52-040/2019
Matrikulering og útskifting av jørð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jan. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
040.19 Svar fra H. Abrahamsen til J. Dahl - Matrikulering og utskifting av jord.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Helgi Abramhamsen landsstýrismaður Svar upp á fyrispurning nr. 40/2019 frá Johan Dahl, løgtingsmanni um matrikulering og útskifting av jørð, settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu long er veruliga málsviðgerðartíðin í sambandi við matrikulering og útskifting av jørð - býtt upp á høvuðssløg av málum? 2. Hvussu nógv mál um matrikulering og útskifting eru innkomin til málsviðgerð í 2017, 2018 og 2019 - býtt uppá høvuðssløg av málum? 3. Hvussu nógv mál um matrikulering og útskifting eru avgreidd í 2017, 2018 og 2019 - býtt uppá høvuðssløg av málum? 4. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at stytta um málsviðgerðartíðina? 5. Eru meira orka og peningur sett av til málsviðgerð av matrikulering og útskifting í 2020? Svar: Til spurning 1 Matrikuler málsviðgerð er sera ymisk og fjøltáttað. Ásett er í § 20, sbr. § 17, í matrikullógini, at øll matrikuler mál skulu til hoyringar hjá avvarðandi kommunu. Hartil kunnu aðrir hoyringarpartar vera inni í myndini, t.d. Búnaðarstovan, Landsverk, friðingarmyndugleikin o.s.fr. Hoyringartilgongdin tekur í minsta lagi tveir mánaðir, men kann eisini vera drúgvari. Í sambandi við útstykkingar kemur eisini ofta fyri, at grundstykkini verða seld eins skjótt, sum tey eru projekterað, men matrikulmyndugleikin kann ikki gera uppmátingar og seta stykkini av, fyrr enn útstykkingin er liðug við vegum og øllum installatiónum. Hesum veit borgarin ikki av, og tí fær matrikulmyndugleikin ofta ábyrgdina av eini seinking, har tað í veruleikanum snýr seg um, at grundstykkini eru seld ov tíðliga. Sostatt kann tað verða sera stórur munur á brutto-málsviðgerðartíðini og netto-málsviðgerðartíðini, tað vil siga tíðin, síðan søkt verður, roknað í mun til tíðina, har arbeiðast kann við málinum. Harumframt kunnu tað vera ymsar byrðar á ognunum, arbeitt verður við, sum skulu avlýsast, áðrenn málini kunnu avgreiðast. Slíkar kunnu t.d. vera ymiskir servituttar (t.d. traðarservituttar), friðingar, veðrættir o.a. Hesi seinastu 2-3 árini hevur stórt trýst verið á matriklinum. Neyðugt hevur tí verið at raðfesta málini soleiðis, at tey sum høvdu størsta skund, hava verið avgreidd fyrst. Hetta eru útstykkingar ella gerð av grundstykkjum, mál um eigaraíbúðir, vinnustykki og mál av stórum fíggjarligum týdningi. Møguligt er ikki at svara spurningi 1 nágreiniliga, tí journalskipanin hjá Umhvørvisstovuni skrásetur einans brutto-málsviðgerðartíðir og ikki netto-málsviðgerðartíðir. Hagtølini í skipanini gerast misvísandi orsakað av, at tíðin, har Umhvørvisstovan t.d. bíðar eftir einum øðrum myndugleika ella -- 1 of 3 -- supplerandi upplýsingum frá umsøkjaranum, telur sum málsviðgerðartíð, hóast matrikulera málið liggur stilt. Verður hugt at brutto-málsviðgerðartíðunum sæst, at mál um sundurbýti taka í minsta lagi 3 mánaðir at gera. Tað kemur tó rættiliga ofta fyri, at ein byggiharri ger broytingar í projektunum, at kommunan ikki hevur góðkent útstykkingarætlanina ella krevur broytingar í henni, eins og aðrar seinkingar kunnu vera. Tí kann málsviðgerðin gerast longri, so slík mál taka millum 3 og 12 mánaðir at avgreiða. Onkur dømi eru tó um líknandi mál, sum av ítøkiligum orsøkum hava tikið longri tíð at avgreiða. Mál um eigaraíbúðir hava somuleiðis høga raðfesting og taka vanliga uml. 6 mánaðir at avgreiða. Innangarðs útskiftingar eru størri verkætlanir, sum ganga yvir fleiri ár. Hesar kunnu ikki samanberast við matrikuler mál og eru tí ikki tikin við í hagtølini. Uttangarðs útskiftingar fylla ikki eins nógv, men hesar verða ofta seinkaðar orsakað av serstøkum viðurskiftum á staðnum. Til spurning 2 Innkomnar matrikulerar