52-053/2019
Farloyvi til kommunustýrislimir
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. feb. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
053.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Mortensen - farloyvi til kommunustyrislimir.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning nr. 53/2019 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, um farloyvi til kommunustýrislimir (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Í svari til § 52 a fyrispurning (49/2019) vísir landsstýrismaðurin til donsku kommunulógina sum grundgeving fyri, at lógartulking og siðvenjan í Føroyum um at kommunustýrislimur ikki kann taka sæti aftur áðrenn samfullar 14 dagar skal broytast. Veit landsstýrismaðurin, at í donsku lógini er skeiðið minst ein mánaða, og leggur landsstýrismaðurin ongan týdning í, at hesar orðingar eru valdar frá, tá man í 2000 skrivaði føroysku kommunulógina við neyvum íblástri frá donsku lógini? 2. Hvør er prinsipielli munurin á ásetingini og viðmerkingunum til ásetingina í § 18 í kommunustýrislógini um at kunnu fara úr starvi sínum í í minsta lagi 14 samfullar dagar, og ásetingini í Tingskipanini § 63 um farloyvi í í minsta lagi 7 dagar? 3. Hvussu kann landsstýrismaðurin tryggja, at kommunustýrislimur ikki brúkar hesa broyttu tulkingina til at sleppa sær undan borgaraskyldu síni at taka støðu í málum, sum eru løgd kommunustýrinum at taka avgerð um? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta kommunustýrislógina, so hon samsvarar við nú broyttu siðvenjuna og ásetingina í donsku kommunulógini, so at eingin ivi er um tulkingina frameftir? Svar: Til nr. 1 Orðingin í donsku kommunustýrislógini, § 15, stk. 2, 1. pkt. er soljóðandi: Når kommunalbestyrelsesens formand får meddelelse om eller på anden måde får kendskab til, at et medlem vil være forhindret i at varetage sine kommunale hverv i en forventet periode af mindst 1 måned på grund af sin helbredstilstand, graviditet, barsel eller adoption, varetaglese af andet offentligt hver, forretninger eller lignende, indkalder formanden stedfortræderen til førstkommende møde i kommunalbestyrelsen. Ásetingin í kommunustýrislógini, § 18, stk. 2 er soljóðandi: Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð. Innihaldið í § 15, stk. 2, 1. pkt. í donsku kommunustýrislógini er í høvuðsheitum tað sama sum í § 18, stk. 2 í føroysku kommunustýrislógini. Ávísir munir eru tó. Ein munur er, at í Danmark fáa tiltakslimir fundarboð, um kommunustýrislimi væntandi berst frá at røkja starvið í minsta lagi í ein mánað. Í Føroyum skal væntaða fráveran sambært ásetingini vera í minsta lagi 14 dagar, áðrenn -- 1 of 2 -- tiltakslimur skal verða boðsendur. At tíðarskeiðið er styttri í Føroyum enn í Danmark, broytir ikki upp á tulkingina av ásetingini. Til nr. 2 Ásetingin í tingskipanini, § 63, stk. 1 er soljóðandi: Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi. Farloyvistíðin er í minsta lagi 7 dagar. Avgerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum. Ein munur á ásetingunum mann vera, at tingskipanin inniheldur áseting um rættin hjá einum tingmanni til farloyvi. Kommunustýrislógin hevur ikki slíka áseting um rættin hjá kommunustýrislimi til farloyvi. Kommunustýrislógin hevur tó ásetingar um, at tiltakslimur skal ella kann fáa fundarboð í ávísum førum, tá ið kommunustýrislimi berst frá at røkja sítt starv. Til nr. 3 Sum eisini greitt frá í svari upp á fyrispurning nr. 49/2019, hevur kommunustýrislimur sum meginregla skyldu til at røkja starvið sum kommunustýrislimur. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við kommunum, sbrt. § 48 í kommunustýrislógini, men landsstýrismaðurin kann ikki áleggja tvingsilsbøtur á kommunustýrislimir, fyri at fáa teir at møta á kommunustýrisfundi. Tvingsilsbøtur kunnu einans nýtast til at gjøgnumtvinga skyldur, sum liggja á kommunustýrinum og ikki til skyldur, ið liggja á einstøku kommunustýrislimunum, so sum møtiskylda. Kommunustýrislimur kann tó verða sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara, sbrt. kommunustýrislógini § 56, stk. 1. Til nr. 4 Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at lógin er greið hesum viðvíkjandi, og at tað ikki er neyðugt at gera viðurskiftini hesum viðvíkjandi greiðari. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 24. februar 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
053.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Mortensen - farloyvi til kommunustyrislimir.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen Nr. 53/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um farloyvi til kommunustýrislimir, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Í svari til § 52 a fyrispurning (49/2019) vísir landsstýrismaðurin til donsku kommunulógina sum grundgeving fyri, at lógartulking og siðvenjan í Føroyum um at kommunustýrislimur ikki kann taka sæti aftur áðrenn samfullar 14 dagar skal broytast. Veit landsstýrismaðurin, at í donsku lógini er skeiðið minst ein mánaða, og leggur landsstýrismaðurin ongan týdning í, at hesar orðingar eru valdar frá, tá man í 2000 skrivaði føroysku kommunulógina við neyvum íblástri frá donsku lógini? 2. Hvør er prinsipielli munurin á ásetingini og viðmerkingunum til ásetingina í § 18 í kommunustýrislógini um at kunnu fara úr starvi sínum í í minsta lagi 14 samfullar dagar, og ásetingini í Tingskipanini § 63 um farloyvi í í minsta lagi 7 dagar? 3. Hvussu kann landsstýrismaðurin tryggja, at kommunustýrislimur ikki brúkar hesa broyttu tulkingina til at sleppa sær undan borgaraskyldu síni at taka støðu í málum, sum eru løgd kommunustýrinum at taka avgerð um? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta kommunustýrislógina, so hon samsvarar við nú broyttu siðvenjuna og ásetingina í donsku kommunulógini, so at eingin ivi er um tulkingina frameftir? Viðmerkingar: Hetta er eitt heilt óvanliga prinsipielt mál, sum reisir tveir sera grundleggjandi spurningar um fólkaræði. Annar spurningurin er, undir hvørjum umstøðum umsitingin bara soleiðis kann velja at kúvenda frá eini fastari, gamlari og rótfestari lógartulking og siðvenju á einum øki við at vísa til eina danska lóg, sum man neyvt hevur brúkt sum íbástur, og við tí tilvitað hevur valt til og frá úr. Hin spurningurin er, hvussu vit skulu meta um starvið sum kommunustýrislimur. Um tað er eitt álitisstarv og eitt borgarligt umboð, sum hvør einstakur býráðslimur hevur fingið, og hevur skyldu til at røkja eftir bestu sannføring, ella um tað ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja, soleiðis sum hann ella hon finnur fyri gott. Á Løgtingi, 12. februar 2020 Heðin Mortensen -- 1 of 1 --