52-042/2019
Virking av laksi, sum er aldur í Suðuroy
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jan. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
042.19 Svar fra H. Abrahamsen til H. Old- virking av laksi aldur i Suduroy.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 24. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abrahamsen landsstýrismaður Svar upp á Fyrispurning nr. 42/2019 frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen, um virking av laksi, sum er aldur í Suðuroy (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Spurningur 1) Hevur Bakkafrost fingið undantaksloyvi til at virka laksin, sum er aldur í Suðuroynni, aðrastaðni? 2) Um so er, hvør hevur givið undantaksloyvi og við hvørjari grundgeving? 3) Metir landsstýrismaðurin, at treytirnar um undantøk í alilógini og kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy eru fylgdar? Svar: Til nr. 1 Ja, í tveimum førum er undantaksloyvi givið til at P/F Bakkafrost kann flyta fisk, sum er aldur í Suðuroy, at virkast aðrastaðni. Í tí eina førinum, 11. desember 2018, fekk P/F Bakkafrost undantak at flyta 1.000 tons frá aliøkinum í Froðba, aliøki A-15, til virkingar aðrastaðni enn í Suðuroy. Í hinum førinum 4. oktober 2019, fekk P/F Bakkafrost undantaksloyvi at flyta fisk, aldur á tveimum aliøkjum í Suðuroy, til virkið hjá P/F Bakkafrost á Glyvrum. Annað aliøkið er á Hovsfirði, aliøki A- 18, meðan hitt er á Vágsfirði, aliøki A-19. Undantakið er galdandi til fríggjadagin 31. januar 2020 ella til tey bæði aliøkini eru tóm. Til nr. 2 Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur veitt undantøk eftir § 4 í kunngerð nr. 90 frá 27. juni 2018 um virking av alifiski í Suðuroy. Kunngerðin hevur heimild í § 6 c, stk. 2, í alilógini. Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur upplýst fylgjandi um grundarlagið fyri undantøkunum: Grundarlagið undantakinum til flyta fisk frá aliøkinum í Froðba til virkingar aðrastaðni enn í Suðuroy. P/F Bakkafrost fór undir at byggja nýtt kryvjivirki í Vági í 2017. Upprunaliga ætlanin var, at virkið skuldi fara í gongd við framleiðslu í september 2018. Kryvjivirkið hevur eyðmerkingina FO 189, og er løggildað til hesar framleiðslur: móttøka av livandi aldum laksi, kryvjing, ísing og pakking av alilaksi, køling/køligoymsla til liðugtvøru og framleiðslu av ísi. FO 189 er einasta kryvjivirki í Suðuroy, sum er løggildað til hesar framleiðslur. -- 1 of 3 -- Eitt annað kryvjivirki hevur verið í Suðuroy, sum hevði eyðmerkingina FO 190. Hetta virkið hevði eisini løggilding til heilan ísaðan alilaks, men virksemið er niðurlagt og seinasti arbeiðsdagur var 2. mars 2018. Kunngerðin um virking av alifiski í Suðuroy kom í gildið 30. juni 2018. Í tíðarskeiðinum 30. juni 2018 – 18. oktober 2018 er eingin alifiskur í Suðuroy virkaður, tí eingin tøka var hetta tíðarskeiðið. Framleiðsla á kryvjivirkinum í Vági, FO 189, fór í gongd seinni enn ætlað, og fyrsti royndardagur var 18. oktober 2018. Fyrstu tíðina eftir at framleiðsla var farin í gongd á kryvjivirkinum í Vági, var kryvjikapasiteturin munandi minni enn ætlað. Hetta var millum annað orsakað av byrjanartrupulleikum á nýggja virkinum. Samstundis versnaði lúsastøðan skjótt í oktober mánaði á aliøkinum í Froðba, og tí metti Bakkafrost, at neyðugt var at taka laksin í Froðba skjótt. Av tí at nýggja virkið í Vági ikki var komið