52-049/2019
Avgerð um farloyvi hjá kommunustýrislimum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. feb. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
049.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Mortensen - avgerd um farloyvi hja kommunustyrislimum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 3. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
1 / 2 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar uppá fyrispurning nr. 49/2019 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, um avgerð um farloyvi hjá kommunustýrislimum (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Spurningurin var soljóðandi: 1. Var tað ein politisk avgerð, nú siðvenjan viðvíkjandi farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga varð broytt beint fyri jól? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá løgfrøðiligu grundgevingunum fyri hesi kúvending? 3. Metir landsstýrismaðurin, at starvið sum kommunustýrislimur bara er ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja? 4. Um so er, metir landsstýrismaðurin hetta vera fremjandi fyri kommunustýrisarbeiðið og álitið á kommunustýrisarbeiðið? Svar: Til nr. 1 Stutt undan jólum vendi umsitingin í Tórshavnar kommunu sær til umsitingina í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum við spurningi um, nær ein kommunustýrislimur hevur rætt/skyldu at taka sæti aftur í kommunustýrinum eftir fráveru. Tórshavnar kommuna vísti á, at siðvenjan í kommununi hevði verið, at tá ið tiltakslimur kemur inn fyri kommunustýrislim, so situr tiltakslimurin í minsta lagi í 14 dagar í sessinum, áðrenn kommunustýrislimurin aftur kann taka sæti í kommunustýrinum. Svarið til kommununa var ikki politiskt, men eitt svar frá umsitingini í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum upp á ein fyrispurning frá kommununi um, hvussu kommunustýrislógin skal skiljast. Til nr. 2 Hugtakið at fara í farloyvi finst ikki í kommunustýrislógini. Hinvegin kemur tað fyri, at kommunustýrislimur ikki fær røkt starvið sum kommunustýrislimur, og tí hevur kommunustýrislógin ásetingar um, nær ein tiltakslimur tekur sæti í kommunustýrinum. Valbærur persónur hevur skyldu at taka við vali, sbrt. kommunuvallógini § 22, stk. 3, og kommunustýrislimur hevur skyldu at røkja starvið í valskeiðinum. Kommunustýrislimur hevur sum meginregla eisini skyldu til at vera á kommunustýrisfundum og á teimum nevndarfundum, har hann er valdur sum nevndarlimur. Møtiskyldan er tó ikki treytaleys, og eftir lógini skulu serligar orsøkir til fyri at kalla inn tiltakslimir. Eftir kommunustýrislógini eru ávís føri, har tiltakslimur skal verða kallaður inn og onnur føri, har tiltakslimur kann verða kallaður inn. Tiltakslimur kann verða kallaður inn, um kommunustýrislimur ikki kann møta vegna heilsustøðu, um kommunustýrislimur er ógegnigur og við aðru viðgerð av fíggjarætlanini. -- 1 of 2 -- 2 / 2 Berst komunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal tiltakslimur verða kallaður inn. Borgarstjórin hevur sostatt skyldu til at kalla tiltakslim inn, tá fráveran er grundað á nevndu orsakir, og tá talan er um fráveru, sum væntandi verður longri enn 14 dagar. Um fráveran væntandi er styttri enn 14 dagar, hevur borgarstjórin ikki skyldu til at kalla tiltakslim inn, uttan so at kommunustýrislimur fær forfall vegna heilsustøðu og limirnir á viðkomandi valevnalista krevja, at tiltakslimur fær fundarboð ella um talan er um fyrsta fundin í býráðnum, har kommunustýrið skipar seg. Við aðru viðgerð av fíggjarætlanini kunnu limirnir á viðkomandi valevnalista eisini krevja, at tiltakslimur fær fundarboð, óansæð hvør orsøkin til forfallið er. Tað er kommunustýrið, sum ger av, um treytirnar fyri innkalling av tiltakslimi eru loknar. Um tað vísir seg, at fráveran er styttri enn væntað, so kann kommunustýrislimur taka upp aftur sítt starv sum kommunustýrislimur, hóast fráveran er styttri enn 14 dagar. Grundgevingarnar fyri hesum eru: • At kommunustýrislógin § 19, stk. 1, ásetur, at tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomin tiltakslimur út, • at teir persónar, sum eru valdir í kommunustýrið eru fólkavaldir og hava tískil rætt at sita í kommunustýrinum framum tiltakslimir, • at í førum, tá ið ein tiltakslimur kemur inn í eitt styttri tíðarskeið enn 14 dagar, grundað á at ein kommunustýrislimur hevur forfall vegna heilsustøðu, so fer tiltakslimurin út aftur, so skjótt kommunustýrislimurin aftur er førur fyri at røkja starvið. Her er einki krav um at tiltakslimurin skal sita í kommunustýrinum í minsta lagi 14 dagar. Fyrimyndin fyri føroysku kommunustýrislógina er tann danska kommunustýrislógin. Í donsku lógini § 15, stk. 3, er ásett, at når medlemmet på ny kan varetage sine kommunale hverv, udtræder stedfortræderen af kommunalbestyrelsen. Viðmerkingarnar til ásetingina siga, at tiltakslimurin fer út, tá tann valdi aftur kann røkja starvið sum kommunustýrislimur, eisini um forðingin hjá tí valda er styttri enn væntað. Hendan tulkingin í Danmark stuðlar uppundir tulkingina omanfyri. Til nr. 3 og 4 Víst verður til svar upp á spurning nr. 2, har greitt verður frá, at starvið sum kommunustýrislimur er at meta sum borgaraskylda, og at kommunustýrislimir sum meginregla hava skyldu til at røkja starvið. