52-046/2019
Grótkastið í Skopun
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. jan. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
046.19 Svar fra J. Niclasen til Brandur Sandoy - grotkastid i Skopun.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 28. januar 2020 J. nr.: 20/00035 Svar uppá spurning nr. 46/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um grótkastið í Skopun. Spurningurin er soljóðandi: 1. Nær verður grótið í innsiglingini til Skopunar havn ruddað burtur? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera neyðugu umvælingarnar á grótkastið í Skopun, og nær fer hetta arbeiðið í gongd? Svar: Landsverk upplýsir, at grótið, sum kemur í innsiglingina í Skopun, er restin av tí brimverju, sum bleiv løgd uttanfyri pierin á Bergi fyrst í 1990’unum. Av tí at verkætlanin ongantíð varð liðugtgjørd, er grótið farið við briminum og nakað er endað í innsiglingini. Økið um endan á pierinum er ruddað, soleiðis at trygt er hjá Teistanum at sigla í ávísari frástøðu. Í 2015 og 2017 varð nógv grót tikið burtur. Síðan hevur Landsverk gjørt árligar uppmátingar av botninum. Í 2019 varð mett neyðugt at taka nakrar fáar steinar upp afturat, tí hesir minkaðu nakað um dýpið í innsiglingini, og hetta arbeiðið varð gjørt. Landsverk fer um mánaðarskiftið apríl/mei at gera árligu uppmátingina fyri at vita um viðurskiftini eru broytt í vetur og um tørvur verður at gera meira. Landsverk leggur afturat, at høvuðsorsøkin til, at tað er meira ókyrt í innsiglingini nú, er at grótkastið uttanfyri pierin á Bergi ikki longur dempar alduna, tí tað er nærum burtur. Stóra grótkastið á Símunarbukt hevur nøkur sár, sum Landsverk heldur eyga við. Talan er um tvey ymisk viðurskifti. Tað, sum sæst sum sár út móti havinum við sjóvarmálan, er nakað sum roknað er við. Grótkastið er gjørt soleiðis, at uttasti parturin skal leggja seg við tíðini og tí er hesin parturin so breiður. Landsverk upplýsir, at so leingi henda máan ikki nærkast sjálvari krúnuni, er eingin vandi á ferð. Sárini, sum eru uppi á krúnuni, áttu at verið umvæld, og er hetta nakað, sum Landsverk hevur gjørt Skopunar kommunu varuga við. Eftirsum talan er um kommunala havn, er grótkastið ikki rakstrarøki hjá Landsverk. Síðsta summar hampaði Landsverk tó uppá innsíðuna á grótkastinum. Tinganes, 29. januar 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 1 of 1 --
046.19 Spurningur til J. Niclasen fra Brandur Sandoy - grotkastid i Skopun (1).pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 17. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 46/2019 Brandur Sandoy løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um grótkastið í Skopun, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær verður grótið í innsiglingini til Skopunar Havn ruddað burtur? 2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera neyðugu umvælingarnar á grótkastið í Skopun, og nær fer hetta arbeiðið í gongd? Viðmerkingar: Aftur í vetur uppliva tey, sum hava Teistan sum sín farveg til og frá arbeiði, at nógvar avlýsingar eru á leiðini. Ein stórur partur av hesum avlýsingum er orsakað av, at nógv grót er í innsiglingini til Skopunar Havn, sum ger, at tað gerst ókyrrari og ótryggari at sigla inn. Harav fleiri avlýsingar. Grótið, sum legst fyri innsiglingina, er grót, sum kemur úr grótkastinum, ið landið eigur. Grótkastið er seinastu árini byrjað at detta sundur, og nógv sjónlig sár eru í grótkastinum. Hendan burturmáan er í støðum nú komin so langt, at komið er inn á smærru steinarnar í grótkastinum, sum dekkgrótið skuldi verja. Tað sigur seg sjálvt, at tá hetta er veruleiki, er bara spurningur um tíð, nær grótkastið fær sera stóran skaða. Spyrjaranum kunnugt, hevur Landsverk lagt úr hondum støðulýsing av grótkastinum, sum eigur at vera til taks hjá landsstýrismanninum. Vetrartíð er ikki tíð at arbeiða við hesum, men um fáar mánaðir verður summarið aftur, og tí verður hervið gjørt vart við hesi vandaviðurskifti í góðari tíð, so at landsstýrið kann taka hædd fyri hesum alneyðuga spurningi fyri at tryggja landsins ognir og tryggja eitt nøktandi samband til Sandoynna inntil koyrandi er í Sandoyartunlinum. Á Løgtingi, 17. januar 2020 Brandur Sandoy -- 1 of 1 --