upp í fulla framleiðslu, søkti Bakkafrost í desember 2018 um at fáa loyvi at flyta 1.000 tons av laksi av aliøkinum í Froðba aðrastaðni at virka. Fiskurin á hesum aliøkinum varð settur út á økið í apríl/mai 2017, og tá søkt varð um undantaksloyvi til at flyta fiskin norður at virkast, var fiskurin í miðal nær við 7 kg í kruvdari vekt. Vísandi til at avbjóðingar vóru við innkoyringini, og at fiskurin var so stórur, metti Aliumsitingin, at tað var neyðugt at flyta ein part av fiskinum aðrastaðni at virkast sum skjótast. Viðmerkjast kann í hesum sambandi, at Bakkafrost hevur upplýst, at felagið seinni flutti eina størri nøgd av fiski suður aftur til virkingar í Vági, enn flutt varð norður. Grundarlagið fyri undantakinum til at flyta fisk á Hovsfirði, aliøki A-18, og á Vágsfirði, aliøki A-19, til virkið hjá P/F Bakkafrost á Glyvrum P/F Bakkafrost upplýsti í september 2019 at fiskurin á aliøkinum (A-19) á Vágsfirði hevði stórar lúsatrupulleikar og tí mátti takast beinanvegin. Fiskurin á aliøkinum (A-18) á Hovsfirði hevði hinvegin stórtrivist og var vaksin skjótari enn væntað. Fiskurin á hesum aliøkinum var so mikið stórur, at hann eisini mátti takast beinanvegin. Fyritøkan stóð tí í teirri støðu, at tvey aliøki skuldu tømast samstundis. Fyritøkan hevur ikki útgerð í Suðuroynni, sum klárar at taka móti øllum fiskinum frá hesum báðum økjunum upp á stutta tíð (tíðarskeiðið oktober 2019 - januar 2020), og tí metti Aliumsitingin, at neyðugt var veita undantak frá kravinum og geva Bakkafrost loyvi at flyta ein part av fiskinum til virkið á Glyvrum at virkast. Bakkafrost upplýsti eisini, at ætlanin er at flyta samsvarandi nøgdir suður aftur á virkið í Suðuroy at virkast. Til nr. 3 Treytin fyri at veita undantak er, at tað ikki er møguligt at lúka treytina um virking í Suðuroy, orsakað av umstøðum, sum loyvishavari ikki hevur ræði á, og sum tað ikki frammanundan ber til hjá loyvishavara at forða fyri og líknandi føri. -- 2 of 3 -- Av viðmerkingunum til § 6 c í uppskotinum til ásetingina, løgtingsmál nr. 77/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. framgongur m.a. at tílik føri t.d. kunnu vera, at tað í sambandi við sjúku- og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, undir hesum fyrbyrging og niðurberjing av lús á laksi, er neyðugt at taka stórar nøgdir innan fyri stutta tíð, og at virkir í Suðuroynni ikki hava nóg stóra framleiðsluorku at virka fiskin. Í báðum førum, har undantak varð givið, var støðan tann, sum lýst omanfyri, at neyðugt var at taka stórar nøgdir innan fyri stutta tíð, og at virkið hjá Bakkafrost í Vági ikki hevðí nóg stóra framleiðsluorku at virka fiskin, og at tað ikki vóru onnur virkir í Suðuroy, sum høvdu løggilding til tílíka framleiðslu. Sosatt verður mett, at treytirnar um undantøk í alilógini og kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy eru fylgdar. Somuleiðis meti eg, at endamálið við nevndu ásetingum er fylgt; nevniliga at sama nøgd av fiski, sum verður aldur í Suðuroy, verður virkaður í Suðuroy. Viðmerkjast skal, at Bakkafrost sjálvboðið hevur gjørt av at flyta eins nógvan laks suður til virkingar, sum varð fluttur norður. Lógin og kunngerðin ásetur ikki, at hetta skal verða gjørt, tá undantak frá kravinum um virking í Suðuroy verður veitt. Hetta er møguliga eitt lýti í lóg og kunngerð, sum landsstýrið umhugsar at broyta. Fyri Suðuroynna