52-041/2019
Kringvarp Føroya
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jan. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
041.19 Svar fra J. av Rana til B. L. Jacobsen - Kringvarp Foroya.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 20. januar 2020 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-39 Svar upp á fyrispurning nr. 41/2019 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um Kringvarp Føroya, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a). Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar broytingar er ætlanin at gera viðvíkjandi Kringvarpi Føroya? 2. Er ætlanin at lækka kringvarpsgjaldið? 3. Um ætlanin er at lækka kringvarpsgjaldið, hvussu nógv verður tað so lækkað? 4. Er ætlanin, at aðrir miðlar skulu hava ein part av kringvarpsgjaldinum? 5. Eru ætlanir um at koyra aktueltdeildina í tvær deildir, eina sjónvarpsdeild og eina útvarpsdeild, sum skulu kappast? 6. Nær er ætlanin, at møguligar broytingar í Kringvarpinum skulu setast í gildi? Svar Til 1: Tað, sum eg yvirskipað umhugsi at gera í hesum umfarinum, er, og eg kann nevna nøkur viðurskifti: - Taka upp við KVF ætlan teirra um at víðka um sendingarnar úti um landið. Tey hava greitt mær frá góðu og nútímans útgerðini, tey hava til hetta endamálið, men lítið og einki decentraliserað virksemi hevur tó higartil sæst eftir. - Broyta lýsingapolitikkin, soleiðis at skilt verður greiðari millum kunngerðir og handilslýsingar við tí fyri eyga at fáa lýsingarnar heilt burtur úr almenna kringvarpinum. Hetta vil styrkja lýsingarmøguleikarnar hjá frælsum kringvarpum og fíggjarmøguleikarnar hjá lýsingarvirkjum. - Eftirmeta lógarásetingina um samanseting av kringvarpsstýrinum, soleiðis at vit fáa avpolitiserað- og professionaliserað stýrið. - Fingið gjørt álvara av at seta á stovn eina fjølmiðlaútbúgving á Fróðskaparsetrinum, eina útbúgving, sum er grundfest í føroyska samfelagnum. Ein natúrligur partur av slíkari úbúgving, á t.d. bachelor- og masterstøði, vildi verði gransking í føroyskum fjølmiðlaviðurskiftum. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Til 2 og 3: Ætlanin er at eftirmeta skipanina við kringvarpsgjaldinum og gera møguligar broytingar út frá úrslitinum av hesari eftirmeting. Hugsað verður um eina javning av gjaldinum, so minnu fyritøkurnar ikki verða so meint raktar. Til 4: Nei. Til 5: Tann møguleikin verður ofta nevndur, og nøkur eru, ið kenna seg sannførd um, at hetta, at fáa kapping millum tvær sjálvstøðugar deildir, er einasta rætta loysnin. Sjálvur eri eg ikki sannførdur í hesum máli, men tó opin fyri at gera eina eftirmeting og kanning, sum vónandi gevur svar, hvat tænir samfelagsliga best. Til 6: Ætlanin er at brúka várið til at viðgera hesar spurningar, so broytingar kunnu fremjast eftir ólavsøku. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
041.19 Spurningur til J. av Rana fra B.L. Jacobsen - Kringvarp Foroya.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 41/2019 Beinta Løwe Jacobsen løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Kringvarp Føroya, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar broytingar er ætlanin at gera viðvíkjandi Kringvarpi Føroya? 2. Er ætlanin at lækka kringvarpsgjaldið? 3. Um ætlanin er at lækka kringvarpsgjaldið, hvussu nógv verður tað so lækkað? 4. Er ætlanin, at aðrir miðlar skulu hava ein part av kringvarpsgjaldinum? 5. Eru ætlanir um at koyra aktueltdeildina í tvær deildir, eina sjónvarpsdeild og eina útvarpsdeild, sum skulu kappast? 6. Nær er ætlanin, at møguligar broytingar í Kringvarpinum skulu setast í gildi? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin í mentamálum segði undir viðgerðini av fíggjarlógini, at ætlanir eru um at gera broytingar í Kringvarpinum í vár, men landsstýrismaðurin vildi tá ikki koma nærri inn á, hvørjar broytingar ætlanin er at gera. Tí verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 9. januar 2020 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --