52-047/2019
Skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. feb. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
047.19 Svar fra B. Nielsen til B. L. Jacobsen - um skjol i sambandi vid fullveldissamradingarnar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 31. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 2 -- -- 2 of 2 --
047.19 Spurningur til B. Nielsen fra B. L. Jacobsen - um skjol i sambandi vid fullveldissamradingarnar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 21. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 47/2019 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar, settur løgmanni, Bárði Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær fer løgmaður at almannakunngera øll skjøl, undir hesum eisini fundarfrágreiðingar, í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000? 2. Um løgmaður ikki ætlar at almannakunngera skjølini og fundarfrágreiðingarnar frá fullveldisamráðingunum, hvør er so orsøkin, og hvørjar eru grundgevingarnar fyri hesum? 3. Eru fullveldissamráðingarnar framvegis í gongd, sum annars hevur verið ein grundgeving fyri ikki at lata innlit í skjølini? Viðmerkingar: Í ár eru 20 ár liðin síðani fullveldissamráðingarnar vóru. Hóast drúgv tíð er fráliðin, hevur ongin mynduleiki enn viljað latið innlit í skjøl og fundarfrágreiðingarnar. Sambandsflokkurin setti í 2017 táverandi løgmanni fyrispurning um, nær løgmaður fór at almannakunngera øll skjøl í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000. Í viðmerkingunum til fyrispurningin segði Sambandsflokkurin tá: ”Øll landsstýri síðani ár 2000 hava noktað almenninginum innlit í skjøl um samráðingarnar. Grundgevingin er, at samráðingarnar eru ikki lidnar, hóast eingin samráðingarfundur um fullveldi hevur verið í meira enn 16 ár. Grundgevingin er tí uttan hald í veruleikanum.” Tá Sambandsflokkurin í 2017 helt, at hetta var ein grundgeving uttan hald í veruleikanum, skuldi ein trúð, at núverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins, fer at geva almenninginum innlit í skøl og fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum. Á Løgtingi, 21. januar 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --