52-058/2019
Rætturin at arbeiða fulla tíð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mar. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
058.19 Svar fra H. Abrahamsen til J. Joensen - raetturin at arbeida fulla tid.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Helgi Abrahamsen Nr. 58/2019 landsstýrismaður Svar uppá § 52 a fyrispurning frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 58/2019, viðvíkjandi rættinum til at arbeiða fulla tíð. Spurningurin var soljóðandi: Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja starvsfólki hjá tí almenna rættin til at arbeiða fulla tíð? Svar: Tað er eitt grundleggjandi arbeiðsrættarligt prinsipp, at arbeiðsgevarin hevur rættin til at leiða og fordeila arbeiðið. Tað eru bert fáar avmarkingar, sum skerja leiðslurættin hjá arbeiðsgevarum. Hesar eru t.d. høvuðsavtalur, sáttmálar, lóggáva ella siðvenja. Ein skerjing av leiðslurættinum í Føroyum er lógin um 40 tímars arbeiðsviku. Tað merkir, at arbeiðsvikan í mesta lagi er 40 tímar. Summi fakfeløg hava samrátt seg til styttri arbeiðsviku. Sum víst verður á í spurninginum, eru heilsuhjálparar og heilsurøktarar í stóran mun sett í parttíðarstørv, og flestu størvini, ið lýst verða leys innan hesi yrki, eru parttíðar størv. Orsøkin til hetta er helst, at arbeiðið hjá heilsuhjálparum/ -røktarum oftast er í 3 skiftis vaktum, og tá kann tað vera ógjørligt at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at reglur um hvílutíð verða hildnar, um starvsfólkini skulu arbeiða 40 tímar um vikuna. Tað eru í stóran mun kvinnur, ið hava hesi størvini. Árini fram til 2013 (nýggjastu tølini í Hagtalsgrunninum) arbeiddi helvtin ella meira enn helvtin av arbeiðsvirknu kvinnunum færri enn 35 tímar í vikuna. Sambært Manntal frá 2011 ynsktu 20 % av kvinnum, sum arbeiddu færri enn 35 tímar um vikuna, at arbeiða fleiri tímar, meðan 80 % arbeiddu niðursetta tíð eftir egnum ynski. Manntal 2011 vísti somuleiðis, at 3. hvør kvinna, sum arbeiddi 35 tímar um vikuna ella meira, ynskti sær færri tímar. Sostatt arbeiðir stórur partur av kvinnuligu arbeiðsfjøldini niðursetta tíð eftir egnum ynski. Men hagtølini vísa samstundis eisini, at eitt ávíst tal av kvinnum ynskir at fara upp í tíð, og hevði tað verið vinningur fyri arbeiðsmarknaðin sum heild, um hesar kvinnur sluppu at arbeiða fulla tíð. Heilsurøktarafelag Føroya gjørdi eina trivnaðarkanning millum limirnar í 2013, har tað m.a. varð staðfest, at 93% av teimum spurdu sum heild vóru nøgd í sínum starvi. 85% av heilsurøktarunum arbeiddu parttíð. 19% høvdu spurt um at sleppa upp í tíð; hjá 7 prosentstigum varð umbønin eftirlíkað, meðan umbønin ikki varð eftirlíkað hjá 12 prosentstigum. Sambært leiðaranum í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum sleppa tey, ið ynskja tað, upp í tíð, um tað letur seg gera á viðkomandi arbeiðsplássi. Tað eru helst starvsfólk á eldraøkinum, sum hava upplivað ikki at sleppa upp í tíð, tí tað ikki hevur verið møguligt at játta fleiri tímar til júst tað -- 1 of 2 -- 2 / 2 arbeiðsplássið. Annars er tað fatanin hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at fleiri ynskja at arbeiða eitt lægri tímatal og so taka eyka vaktir, har tey sjálv kunnu avgera, hvørjar vaktir tey taka. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava avtalað at gera eina kanning av í hvønn mun, tað er møguligt hjá heima- og heilsuhjálparum at verða settir við hægri setanarbrøki/fullum setanarbrøki. Ætlanin er at kanna hesi viðurskifti í sáttmálaskeiðinum 2019- 2021. Kanningin fer helst at geva eina ábending um, hvussu nógv av starvsfólkunum innan heilsurøktarøkið hjá kommununum ynskja at arbeiða fulla tíð, men ikki sleppa tað. Nevnast kann eisini, at Hagstova Føroya í næstum fer at savna inn lønarhagtøl, sum eftir ætlan verða almenn seint í ár. Lønarhagtølini fara at vísa, hvussu nógv føroyski løntakarin arbeiðir, og hvat kostnaðurin av einum arbeiðstíma er. Tað fer at bera til at síggja hagtøl fyri allar starvsbólkar. Sjálvandi hevði tað verið ynskiligt, at øll, sum ynskja at arbeiða fulla tíð, sleppa tað. Men ivasamt er, um hetta á skynsaman hátt kann tryggjast við lóg. Hevði tað verið tryggjað við lóg, at starvsfólk í tí almenna kunnu arbeiða 40 tímar um vikuna, hevði tað reist nøkur vandamál. Arbeiðsgevarar kundu t.d. komið í ta støðu at skula seta fólk upp í tíð, hóast arbeiði ikki var til fulla tíð. Eitt dømi: Trý starvsfólk arbeiða á einum arbeiðsplássi. Øll arbeiða parttíð, og tilsamans er talan um tvey fulltíðarstørv. Søkja tvey av starvsfólkunum um at sleppa upp í fulla tíð, skal so tað triðja starvsfólkið sigast upp? Eitt annað viðkomandi sjónarmið er, at tað hevði skapað ein mismun millum arbeiðstakarar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, um ein tílík lóg bert fevndi um almenna arbeiðsmarknaðin. Í Danmark er avtala gjørd millum regiónirnar og ein hóp av fakfeløgum um, at heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða á sjúkrahúsunum, kunnu sleppa upp í fulla tíð, um tey ynskja tað. Hetta haldi eg vera tað rætta; at avtala verður gjørd millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum um viðurskiftir, sum tey ynskja at broyta. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 6. mars 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
058.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra J. Joensen - raetturin at arbeida fulla tid.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 58/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini §52 a Fyrispurningur viðvíkjandi rættinum til at arbeiða fulla tíð, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS §52 a). Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja starvsfólki hjá tí almenna rættin til at arbeiða fulla tíð? Viðmerkingar: Heilsuhjálparar og heilsurøktarar eru í stóran mun í starvi hjá tí almenna – annaðhvørt hjá landi ella kommunum. Ein stórur partur av hesum fakbólkum eru kvinnur, og ein stórur partur arbeiðir niðursetta tíð. Meðan summi vilja arbeiða niðursetta tíð, eru tað onnur, sum gera tað, tí at tey ikki hava møguleika til annað. Flestu størv, sum verða lýst leys á hesum økinum, verða lýst sum parttíðarstørv. Tað hevur við sær, at vit í dag hava nógvar faklærdar heilsuhjálparar og heilsurøktarar, sum mugu átaka sær hjástørv, t.d. vaskistørv, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt, og tað er stórur tørvur á fólki á umsorganarøkinum. Tí kann tað tykjast sum ein andsøgn, at faklærd starvsfólk á økinum ikki sleppa at arbeiða fulla tíð. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at hesir fakbólkar teljast millum tey lægst løntu í okkara samfelag. Við einum parttíðarstarvi verður lívsinntøkan og harvið pensjónsuppsparingin eisini lægri. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 21. februar 2020 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --