← Løgtingsmál

52-055/2019

GPS tænastur

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. mar. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
055.19 Svar fra H. Abrahamsen til D.N. Joensen - GPS taenastur.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. mar. 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
uppá
fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-55/2019, viðvíkjandi
GPS-tænastum frá Umhvørvisstovuni til vinnuligt virksemi.
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví prísstøðið á landsumfatandi GPS tænastum, sum m.a.
byggivinnan brúkar í sínum virksemi, verður so høgt, sum boðað er frá av Umhvørvisstovuni?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við høgu gjøldini?
Svar:
Til spurning 1
Umhvørvisstovan hevur í tíðarskeiðinum 2016-2019 uppsett 4 GPS-basustøðir á 4 ymiskum
plássum, so støðirnar landafrøðiliga røkka um alt landið. Støðirnar eru í Klaksvík, Vestmanna,
Tórshavn og í Trongisvági.
Tað serliga við hesum nýggju GPS-tólunum er, at til ber at senda gps-korrektiónir til GPS-mátarar
gjøgnum internetið. Við nútímans mátiútgerð røkkur neyvleikin í landafrøðiligum mátingum nú
niður í 2 cm í størsta partinum av landinum.
GPS-basustøðirnar eru fyrst og fremst settar upp fyri at økja neyvleikan í allari landmáting hjá
Umhvørvisstovuni sum almennum landmátingar- og kortmyndugleika. Í øðrum lagi fyri at
Umhvørvisstovan við sínum mátingum kann luttaka í altjóða landafrøðiligum kanningarsamstarvi,
har eitt nú útrokningar verða gjørdar av, hvussu Føroyar førka seg og hvønn veg hellið á oyggjunum
broytist. Í triðja lagi – sum avleidd tænasta - kunnu nýggju hentleikarnir eisini brúkast av øðrum,
sum hava áhuga í neyvum landmátingum.
Umhvørvisstovan hevur ikki boðið tænastuna út alment enn. Kunningin um nýggju tøkniligu hent-
leikarnar er gingin munn av munni í vinnuni og síðani hava áhugaðir brúkarar, eftir umbøn, fingið
útflýggjað brúkaranavn og loyniorð frá Umhvørvisstovuni til at binda seg í GPS-skipanina. Somu
brúkarar hava eisini fingið ein teldupost frá Umhvørvisstovuni við kunnleika um, at talan er um eina
ókeypis royndartíð og at tað væntandi fer at kosta 1000 kr/mð (+mvg) fyri hvørt tól, óansæð um
talan er um annað alment, kommunalt ella privat virksemi.
Nú ein ávísur áhugi og tørvur er staðfestur, umhugsar Umhvørvisstovan at bjóða GPS-tænasturnar
út alment og fyri ein ávísan kostnað. Heimild er fyri hesum í § 12 í kongligu fyriskipanini um
Stedbestemt Information. Ein kostnað, sum skal dekka ein part av almenna kostnaðinum fyri
viðlíkahald, rakstur og regluliga endurnýggjan av tólum, so hvørt tey gerast ov gomul. Fyribils er
mett, at ein mánaðarligur kostnaður á 1.000 kr. pr. brúkara pr. mánað, er eitt hóskandi prísstøði,
eisini í mun til, hvat onnur kunnu bjóða slíkar tænastur fyri. Ein brúkari, t.d. eitt virki við einari
gravimaskinu, skal so í mesta lagi gjalda 12.000 kr. árliga. Eru 3 maskinur, verður kostnaðurin

-- 1 of 2 --

2 / 2
36.000 kr. árliga. Tá sleppa hesar fyritøkur undan at gera íløgur í egnar GPS-basustøðir og
viðlíkahald. Viðmerkjast skal tó, at enn er onki ítøkiligt prísuppskot orðað og heldur ikki
viðskiftatreytirnar.
Sum nevnt omanfyri, so eru nevndu GPS-basustøðir ikki settur upp við tí endamáli at veita øðrum
almennum stovnum, kommunum ella privatu vinnuni ókeypis ella kappingaravlagandi GPS-
tænastur. Talan er heldur um avleiddar tænastur, sum kunnu bjóðast øðrum fyri kappingarføran prís,
um ynski er um tað.
Til seinna spurningin er at siga, at landsstýrismaðurin ikki fer at leggja seg út í málið, fyrr enn eitt
ítøkiligt útspæl er komið frá Umhvørvisstovuni um prísstøði og viðskiftatreytir. Roknað verður við,
at Umhvørvisstovan ger eitt uppskot til kunngerð um prís fyri GPS-korrigerandi tænastur við
heimild í § 12 í kongligu fyriskipanini um Stedbestemt Information, sum verður send viðkomandi
áhugapørtum til hoyringar, áðrenn gjald verður ásett. Tástani kann landsstýrismaðurin taka støðu til
møguligt prísstøði og viðskiftatreytir.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 4. mars 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
055.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra D.N. Joensen - GPS taenstur.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
Djóni Nolsøe Joensen Nr. 55/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini §52 a
Fyrispurningur viðvíkjandi GPS tænastum, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS §52 a)
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví prísstøðið á landsumfatandi GPS tænastum, sum m.a.
byggivinnan brúkar í sínum virksemi, verður so høgt, sum boðað er frá av Umhvørvisstovuni?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við høgu gjøldini?
Viðmerkingar:
Seinastu árini er tað blivið meira og meira vanligt at brúka GPS skipanir í m.a. byggivinnuni fyri at
røkka betri og neyvari úrslitum. Ja, so líðandi er hetta við GPS skipanum blivið meira ella minni eitt
krav frá fleiri ráðgevum og byggiharrum kring landið; eisini almennum. Nógvar størri og minni
fyritøkur hava lagað seg til hesi krøv og hava brúkt nógvan pening til íløgur fyri at kunna fylgja við
krøvunum.
Í eina tíð hava føroyskar fyritøkur keypt tænastuna frá einum privatum, donskum veitara, men
síðani er Umhvørvisstovan (US) farin undir at veita tænastuna ókeypis í eina royndartíð. Hetta
hevur havt við sær, at danski veitarin, sum hevur veitt tænastuna fyri ein rímiligan prís, hevur valt at
gevast. Í einum telduposti til fyritøkur, sum nýta GPS tænastur, boðaði US fyrst í desember mánaði
frá, hvar prísstøðið kemur at liggja, tá ókeypis royndartíðin er av. Talan er um eitt prísstøði, sum er
fleiri ferðir hægri enn tað, ið privatu donsku veitararnir kundu bjóða. Fíggjarliga er tað sera dýrt at
arbeiða við GPS skipanum, serliga hjá teimum smærru fyritøkunum, og tí verður tað sum steinur
oman á byrðu, um US fer at krevja so stór gjøld fyri GPS tænastur, sum teir hava boðað frá.
GPS tænasturnar eru neyðugar í framtíðarbygging av vegum og bygningum, og tí er tað av sera
stórum týdningi fyri m.a. byggivinnuna, at tænasturnar ikki hava nakran okurskostnað við sær.
Serliga um tað almenna skal vera veitarin. Tá er stórur vandi fyri, at fyritøkur fara at velja at lata
vera við at menna seg tøkniliga orsakað av kostnaðinum. Og soleiðis lata ivasamari úrslit frá sær
enn brúk er fyri. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 24. februar 2020
Djóni Nolsøe Joensen

-- 1 of 1 --