52-057/2019
Teksting av føroyskum sjónvarpssendingum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mar. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
057.19 Svar fra J. av Rana til R. Vang - teksting av foroyskum sjonvarpssendingum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. mar. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 5. mars 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-45 Svar upp á fyrispurning nr. 57/2019 eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur frá Ruth Vang, løgtingskvinnu, um teksting av føroyskum sjónvarpssendingum, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við málið, soleiðis at allar føroyskar sjónvarpssendingar, sum verða sendar í KvF, verða tekstaðar? 2. Um ja, nær kann væntast, at allar føroyskar sjónvarpssendingar verða tekstaðar? Svar Til 1: Sitandi samgonga hevur sett í samgonguskjalið, at teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast. Eitt stig á leiðini er tikið við, at játtanin til “Loftmiðlatilfar” er hækkað við 200 tús. kr. í 2020. Játtanin til loftmiðlatilfar er ætlað sum ein public service-tænasta til teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum á sjónvarpsmiðlinum hjá Kringvarpi Føroya, og hækkingin skal vera við til at styrkja hesa teknmálstulking og teksting. Eg havi vent mær til KvF og spurt, um ein ætlan er fyri, hvussu økta játtanin verður gagnnýtt. KvF hevur svarað, at tað er teirra fatan, at brúkararnir ynskja mest, at tað er Dagur og Vika, sum verður tekstað. Tær 200.000 krónurnar røkka ikki til at teksta allar fýra tíðindasendingarnar í sjónvarpinum, og tí er uppskotið hjá KvF at teksta innsløg í Degi og Viku. Hetta merkir, at innsløgini eru tøk við teksti á heimasíðuni hjá KvF dagin eftir sendingina. Sostatt kunnu tey, sum ikki hoyra so væl, fylgja betri við í aktuellum samfelagsviðurskiftum. Ein slík skipan er at meta sum eitt munandi framstig í mun til í dag, har tíðindasendingarnar í sjónvarpi ikki verða tekstaðar. Enn ber ikki til at siga við vissu, hvussu langt upphæddin røkkur. Tó fer hon at røkka til flestu innsløgini í Degi og Viku. Til 2: Í sambandi við fíggjarlógararbeiðið fyri 2020 bað Uttanríkis- og mentamálaráðið Kringvarp Føroya um eina støðulýsing viðv. teksting av sendingum á sjónvarpsmiðlinum. KVF greiddi í oktober 2019 frá, at 1,2 starvsfólk arbeiða við at týða serliga barnasendingar, so tær antin hava føroyska talu ella føroyskan tekst. Umframt hetta verður hóskvøldsdokumentarurin tekstaður og er tøkur við teksti á netinum sama kvøld, sum hann -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo verður sendur fyrstu ferð í sjónvarpinum. Tá dokumentarurin verður endursendur fyrstu ferð, er tað við føroyskum teksti. KVF vísir við dagførdum tølum á tríggjar møguleikar fyri at menna økið, alt eftir hvør játtan er tøk til arbeiðið: Leið 1 – D&V og dokumentarar · At teksta og rehearsa D&V fýra ferðir um vikuna (120 min.) tekur uml. 30 t. um vikuna svarandi til uml. 0,75 ársverk, sum kostar uml. 376 tús. kr. um árið · At teksta og rehearsa hóskvøldssending (50 min.) tekur uml. 20 t. um vikuna svarandi til uml. 0,5 ársverk, sum kostar uml. 250 tús. kr. (verður gjørt í dag). Leið 2 – Átrúnaður og ítróttarsendingin 3-2 · At teksta og rehearsa guðstænastur og andaktir (70 min.) tekur uml. 16 t. um vikuna svarandi til 0,4 ársverk, sum kostar uml. 200 tús. kr. um árið. · At teksta og rehearsa 3-2 eina ferð um vikuna (30 min.) tekur uml. 6 t. um vikuna svarandi til uml. 0,15 ársverk, sum kostar uml. 75 tús. kr. um árið. Leið 3 – útlendskt tilfar · At týða og teksta alt útlendskt tilfar tekur uml. 540 