← Løgtingsmál

52-054/2019

Ætlanin at hækka samanlagda bundna eftirlønargjaldið til 21%,

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. feb. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
054.19 Svar fra J. Niclasen til K. Hafoss - aetlanir hja landsstyrinum at okja ojavnan.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
FÍ G GJ A R M Á L A R Á Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27. februar 2020
J. nr.: 20/00068-2
Viðgjørt: JEK
Svar uppá spurning nr. 54/2019 eftir § 52a í tingskipanini
Fyrispurningur frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen,
landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ætlanina at hækka samanlagda bundna
eftirlønargjaldið til 21%.
Spurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at rinda samanlagt 21% av lønini í bundnum
eftirlønargjaldi og gjaldi til Samhaldsfasta frá løntakara og arbeiðsgevara?
2. Hví ætlar landsstýrismaðurin at hækka bundna eftirlønargjaldið til eginpensjón úr 12% upp í
15%?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at lækka útgjaldið úr Samhaldsfasta og inngjaldið á tilsamans 6%
frá arbeiðstakara og arbeiðsgevara til Samhaldsfasta?
4. Heldur landsstýrismaðurin, at hækking av bundna eftirlønargjaldinum økir ójavnan millum
láglønt og hálønt á arbeiðsmarknaðinum, og tá tey gerast pensjonistar?
Svar:
Kristina Háfoss, løgtingskvinna hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein skrivligan
fyrispurning í sambandi við, at uppskot til broyting av eftirlønarlógini er sent til hoyringar.
Tað er umráðandi, at lógartilgongdin far loyvi at virka. Eftir hoyringar hava verið, verða tær
viðgjørdar og møguligt lógaruppskot gjørt, sum verður lagt fyri Løgtingið. Tað er tá, at slíkir
spurningarnir skulu setast.
Tinganes, 27. februar 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
054.19 Spurningur til J. Niclasen fra K. Hafoss - aetlanir hja landsstyrinum at okja ojavnan.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 14. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss Nr. 54/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ætlanina at hækka samanlagda bundna eftirlønargjaldið til 21%, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at rinda samanlagt 21% av lønini í bundnum
eftirlønargjaldi og gjaldi til Samhaldsfasta frá løntakara og arbeiðsgevara?
2. Hví ætlar landsstýrismaðurin at hækka bundna eftirlønargjaldið til eginpensjón úr 12% upp í
15%?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at lækka útgjaldið úr Samhaldsfasta og inngjaldið á tilsamans 6% frá
arbeiðstakara og arbeiðsgevara til Samhaldsfasta?
4. Heldur landsstýrismaðurin, at hækking av bundna eftirlønargjaldinum økir ójavnan millum
láglønt og hálønt á arbeiðsmarknaðinum, og tá tey gerast pensjonistar?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur sent lógarbroyting til hoyringar. Talan
er um týðandi broyting í løgtingslóg um eftirløn. Hetta er eisini ein broyting, ið er enn eitt átak, sum
fer at undirgrava pensjónsnýskipanina, ið varð samtykt í undanfarna valskeiði – og enn eitt átak, ið
økir ójavnan millum láglønt og hálønt.
Millum týðandi málini í pensjónsnýskipanini vóru:
- At tryggja øllum eina góða pensjón, at minka ójavnan og herímillum at tryggja, at pensjonistar
uttan aðra inntøku skuldu fáa meira at liva av.
- At meira varð spart upp í felag, og tí varð kravið til inngjald til egna pensjón lækkað.
- At minni partur av pensjónini hjá fólki í Føroyum varð forskattaður, so fíggjarliga haldførið hjá
vælferðarsamfelagnum varð styrkt nú og frameftir.
Tí varð lógarkravda inngjaldið til eginpensjón lækkað úr 15% av lønini niður í 12%. Hesin partur
verður forskattaður og verða 0 kr. rindaðar í skatti til land og kommunur, tá fólk gerast pensjonistar.
Eisini økir hesin parturin av eftirlønini ójavnan millum pensjonistar, tá teir røkka pensjónsaldri.
Samstundis varð inngjaldið til Samhaldsfasta hækkað úr 1,75% upp í 3% frá arbeiðstakara og úr
1,75% upp í 3% frá arbeiðsgevara. Samanlagt verður sostatt rindað 6% í Samhaldsfasta. Hesin
partur verður skattaður við útgjald. Í staðin fáa arbeiðsgevarar frádrátt fyri inngjaldið og løntakarar
hava botnfrádrátt í lands- og kommunuskatti. Henda broyting var tí eisini við til at styrkja
fíggjarliga haldførið og møguleikan hjá landi og kommunum at veita vælferðartænastur – so sum
eldrarøkt og heilsuverk – so hvørt vit gerast fleiri eldri.
Samanlagt eru føroyingar sostatt álagdir við lóg at rinda 18% av lønini til pensjónsuppsparing, t.e.
eginpensjón og Samhaldsfasti. Hartil fáa øll fólkapensjón og rinda part av lønini umvegis landsskatt
til hesa pensjón.

-- 1 of 2 --

Hóast hetta kemur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú við lógarbroyting, ið skal áleggja
løntakarum at rinda 3% afturat í eftirlønargjaldi. Harvið verður komið upp á heili 21% í
lógarbundnum inngjaldi til eftirløn. Við hesi broyting verður meira tikið av lønini, meðan ein er á
arbeiðsmarknaðinum, og fara fólk at fáa munandi lønarhækking, tá tey fara av
arbeiðsmarknaðinum.
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 14. februar 2020
Kristina Háfoss

-- 2 of 2 --