← Løgtingsmál

52-059/2019

Um landskassans part av útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
059.19 Svar fra J. Niclasen til S. Stenberg - at landid figgjar skadar a grotkost sum eru fari i storminum kring landid.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 17. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 16. mars 2020
J. nr.: 20/00101-2
Viðgjørt: EJ
Svar uppá spurning nr. 59/2019 eftir § 52a í tingskipanini
Spurningur frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um landskassans part av útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum eru farin í
ódnarveðrinum.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at landskassin skal bera part av útreiðslunum at umvæla
grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar?
2. Um so er, hvussu stóran part?
Svar:
Spurningurin snýr seg um umvælingar av kommunalum grótkøstum, men hóast kommunurnar
hava ábyrgd av egnum viðurskiftum, eru dømi um, at landskassin fyrr hevur borið part av
útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum hava fingið skaða undir líknandi umstøðum. Í sambandi
við skaðarnar, sum hendu í Skálavík og Hvalba í 2008, lat landskassin ávikavist 400 tús. kr. og
900 tús. kr., ið runt roknað svaraði til umleið ein tíggjundapart av umvælingarkostnaðinum.
Aftaná ódnina um mánaðarskiftið er frætt um skaðar á grótkøst o.a. ymsa staðni í landinum. Í
onkrum førum er kanska enntá talan um so stórar skaðar, at avvarðandi kommunur lutfalsliga eru
ov smáar fíggjarligar eindir til einsamallar at bera kostnaðin av at endurbøta skaðarnar.
Samband hevur verið millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um hesi viðurskifti, har m.a.
møguleikin við einum vanlukkugrunni varð umrøddur. Uttan mun til, hvør loysnin verður, er tó
greitt, at fleiri spurningar mugu viðgerðast í hesum sambandi.
Her eru avbjóðingar, men enn er ov tíðliga at gera endaliga niðurstøðu.
Tinganes, 16. mars 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
059.19 Spurningur til J. Niclasen fra S. Stenberg - at landid figgjar skadar a grotkost sum eru fari i storminum kring landid.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 3. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
Sirið Stenberg Nr. 59/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um landskassans part av útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum eru farin í
ódnarveðrinum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at landskassin skal bera part av útreiðslunum at umvæla grótkøst,
sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar?
2. Um so er, hvussu stóran part?
Viðmerkingar:
Í ódnarveðrinum, sum júst hevur verið, vórðu stórir skaðar kring landið. Í Hvalba og í Porkeri hava
grótkøstini fingið stóran skaða. Møguliga er tað eisini støðan aðrastaðni í landinum, og í so fall
fevnir spurningurin eisini um hesi støðini.
Havnarløgini eru í nógvar mátar partur av tilverugrundarlagnum um landið, men hetta er ein serlig
støða, sum kommunurnar ikki hava havt møguleika at leggja upp fyri.
Tá ið slíkir skaðar hava verið áður, hevur landið verið við at fíggja umvælingina. Tí er spurningurin,
um landsstýrismaðurin heldur, at landið í hesum føri eigur at hjálpa til, so at havnarløgini skjótast
gjørligt kunnu vera gjørd aftur.
Á Løgtingi, 2. mars 2020
Sirið Stenberg

-- 1 of 1 --