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 3. februar 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
049.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Mortensen - avgerd um farloyvi hja kommunustyrislimum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 24. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Heðin Mortensen Nr. 49/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um avgerð um farloyvi hjá kommunustýrislimum, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Var tað ein politisk avgerð, nú siðvenjan viðvíkjandi farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga varð broytt beint fyri jól? 2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá løgfrøðiligu grundgevingunum fyri hesi kúvending? 3. Metir landsstýrismaðurin, at starvið sum kommunustýrislimur bara er ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann velja at røkja ella ikki at røkja? 4. Um so er, metir landsstýrismaðurin hetta vera fremjandi fyri kommunustýrisarbeiðið og álitið á kommunustýrisarbeiðið? Viðmerkingar: Á fundi í Tórshavnar býráð, tann 18. desember 2019, fekk borgarstjórin eina niðurstøðu frá Um- hvørvis- og vinumálaráðnum, sum sigur, at ein býráðslimur, sum er í farloyvi, altíð kann taka sæti aftur í býráðnum. Øll míni 47 ár í býráðspolitikki hevur tað verið rimmarføst siðvenja, at fer býráðslimur í farloyvi, skal farloyvið vera fyri í minsta lagi samfullar 14 dagar. Tað vil siga, at er tú fyrst farin í farloyvi, ber í fyrsta lagi til at taka sæti aftur í býráðnum, tá teir fyrstu 14 dagarnir eru umlidnir. Sama skipan er galdandi fyri tingfólk, har farloyvistíðin er ásett at vera í minsta lagi 7 dagar, og til ber ikki at taka sætið aftur, fyrr enn teir fyrstu 7 dagarnir eru farnir. Á skeiðum og frá løgfrøðiligum ráðgevum hava vit fingið at vita, at reglurnar eru, sum tær eru, tí at býráðsarbeiðið er ein borgaraskylda. Ein kommunustýrislimur skal ikki kunna skáka sær undan at taka avgerð í truplum málum við at fara í farloyvi, fyri síðani at taka sætið aftur dagin eftir. Tí eru eisini strong formlig krøv sett í lógina fyri at kunna fara í farloyvi. Tað stendur ikki staðiliga í grein 18 í lógini, at býráðslimi er bannað at møta aftur, fyrr enn teir 14 dagarnir eru umlidnir, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur víst á, at tað stendur í grein 19 í lógini, at tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri at luttaka, fer innkomni tiltakslimurin út. Tað er rætt, at hetta stendur í lógini, men grein 19 snýr seg einans um mannagongdina við útskif- ting, tá ið fleiri tiltakslimir eru inni í senn, og ikki um longdina av farloyvinum ella nær kommu- nustýrislimurin í fyrsta lagi kann taka sæti aftur. Hetta ber ikki til at misskilja, og siðvenjan hevur verið rimmarføst, bæði undir hesi lógini og teirri gomlu kommunulógini. Tí er hendan kúvendingin eitt álvarsmál, ið eigur at verða viðgjørd og greinað út í æsir. Hetta er eitt óvanliga prinsipielt mál, sum í fyrsta lagi snýr seg um, undir hvørjum umstøðum umsitingin kann velja at kúvenda frá eini fastari, gamlari og rótfestari lógartulking og siðvenju á einum øki. Í øðrum lagi snýr tað seg, hvussu starvið sum kommunustýrislimur skal me- tast, tí tað er ein grundsteinur undir skipanini, at kommunustýrislimir hava møtiskyldu og skulu hava góðar orsakir til ikki at taka lut í viðgerðum á formliga lýstum fundum. Stórur dentur hevur verið lagdur á, at kommunustýrislimir skulu ikki kunna skáka sær undan viðgerðum, sum av onkrari orsøk ikki hóvar teimum, og tí hava reglurnar kring farloyvi verið strangar og fastar. Verður niðurstøðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum galdandi frameftir, so fer júst at bera til at skáka sær undan við at fara í farloyvi (í minst samfullar 14 dagar), men dagin eftir at broyta hugsan og taka sætið aftur – ein kann uttan himpr fara og koma sum einum lystir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 24. januar 2020 Heðin Mortensen -- 2 of 2 --