52-048/2019
Vaktarvirksemi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 10. feb. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
048.19 Svar fra B. Nielsen til A. V. Johannesen - vaktarvirksemi.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 11. feb. 2020
Sjá útdrigin tekst
Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 48/2019 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, um vaktarvirksemi Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hevur løgmaður ætlanir um at fara undir at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum? 2. Um so er, nær er ætlanin at fara undir hetta arbeiðið? 3. Hvørjar treytir hevur løgmaður ætlanir um at seta í eini møguligari vaktarlóg? Svar Til spurning 1: Eg haldi avgjørt, at tað er skilagott at hyggja nærri eftir økinum. Áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu vit eiga at skipa vaktarvirksemi í Føroyum, er neyðugt eftir mínum tykki at kanna nærri, hvør tørvurin er, og hvørji krøv eiga at verða sett. Tað er upplagt at leggja fyri við at tosa við viðkomandi partar – bæði privatar og almennar, tí hesi kenna økið og vita ítøkiliga, hvør tørvurin er. Ein møguleiki er at hyggja nærri at nýggju matstovulógini, ið varð sett í gildi í 2018, sum saman við kunngerðini um duravørðar, ið varð sett í gildi í januar 2020, m.a. setur førleikakrøv til duravørðar. Tá ið virksemið hjá duravørðum og vaktarvirksemi í ein ávísan mun minnir um hvørt annað, ber møguliga til at leita sær íblástur frá regluverkinum um duravørðar, tá ið vit skulu gera av, hvussu vit eiga at skipa vaktarvirksemi í Føroyum. Verður niðurstøðan hon, at tað er skilabest at lóggeva á økinum, ber til at brúka donsku lóggávuna sum grundarlag fyri, hvussu tað skal lóggevast um vaktir og vaktarvirksemi. Til spurning 2: Løgmansskrivstovan fer undir arbeiðið í næstum. Til spurning 3: Sum eg geri greitt í svarinum til spurning 1, haldi eg, at tað er neyðugt at kanna nærri, hvør tørvurin er, og áðrenn endalig støða verður tikin til, hvørjar treytir vit eiga at seta til vaktarvirksemi í Føroyum. Í Tinganesi, 11. februar 2020 løgmaður -- 1 of 1 --
048.19 Spurningur til B. Nielsen fra A. V. Johannesen - vaktarvirksemi.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 29. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Aksel V. Johannesen Nr. 48/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um vaktarvirksemi, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur løgmaður ætlanir um at fara undir at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum? 2. Um so er, nær er ætlanin at fara undir hetta arbeiðið? 3. Hvørjar treytir hevur løgmaður ætlanir um at seta í eini møguligari vaktarlóg? Viðmerkingar: Hóast vit í Føroyum hava lágan kriminalitet, hava vit eins og aðrastaðni í heiminum tørv á vaktarfólki, sum halda vakt við bæði almennum og privatum bygningum. Í Føroyum hava vit vin- nuligt vaktarvirksemi og nógv fólk, sum starvast sum vaktarfólk. Kortini hava vit onga vaktarvirk- semislóg, og harvið ongar treytir fyri, hvørjar førleikar eitt vaktarfólk skal hava fyri at kunna røkja starvið. Hyggja vit til dømis til Danmarkar, so hevur lóg um vaktarvirksemi verið galdandi í nógv ár. Henda lógin ásetir m.a., at vaktarfólk skulu hava góðkenning. Fyri at verða góðkend, skulu tey lúka ávísar treytir, m.a. hava reina revsiváttan, og løgmaður kann harafturat seta nærri treytir fyri krøv til útbúgving, útgerð o.a. Eitt vaktarfólk, sum hevur útbúgving innan vaktarvirksemi, er m.a. skúlað í ósemjuhandfaring og hevur serliga vitan um, hvussu ein ber seg at í vandastøðu, har persónar kunnu vera til ampa fyri seg sjálvi ella onnur. Tí kundi harafturat eisini verið áhugavert at kannað, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið innan vaktarvirksemi í Føroyum. Á Løgtingi, 28. januar 2020 Aksel V. Johannesen -- 1 of 1 --