← Løgtingsmál

52-045/2019

Útisiglarar og eftirlønargjald

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 29. jan. 2020 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
045.19. Svar fra J. Niclasen til J. Dahl - utisiglarar og eftirlonargjald.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jan. 2020

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, 27. januar 2020
J. nr.: 20/00036-2
Svar upp á fyrispurning nr.45/2019 eftir tingskipanini § 52a
Fyrispurningur frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, um útisiglarar og eftirlønargjald, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum Jørgen Niclasen
Spurningar:
1. Hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið at broyta føroysku eftirlønarlógina, kunngerð til
eftirlønarlógina ella dagføra norðurlendska sáttmálan, soleiðis at føroyskir útisiglarar
sleppa undan at gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir?
2. Nær kann væntast ein loysn, so at greiða fæst á hesum málinum?
Svar:
Lógarbroyting er sent til hoyringar, har mælt verður til, at inntøka forvunnin uttanlands fyri
útlendskan arbeiðsgevara verður frítikin frá at rinda eftirlønargjald.
Um uppskotið verður samtykt í vár, fær broytingin virknað longu frá inntøkuárinum 2019,
soleiðis at tey við slíkari inntøku sleppa undan kravinum um eftirlønargjald í heyst.
Tinganes, 27. januar 2020
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
045.19. Spurningur til J. Niclasen fra J. Dahl - utisiglarar og eftirlonargjald.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 17. jan. 2020

Sjá útdrigin tekst
Johan Dahl nr. 45/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um útisiglarar og eftirlønargjald, settur landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið at broyta føroysku eftirlønarlógina, kunngerð til
eftirlønarlógina ella dagføra norðurlendska sáttmálan, soleiðis at føroyskir útisiglarar
sleppa undan at gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir?
2. Nær kann væntast ein loysn, so at greiða fæst á hesum málinum?
Viðmerkingar:
Føroyingar í starvi uttanlands ella føroyskir útisiglarar í t.d. Norra verða av TAKS kravdir
eftirlønargjald av B-inntøku. Talan er um føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða
uttanlands.
Støðan í løtuni er tann, at útisiglarar gjalda eftirløn til tvær eftirlønarskipanir, eina í Føroyum
og eina í Norra.
Tey, ið sigla undir DIS ella hava líknandi eftirlønarskipan sum í DIS, kunnu søkja um frítøku
fyri inngjaldi til føroysku eftirlønarskipanina vísandi til § 1, stk. 9, í eftirlønarlógini við
tilhoyrandi kunngerð.
Hinvegin, tey, ið sigla við norskum skipum ella arbeiða í Norra, rinda til Folketrygd og
harvið vinna sær rætt til aldurspensjón har, kunnu ikki fáa frítøku sambært eftirlønarlógini.
Tað ber ikki til hjá teimum at lúka sera neyvu treytirnar í eftirlønarlógini. Heldur ikki ber til
at fáa frítøku sambært norðurlendsku konventiónini um sosiala trygging, tí føroyska
eftirlønarlógin er ikki umfata av konventiónini.
Føroya Rættur hevur fyri stuttum staðfest, at inngjald til norska Folketrygd og uppsparing til
aldurspensjón har, kann ikki veita frítøku fyri inngjaldi til føroysku eftirlønarskipanina eftir
galdandi reglum. Harvið mugu hesir persónar gjalda til eftirløn í tveimum londum og mugu
gjalda ein nógv størri part av sínari inntøku til eftirløn enn fólk flest. Um endamálið við
eftirlønarlógini er at tryggja øllum eina nøktandi eftirløn, er endamálið hjá hesum tvífalt
rokkið.
Henda ógreiða støða á eftirlønarøkinum fyri føroyingar í starvi uttanlands er ikki nøktandi við
vantandi avgerð frá myndugleikunum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 17. januar 2020
Johan Dahl

-- 1 of 1 --