umsóknir 2017-19, bólkaðar í høvuðsmálssløg Sundurbýti Sundurbýti til samanlegging Marknaumskipan Marknaumskipan til veg Eigaraíbúðir 2017 89 24 76 9 4 2018 102 28 84 23 3 2019 66 20 54 10 1 Viðvíkjandi spurninginum um útskiftingar verður víst til svar 1 omanfyri. Til spurning 3 Avgreidd matrikuler mál 2017-19, bólkað í høvuðsmálssløg Sundurbýti Sundurbýti til samanlegging Marknaumskipan Marknaumskipan til veg Eigaraíbúðir 2017 78 20 63 6 1 2018 76 24 78 10 4 2019 76 19 54 15 2 Viðmerkjast skal, at tølini fyri avgreidd mál í 2018 eru ávirkað av, at tvey starvsfólk í 6 mánaðir vórðu tikin úr málsviðgerðini og sett til at fyrireika talgildingina av matrikularkivinum. Viðvíkjandi spurninginum um útskiftingar verður víst til svar 1 omanfyri. Til spurning 4 Umhvørvisstovan hevur í longri tíð arbeitt við at endurskoða fyrisitingarligu mannagongdirnar soleiðis, at málsviðgerðartíðin kann styttast. Hetta kann gerast við eina kunngerð um matrikulert arbeiði við tilhoyrandi vegleiðingum. Eisini hevði ein sokallað planskrá, sum skal innihalda allar galdandi byggisamtyktir, lætt munandi um arbeiðið. -- 2 of 3 -- Til spurning 5 Ætlanin er at fáa arbeiðið við kunngerð um matrikulert arbeiði við tilhoyrandi vegleiðingum avgreitt so skjótt sum til ber. Ein hægri játtan til Matrikulin hevði ikki sæst aftur beinanvegin í lækkandi málsviðgerðartíðum. Málsøkið er serstakt, og tað tekur eini 2-3 ár at læra fólk upp, so tey kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Einans útbúnir landinspektørar ella landmátarar hava fakligan førleika til at taka sær av matrikulerari málsviðgerð beinanvegin, tey verða sett í starv. Seinastu 10 árini er tað einans ein føroyingur, sum hevur lokið útbúgvingina. Umhvørvisstovan hevur seinastu tvey árini roynt at vekja áhuga fyri fakøkinum við at bjóða nýliga útbúnum miðnámsskúlanæmingum tíðaravmarkað starv sum starvslesandi. Vónin er, at hetta sum frálíður fer at geva úrslit, so fleiri føroyingar velja hesa útbúgvingarleiðina. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 21. januar 2020 Helgi Abrahamsen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
040.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra Johan Dahl - Matrikulering og utskifting av jord.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
Nr. 40/2019 Johan Dahl løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um matrikulering og útskifting av jørð, settur landsstýris- manninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu long er veruliga málsviðgerðartíðin í sambandi við matrikulering og útskifting av jørð - býtt upp á høvuðssløg av málum? 2. Hvussu nógv mál um matrikulering og útskifting eru innkomin til málsviðgerð í 2017, 2018 og 2019 - býtt uppá høvuðssløg av málum? 3. Hvussu nógv mál um matrikulering og útskifting eru avgreidd í 2017, 2018 og 2019 - býtt uppá høvuðssløg av málum? 4. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at stytta um málsviðgerðartíðina? 5. Eru meira orka og peningur sett av til málsviðgerð av matrikulering og útskifting í 2020? Viðmerkingar: Uppgávurnar hjá Matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni eru m.a. at umsita matrikulmál og útskifting av jørð innangarðs og uttangarðs. Støðan í løtuni er tann, at fólk t.d. bíða í fleiri mánaðir eftir at fáa eitt jarðarstykki matrikulerað; onkur hevur enntá bíðað í 1-2 ár eftir málsviðgerð og avgreiðslu frá Umhvørvisstovuni. Tosað verður nógv um bústaðarneyð, men tað er trupult at gera nakað við tað, tá málviðgerðin er so langt afturút, og málini bara hópa seg upp. Upplýst verður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, at málsviðgerðartíðin kann vera ymisk, alt eftir teim ítøkiligu umstøðunum í málinum. Ein vegleiðandi málsviðgerðartíð er ímillum 6 og 12 mánaðir. Henda langa viðgerðar- og bíðitíðin er ikki nøktandi. Tí verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 9. januar 2020 Johan Dahl -- 1 of 1 --