← Løgtingsmál

52-056/2019

Ójøvnu prísásetingina hjá Landsverki

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
056.19 Svar fra J. Niclasen til B. Sandoy - prisaseting hja LV.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 3. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 2. mars 2020
J. nr.: 20/00075-2
Svar uppá spurning nr. 56/2019 eftir § 52a í tingskipanini
Spurningur frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, um ójavna prísáseting hjá Landsverki.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at søluprísurin av skervi verður tann sami
á Sandoynni sum aðrastaðni í landinum?
Svar:
Sum upplýst verður í viðmerkingunum til spurningin, framleiðir Landsverk ikki longur skerv í
Sandoynni. Landsverk upplýsir, at stovnurin frá 1978 til 2018 rak grótbrot við Krókafoss á Sandi,
men at alsamt broyttar fyritreytir á stovninum hava gjørt tað neyðugt at tillaga framleiðslu og
veiting av skervi og gróti. Í 2018 yvirtók tunnilsfelagið grótbrotið frá Landsverki.
Hóast Landsverk sostatt ikki longur hevur framleiðslu í Sandoynni ber tó framvegis til at fáa
hendur á skervi í oynni, tí Landsverk flytur skerv frá framleiðslueindunum á goymslu í Skopun.
Flutningurin fer fram við skipi, og Landsverk upplýsir, at hóast annar kostnaður er knýttur at
flutninginum, er tað bert kostnaðurin fyri sjálvan skipsflutningin, ið verður lagdur oman á prísin.
Aðrar útreiðslur, so sum lastvognakoyring, umskiping og vøru- og havnagjøld, stendur Landsverk
fyri.
Landsverk upplýsir í hesum sambandi, at júst viðvíkjandi knúsing og veiting av skervi, er ikki heilt
rætt at síggja Landsverk sum ein almennan stovn. Orsøkin er, at henda framleiðsla er partur av
inntøkufíggjaða virkseminum, sum skal hvíla í sær sjálvum. Landsverk upplýsir, at allar útreiðslur,
ið standast av hesum virksemi, skulu fíggjast við sølu av asfalti, skervi ella gróti, og at henda
tænasta ikki kemur undir alment virksemi.
Samanumtikið er støðan í dag soleiðis, at somu prísir eru galdandi við heinting av tilfari frá øllum
framleiðslueindum, men at partur av flutningskostnaðinum verður lagdur oman á prísin, um
Landsverk flytir tilfar á eina økisgoymslu nærri kundanum.
Í løtuni er støða ikki tikin til, um ætlanin er at broyta hesa skipan.
Tinganes, 2. mars 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
056.19 Spurningur til J. Niclasen fra B. Sandoy - prisaseting hja LV.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
Brandur Sandoy Nr. 56/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ójøvnu prísásetingina hjá Landsverki, settur landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at søluprísurin av skervi verður tann sami á Sandoynni
sum aðrastaðni í landinum?
Viðmerkingar:
Landsverk hevur í eitt mannaminni knúst og selt skerv í Sandoynni. Fyri nøkrum árum síðan gavst
Landsverk við at knúsa tilfar, og fór at føra tilfarið, ið tørvur var á í oynni, suður við skipi.
Landsverk hevur allatíðina hildið seg til, at somu prísir eru galdandi fyri øll sølustøð í landinum, í
Hundsarabotni, á Hústoft, í Porkeri, á Sundi og í Sandoynni.
Fyri einum ári síðan ella so valdi Landsverk tó at broyta hetta, soleiðis at sandoyingar nú skulu
gjalda 23% hægri prísir enn flestu aðrir landsins borgarar.
Landsverk er almennur stovnur. At almennir stovnar á hendan hátt ganga undan at gera mun á
landsins borgarum er uttanfyri alla rímiligheit.
Hóast SEV hevur eyka útreiðslur av at veita sandoyingum streym, gjalda sandoyingar tó ikki hægri
streymprís enn aðrir borgarar landsins.
Hóast Føroya Tele hevur eyka útreiðslur av at veita sandoyingum breiðband og telefoni, gjalda
sandoyingar tó ikki hægri prís enn aðrir borgarar landsins fyri hesar tænastur.
Hóast Posta hevur eyka útreiðslur av at bera post til og úr Sandoynni, gjalda sandoyingar sama prís
sum aðrir borgarar landsins.
Tí tykist tað serstakliga løgið, at landið gongur á odda við at gera tað 23% dýrari hjá familjum í
Sandoynni at planera sær eitt grundstykki, ella 23% dýrari hjá kommunum og vinnuni í Sandoynni
at gera vegir, útstykkingar o.a.
Hesin órættur má fáa ein enda, og tí verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann ætlar at broyta
hesi viðurskifti.
Á Løgtingi, 19. februar 2020
Brandur Sandoy

-- 1 of 1 --