← Løgtingsmál

52-050/2019

Sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa barn

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. feb. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
050.19 Svar fra H. Abrahamsen til D.N. Joensen - sorgarfarloyvi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
1 / 2
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
fyrispurning frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 50/2019, viðvíkjandi
sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa barn.
Spurningurin var soljóðandi:
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa barn?
Svar:
Tá ið tað syrgiliga hendir, at eitt barn doyr, kunnu foreldur fáa eina sjúkramelding frá læknanum.
Ætlanin er ikki at gera eina serstaka skipan á arbeiðsmarknaðinum, sum endurrindar syrgjandi
foreldrum lønarmissin, til tey kunnu fara til arbeiðis aftur. Sum grundgeving fyri hesum kann m.a.
nevnast,
- at aðrar skipanir (starvsmannalógin, sáttmálar og dagpengaskipanin) longu lofta syrgjandi
foreldrum,
- at tað er individuelt, nær foreldur megna at fara til arbeiðis aftur, og tí er tað gott, at ein
lækni við jøvnum millumbilum tekur støðu til, hvussu foreldrini hava tað; læknin kann eisini
vísa foreldrunum víðari til sálarfrøðing, um mett verður, at tørvur er á tí,
- tað er trupult at seta mark á eina slíka skipan, tí at eitt barn er altíð barnið hjá sínum
foreldrum, eisini tá tað er vaksið, og spurnartekin kann eisini setast við, um tað ikki kann
vera ein eins stór sorg at missa ein annan kæran, t.d. makan.
Eg meti ikki, at tað er ein slíkur samanhangur millum tað at fáa eitt barn og tað at missa eitt barn, at
bæði skulu hoyra undir Barsilsskipanina. Barsilsskipanin er ein væl grundfest skipan, sum m.a.
hevur til endamáls, at allir løntakarar í mest møguligan mun fáa endurgjald fyri lønarmiss í
sambandi við barnsburð, men eisini at tryggja barninum samveru bæði við móðir og faðir.
Sum víst verður á í viðmerkingunum til fyrispurningin, hava vit í Føroyum eina góða barsilsskipan,
sum ger tað møguligt at vera burturi frá arbeiðsmarknaðinum, tá vit fáa børn. Barsilsskipanin rindar
eisini barsilspening til teirra, ið fáa deyðfødd børn. Mannagongdin er, at um talan er um eina føðing,
so verður barsilspeningur veittur, um treytirnar annars eru loknar fyri at koma undir
barsilsskipanina. Tíðarskeiðið, sum barsilsskipanin veitir barsilspening eftir føðing, er 48 vikur. Um
barnið doyr í hesum tíðarskeiðinum, fáa foreldrini kortini barsilspening allar 48 vikurnar.
Hendan mannagongdin verður fylgd, hóast greið heimild ikki er fyri henni í barsilslógini. Ætlanin er
tó at broyta barsilslógina, soleiðis at greið heimild verður fyri, at útgjald kann verða veitt foreldrum,
hvørs barn antin er deyðføtt ella doyr í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum.

-- 1 of 2 --

2 / 2
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 14. februar 2020
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
050.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra D.N. Joensen - sorgarfarloyvi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. feb. 2020

Sjá útdrigin tekst
Djóni Nolsøe Joensen Nr. 50/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa barn, settur landsstýrismanninum í
arbeiðsmarknaðarmálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í verk sorgarfarloyvi til foreldur, sum missa barn?
Viðmerkingar:
Í Føroyum hava vit eina góða barsilsskipan, sum ger tað møguligt at vera burturi frá
arbeiðsmarknaðinum, tá vit fáa eitt barn. Doyr barn í móðurlívi ella er deyðføtt, hevur tú somu
rættindi, sum var tað livandi. Men doyr barnið seinni, hava foreldur eingi lógartryggjað rættindi til
farloyvi.
Foreldur, sum eru í tí vanlukkuligu støðu, at barn teirra doyr, handfara støðuna ymiskt. Summi hava
tørv á at sleppa skjótt aftur til arbeiðis, meðan onnur ikki hava orkuna til tess og hava tørv á at
syrgja heima í eina tíð. Foreldur, sum hava tørv á hesum seinna, hava møguleika til at søkja um at
verða sjúkrameldað, men mugu í støðuni sjálv syrgja fyri at søkja og endurnýggja fleiri ferðir, um
tørvur er á tí. Í hesum sambandi er vælvild frá arbeiðsgevara avgerandi.
Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at foreldur, ið missa børn, fáa lógartryggjaðan rætt til
at syrgja í eitt ávíst tíðarskeið. Soleiðis vildi tað blivið eins natúrligt at fara í sorgarfarloyvi, tá vit
missa eitt barn, sum at fara í barnsburðarfarloyvi, tá vit fáa eitt barn.
Á Løgtingi, 4. februar 2020
Djóni Nolsøe Joensen

-- 1 of 1 --