sum fjarskotið vinnuøki og arbeiðsmarknaður, er tað mest týðandi, at sama nøgd av laksi verður virkað, sum verður framleidd í Suðuroy. Tað ger lítlan mun fyri arbeiðsfólkið á virkinum í Vági, at ein partur av laksinum, sum verður virkaður í Suðuroy, er t.d. aldur í Sundalagnum. Tað, sum hevur týdning, er, at arbeiðið er stútt og støðugt, og tekur støði í tí, sum alifirðirnir í Suðuroy framleiða. Heldur enn at áseta, at hvør einstakur laksur, aldur í Suðuroy, skal virkast í Suðuroy, kundi tað verið ásett, at í minsta lagi sama nøgd av laksi, sum verður ald í Suðuroy, skal virkast í Suðuroy. Verður fiskur fluttur norður, skal eins nógvur fiskur flytast suður. Hetta kravið er, sum sagt, ikki galdandi í verandi lóggávu. Ein slík skipan vil sannlíkt eisini tryggja meira støðugan rakstur av virkinum í Vági, og samstundis geva alarunum í Suðuroy betri møguleika at optimera sítt virksemi í oynni. Heldur enn at pressa alla tøkuna av einum alifirði ígjøgnum virkið í Vági upp á stutta tíð, kundi nakað av fiskinum verið sent norður til virkingar, og tá tøkan í Suðuroy var liðug, kundi sama mongd av fiski verið send suður aftur, og harvið var arbeiðsfólkið tryggjað meira støðuga framleiðslu í Vági. Ein slík skipan hevði verið undir eftirliti av Aliumsitingini, ið vildi tryggjað, at sama framleiðsla var varðveitt í Suðuroy. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 23. januar 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
042.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra H. Old- Virking av laksi aldur i Suduroy.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Henrik Old Nr. 42/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um virking av laksi, sum er aldur í Suðuroy, settur landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur Bakkafrost fingið undantaksloyvi til at virka laksin, sum er aldur í Suðuroynni, aðrastaðni? 2. Um so er, hvør hevur givið undantaksloyvi og við hvørjari grundgeving? 3. Metir landsstýrismaðurin, at treytirnar um undantøk í alilógini og kunngerð um virking av alifiski í Suðuroy eru fylgdar? Viðmerkingar: Suðurrás visti í gjár at siga, at 40 fólk eru uppsøgd á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági. Undanfarna samgonga ásetti við lóg, at laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal virkast í Suðuroy. Lógin ásetir kortini, at landsstýrismaðurin skal geva undantaksloyvi frá krøvunum, tá talan er um sjúku og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, og sambært kunngerð kann Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni veita undantak orsakað av umstøðum, sum loyvishavari ikki hevur ræði á, og sum tað ikki frammanundan ber til hjá loyvishavara at forða fyri. Sum skilst í Kringvarpinum í gjárkvøldið er grundgevingin fyri, at laksurin nú er fluttur av oynni, at arbeiðsorkan skal brúkast til fulnar, tá laksurin er komin á tøkuvekt. Sambært lóg og kunngerð um undantøk, er hetta neyvan nóg góð grundgeving. Endamálið hjá undanfarnu samgongu við at áseta kravið um, at fiskurin skal virkast í Suðuroynni, var at tryggja støðug arbeiðspláss í oynni. Suðuroyingar hava av góðum grundum ikki somu møguleikar sum onnur at ferðast millum bústað og starvsstað, og tí er alneyðugt fyri trivnaðin, at støðugt arbeiði er í oynni. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 13. januar 2020 Henrik Old -- 1 of 1 --