52-052/2019
Um kommunala útjavningarskipan
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. feb. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
052.19 Svar fra J. Niclasen til J. Joensen - kommunla utjavning.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 18. februar 2020 J. nr.: 20/00061-2 Svar uppá spurning nr. 52/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um kommunala útjavning. Spurningurin er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk kommunala útjavningarskipan? 2. Um so er, ætlar landsstýrismaðurin at skipa eina kommunala útjavningarskipan eftir serføroyskum viðurskiftum? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at ávísar treytir eiga at fylgja við eini kommunalari útjavningarskipan? Svar: Verandi lóggáva hevur longu dømi um skipanir, ið javna millum kommunur. Eitt nú var skattalógin í 1997 broytt soleiðis, at m.a. peningastovnar, tryggingarfyritøkur, telesamskiftis-fyritøkur og oljusølufyritøkur býta skattin millum tær einstøku kommunurnar í mun til fólkatalið í kommununum. Sambært ásetingunum um skatt til atvinnukommunur, skulu fyritøkur, ið hava virksemi í fleiri kommunum, eisini rinda skatt til allar hesar kommunur. Eitt annað dømi stavar frá 2014, tá ið eldraøkið varð lagt út til kommunurnar. Tá varð samtykt, at skattur av eftirlønarinngjøldum skuldi lutast kommununum eftir tali av borgarum, ið vóru 67 ár ella eldri, og ikki eftir, hvar eftirlønaruppspararin búði. Samstundis var ein serskipan gjørd fyri kommunurnar í Sandoyar sýslu, ið gav teimum nakað meira enn øðrum kommunum. Nevnast kann eisini, at tann munur í kommunalu inntøkunum, ið kemur av at løgtingið hevur samtykt serskipanir fyri DIS, FAS og annað, verður javnaður við at endurrinda kommunum skatt, ið tær missa av hesum ávum. Í løtuni eru ikki ætlanir um at seta aðra kommunala javningarskipan í verk, men í framtíðar lóggávu eigur støðan hjá ymsu kommununum sjálvsagt at verða umhugsað. Vit eiga tó altíð at tryggja kapping millum kommunur, eisini um skattgjaldarar, og tí eigur høvuðsábyrgdin fyri inntøku hjá kommununum at liggja hjá teimum sjálvum. Tinganes, 18. februar 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
052.19 Spurningur til J. Niclasen fra J. Joensen - kommunla utjavning.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 10. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
Jóhannis Joensen Nr. 52/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um kommunala útjavningarskipan, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk kommunala útjavningarskipan? 2. Um so er, ætlar landsstýrismaðurin at skipa eina kommunala útjavningarskipan eftir serføroyskum viðurskiftum? 3. Heldur landsstýrismaðurin, at ávísar treytir eiga at fylgja við eini kommunalari útjavningarskipan? Viðmerkingar Umframt skattainntøkur, fíggja kommunurnar í Føroyum eisini virksemi sítt við partafelagsskatti og brúkaragjøldum. Tað er stórur munur á inntøkunum hjá kommununum pr. borgara. Partvís tí at skattaprosentið er ymiskt, men eisini tí at tað er munur á miðalinntøkunum hjá borgarunum kring landið, og hvussu nógvar fyritøkur eru í teimum ymisku økjunum. Við nýggjastu broytingunum í fiskivinnuni, verður fiskivinnan aftur savnað á heilt fáum hondum í fleiri ár frameftir. Fiskivinnan hevur seinastu árini givið stórt avkast í teimum økjum í landinum, har reiðaríini hoyra heima. Tí er stórur munur á økjunum, sum hava kvotur, og teimum, sum ikki hava kvotur hoyrandi til økið. Virðiságóðin fellur einamest til ávís økir í landinum, sum harvið kunnu gera størri íløgur og veita eitt hægri tænastustøði til borgarnar. Útgangstøðið eigur tó at sammetast í mun til sama inntøkuskattaprosent. Tað er eisini ein sannroynd, at vit hava nakrar havnir, sum hava alla av- og áskiping í Føroyum. Trekkir ein íløgur og rakstur frá av- og áskiping í hesum havnum, liggur nógvur peningur eftir. Peningurin kemur einamest hesum kommununum tilgóðar. At tað er munur á, hvussu økini í landinum eru fyri fíggjarliga, er ein sannroynd. Hetta er eisini komið til sjóndar í sambandi við, at eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar. Meðan summar kommunur ella kommunueindir megnaðu at lofta uppgávuni, hava aðrar havt tørv á serskipanum fyri at fáa viðurskiftini at hanga saman fíggjarliga. Heldur enn at gera fleiri ósamanhangandi serskipanir fyri ymisk økir í landinum, kann tað vera skilagott at seta í verk eina kommunala útjavningarskipan. Soleiðis vildu vit til eina og hvørja tíð tryggjað okkum, at einki øki í landinum dragnar afturúr í menningini, og at virðini verða býtt javnari millum fólkið. Bý- og bygdarráð vilja tó sita við raðfestingarrættinum í økjunum. Øll hini Norðurlondini hava kommunalar útjavningarskipanir, og tí kann tað vera vert at hyggja at, hvussu hesi skipa seg. Kortini kann vera skilagott at hava serføroysku viðurskiftini í huga, skal ein kommunal útjavningarskipan skipast her á landi. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 10. februar 2020 Jóhannis Joensen -- 2 of 2 --