t. um vikuna (vika 37 nýtt sum útgangsstøði). Tað svarar til uml. 14 ársverk, sum kosta uml. 7 mió. kr. um árið. Sum landsstýrismaður við ábyrgd av fjølmiðlunum og føroyskum málpolitikki fari eg at virka fyri, at Kringvarpið, sum public service-stovnur, framyvir raðfestir, at allir føroyingar, eisini tey deyvu og tey, ið hava ringa hoyrn, fáa atgongd til allar føroyskar sendingar, sum sendar verða í KVF. Hetta er skylda stovnsins, og hetta fer samstundis at styrkja og verja føroyska málið. Stovnurin metir, at trupult er at raðfesta teksting hægri, uttan at tað gongur út yvir annað virksemi á stovninum, men eg meti, at vit í felag eiga at finna eina loysn av hesum avbjóðingum. Eitt gylt høvi, sum liggur beint framman stavn, er nú public service-sáttmálin skal endurnýggjast frá 1. januar 2021. Í tí sambandi fara partarnir í næstum undir at samráðast um, hvørjar raðfestingar og ásetingar eiga at vera við, undir hesum eisini møguligar ásetingar um teksting. Eg fái í løtuni ikki sagt, nær allar føroyskar sjónvarpssendingar verða tekstaðar, men um hugt verður at upphæddunum, sum krevjast, átti tað at borið til at fingið tað at eydnast (leið 1 og 2). Tað hevði sjálvandi eisini verið ynskiligt at kunnað raðfest leið 3, men tað verður væntandi ikki fyrsta dagin, at tað fer at bera til. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
057.19 Spurningur til J. av Rana fra R. Vang - teksting av foroyskum sjonvarpssendingum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 25. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 57/2019 Ruth Vang løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um teksting av føroyskum sjónvarpssendingum, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við málið, soleiðis at allar føroyskar sjónvarpssendingar, sum verða sendar í KVF, verða tekstaðar? 2. Um ja, nær kann væntast, at allar føroyskar sjónvarpssendingar verða tekstaðar? Viðmerkingar: Síðani løgtingssamtyktina frá mai 2009, hevur ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verið galdandi í Føroyum, og hevur Løgtingið við samtyktini bundið seg til at fremja batar fyri fólk við breki. Landsstýrið letur ST frágreiðing 4. hvørt ár, sum lýsir og metir um, í hvønn mun ST sáttmálar verða uppfyltir. Í 2014 varð sokallað skuggafrágreiðing gjørd, har MBF gjørdi viðmerkingar til frágreiðingina hjá landsstýrinum um støðuna viðvíkjandi sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Niðurstøðan var, at batar vóru neyðugir. Millum annað var neyðugt at betra um møguleikar hjá tunghoyrdum og deyvum til almenna kunning, so tey ikki verða útihýst frá at fylgja við tí, sum hendir í okkara samfelag. ST-nevndin álegði landsstýrinum at tryggja bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atgongd til allar sendingar, ið KVF sendir. Umleið sætti hvør føroyingur hevur eitt hoyribrek, sum m.a. ger tað trupult ella ómøguligt at fylgja við í føroyskum sjónvarpssendingum, sum ikki eru tekstaðar. Hesum 8000 føroyingum er álagt at rinda kringvarpsgjald eins og øðrum. Nakað er hent á økinum seinnu árini, tá tað kemur til teknmálstulking, og eisini verða flest allar føroyskar dokumentarsendingar tekstaðar, men enn er tó ikki komið á mál. KVF hevur boðað HOYR, felagnum fyri hoyribrekað, frá, at neyðugt er við játtan til 1,5 starv afturat, um allar sendingar skulu tekstast. Tað merkir eitt nú, at seinna sendingin av Degi og viku á kvøldi kann sendast tekstað. Nú 3. mars, ið er altjóða hoyridagur, nærkast, fari eg at nýta høvi at spyrja landsstýrismannin um teksting av føroyskum sjónvarpssendingum í KVF. Á Løgtingi, 24. februar 2020 Ruth Vang -- 1 of 1 --