52-060/2019
Siglingin hjá Teistanum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. mar. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
060.19 Svar fra J. Niclasen til A. V. Johannesen - siglingin hja Teistanum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 17. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 16. mars 2020 J.Nr.: 20/00100 Svar upp á fyrispurning nr. 60/2019 eftir tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Aksel Johannesen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um siglingina hjá Teistanum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu nógv manglar í játtanini hjá SSL fyri at Teistin kann sigla teir tveir seinastu kvøldtúrarnar á ferðaætlanini á leið 60? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at Hasfjord røkir kvøldarsiglingina á leið 60? 3. Kunnu vit vænta, at henda ferðaætlanin verður galdandi líka til Sandoyartunnilin er liðugur? 4. Og um so er, hvussu væntar landsstýrismaðurin, at tað kemur at ávirka trivnað og mentan í oynni, at tað bert er pláss fyri 12 ferðandi umborð á Hasfjord? Svar til spurning 1 Rakstrarjáttanin hjá Strandfaraskipum landsins er fyri alt virksemi stovnsins, og er ikki markað beinleiðis til ávísar farleiðir, til dømis Gamlarætt- Sandoyar/Hest farleiðirnar. Tað er samlaða játtanin, sum skal halda. Svar til spurning 2, 3 og 4 Hasfjord er farmaskip, sum skal flyta tungan farm millum Gomlurætt og Skopun, og hevur skipið ferðafólkaloyvið til 12 ferðandi. Hasfjord verður sett í sigling í næstum, og arbeiðir Strandferðslan við ymiskum uppskotum um hvussu skipið á besta hátt kann verða partur av ferðaætlanini á leiðini. Samskift verður við vinnufyritøkur um hvussu farmaflutningin skal skipast. Strandferðslan tók herfyri málið upp á almennum fundi í Skopun, um at Hasfjord kann sigla við ferðafólki á kvøld. Ferðaætlanin er sostatt ikki viðgjørd enn, men ætlar landsstýrimaðurin at Teistin framhaldandi skal sigla kvøldartúrarnar. Eitt væl virkandi samferðslukervi og gott ferðasamband, hevur alstóran týdning fyri trivnað og menning í Føroyum, og vil landsstýrismaðurin tryggja, at ferðasambandið á Sandoyarleiðini er gott. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Viðmerkjast kann, at arbeiðið við Sandoyartunnlinum gongur eftir ætlan. Nú eru eini 3,5 kilometrar boraðir. Tunnilsfelagið metir at sprongt verður ígjøgnum seinast í 2021, og at tunnilin letur upp fyri ferðslu í desembur 2023. Tinganes, 16. mars 2020 Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
060.19 Spurningur til J. Niclasen fra A. V. Johannesen - siglingin hja Teistanum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 60/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir tingskipanini §52 a Fyrispurningur um siglingina hjá Teistanum, settur landstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS §52 a). 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu nógv manglar í játtanini hjá SSL fyri at Teistin kann sigla tveir teir seinastu kvøldtúrarnar á ferðaætlanini á leið 60? 2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at Hasfjord røkir kvøldarsiglingina á leið 60? 3. Kunnu vit vænta, at henda ferðaætlanin verður galdandi líka til Sandoyartunnilin er liðugur? 4. Og um so er, hvussu væntar landsstýrismaðurin, at tað kemur at ávirka trivnað og mentan í oynni, at tað bert er pláss fyri 12 ferðandi umborð á Hasfjord? Viðmerkingar: Á almennum fundi 13. februar í Skopun, greiddu stjóri og onnur umboð fyri Strandfaraskip Landsins (SSL) frá, hvørjar tillagingar verða gjørdar á leið 60 og 61 í tíðarskeiðnum fram til Sandoyartunnilin er liðugur. Frá fólki, sum vóru á fundinum, verður sagt, at umboðini fyri SSL m.a. boðaðu frá, at tveir teir seinastu túrarnir á degnum verða tiknir av ferðaætlanini hjá Teistanum, og í staðin skal ferjan Hasfjord røkja hesa siglingina. Sambært umboðunum frá SSL var orsøkin manglandi játtan. Gongst sum ætlað, verður koyrandi millum Streymoynna og Sandoynna í 2023. Tað eru altso í minsta lagi trý ár eftir, har fólk og virksemi í Sandoynni í stóran mun eru tengd at almennu samferðsluni. Spyrjarin vitjar javnan á Sandoynni og hevur ongantíð upplivað, at tað hava verið færri enn 12 fólk við seinasta túrinum. Eru tiltøk ella veitslur í oynni eru tað stórir bólkar av fólki, sum hava fyri neyðini at sleppa heim aftur við einum av kvøldtúrunum. Tað undrar spyrjaran, at tað verða gjørdar so stórar tillagingar á leiðini so langt áðrenn tunnilin er liðugur. Sannlíkt fer hetta at hava neiliga ávirkan á trivnaðin í oynni. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 2. mars 2020 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --