← Løgtingsmál

52-051/2019

Nýggjan húsarhaldsskúla

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. feb. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
051.19 Svar fra J. av Rana til B. Lowe - Husarhaldsskula.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Løgtingið
Tinghúsveg 3
100 Tórshavn
Dagfesting: 12. februar 2020
Tygara ref.:
Máltal.: 19/00017-42
Svar
upp á
fyrispurning nr. 51/2019 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini §
52a. Fyrispurningur um nýggjan húsarhaldsskúla, settur landsstýrismanninum í
undirvísingarmálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu langt er komið við ætlanunum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík?
2. Nær verður húsarhaldsskúlin liðugur?
3. Hvussu nógvum næmingum hevur nýggi skúlin pláss fyri?
4. Hvat væntast næmingagjaldið at verða?
5. Hvat hevur prosjektið kostað higartil?
Svar
Sum tað fyrsta vil landsstýrismaðurin vísa á, at talan er ikki um eina almenna verkætlan at
byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík, men um eina verkætlan hjá sjálvsognarstovninum
Húsarhaldsskúli Føroya, sum landsstýrismaðurin, við heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 9. mai
2019, kann stuðla við í mesta lagi 21 mió. kr. úr landskassanum. Stuðulin verður veittur sum eitt
rentufrítt og avdráttarfrítt lán.
Til 1: Sambært Húsarhaldsskúlanum er verkætlanin komin somikið langt, at næsta stig er at fara
undir prosjektering av bygninginum. Prosjektering og útbjóðing væntast at verða klárt í oktober
2020. Skúlin hevur í hesum sambandi víst á, at tørvur er á stuðli til henda partin av verkætlanini.
Eftir at bæði Klaksvíkar kommuna og Bústaðir, sum skal rinda kostnaðin fyri vistarpartin av
skúlanum, hava givið tilsøgn um stuðul til teirra part av prosjekteringskostnaðinum, hevur
Uttanríkis- og mentamálaráðið eftirfylgjandi givið skúlanum tilsøgn um stuðul til okkara part av
prosjekteringini.
Til 2: Sambært nýggjastu tíðarætlanini hjá Húsarhaldsskúlanum væntast skúlin at verða liðugur á
sumri í 2023.
Til 3: Sambært fyriliggjandi skipanaruppskoti um nýggjan húsarhaldsskúla skal skúlin hava
pláss fyri 35 næmingum, ið kunnu ganga og búgva í skúlanum.

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn
 +298 30 65 00 •  ummr@ummr.fo • www.ummr.fo
Til 4: Í viðmerkingunum til løgtingslógina um studningslán til at byggja húsarhaldsskúlan
stendur, at næmingagjaldið sambært fyriliggjandi figgjarætlan yvir raksturin av nýggja skúlanum
verður áleið kr. 3.200 um mánaðin. Tað er tó trupult at siga, um hetta verður endaliga
næmingagjaldið fyri húsarhaldsskeiðið, tí enn eru tað nøkur viðurskifti, sum kunnu ávirka
næmingagjaldið, ið skúlin ikki kennir neyvt.
Kostnaðurin fyri húsarhaldsskeiðið er í dag kr. 2.200 um mánaðin umframt tilmeldingarkostnað
og undirvísingartilfar. Fyri onnur styttri skeiðir, sum skúlin eisini fyriskipar, er kostnaðurin
ymiskur.
Til 5: Sambært Húsarhaldsskúlanum hevur prosjektið higartil kostað 800 tús. kr.
Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
051.19 Spurningur til J. av Rana fra B. Lowe - Husarhaldsskula.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
Nr. 51/2019
Beinta Løwe
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um nýggjan húsarhaldsskúla, settur landsstýrismanninum í
undirvísingarmálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu langt er komið við ætlanunum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í
Klaksvík?
2. Nær verður húsarhaldsskúlin liðugur?
3. Hvussu nógvum næmingum hevur nýggi skúlin pláss fyri?
4. Hvat væntast næmingagjaldið at verða?
5. Hvat hevur prosjektið kostað higartil?
Viðmerkingar:
Undanfarna samgonga játtaði 21 milliónir kr. í stuðli til byggingina. Eisini varð sagt í
svari til fyrispurning frá undanfarna løgmanni, at spakin væntandi fór at verða settur í
byggingina í juni 2019, og at skúlin fór at verða klárur at taka í nýtslu í 2021.
Lítið og onki hevur tó verið at hoyrt um byggingina í seinastuni. Tí verður hesin
fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 7. februar 2020
Beinta Løwe

-- 1 of 1 --