta ábyrgd, sum fosturforeldrini
átaka sær, ella um tíðin er komin til at eftirmeta samsýningina. Við pensjónsnýskipanini hjá
undanfarnu samgongu varð eftirlønargjald lagt oman á samsýningina til fosturforeldur. Hetta er
helst einasta broyting, sum er gjørd hesum viðvíkjandi síðan 2009. Síðan tá eru bæði lønar- og
kostnaðarstøðið vaksið nógv í síni heild. Tí er tað rímiligt at seta spurnartekin við, um samsýningin
í dag stendur mát við lønar- og kostnaðarstøðið í samfelagnum. Tí verður hesin fyrispurningurin
settur.
Á Løgtingi, 5. mars 2020
Aksel V. Johannesen

-- 1 of 1 --