52-039/2019
Gøtudalstunnil
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. jan. 2020 · logting.fo
Uppskotssetarar
- Eingin skrásettur
Skjøl (2)
039.19. Svar fra J. Niclasen til H. Jensen - gotudalstunnil.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. jan. 2020
Sjá útdrigin tekst
FÌ G GJ A R M À L A R À Ð I Ð Ministry of Finance Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 20 20 • fmr@fmr.fo • www.fmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn J. nr.: 20/00002-2 Svar uppá spurning nr. 39/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Gøtudalstunnil. Spurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil? 2. Hvussu nógvur peningur verður settur av til endamálið fyri fíggjarárini 2020-2024? 3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at koyrandi verður gjøgnum Gøtudalstunnilin? Svar: Gøtudalstunnilin hevur verið planlagdur í fleiri ár. Eitt nú kann nevnast at rundkoyringin í Gøtudali, sum var bygt í 2008, er fyrireikað til eina íbinding til Gøtudalstunnilin. Landsverk upplýsir, at økið har ætlanin er at gera tunnilin, kann verða nakað trupult jarðfrøðiliga. Neyðugt er at taka hædd fyri hesum, og tí skulu neyvar kanningar til, áðrenn farið verður víðari við at leggja tunnilslinjuna. Serliga er tað eitt rivulag, sum kann ávirkað, hvar og hvussu skilabest er at leggja tunnilin. Hetta rivulag sæst aftur í sjálvari Gøtugjógv, á Norðskála (Skálagjógv) og gongur eisini heilt til Saksunar. Landsverk upplýsir víðari, at í 2019 vóru borað tvey jarðfrøðilig hol, sum vóru umleið 200 metrar djúp. Hesi verða brúkt til at kanna jarðfrøðina í fjallinum. Annað holið er við Varmakeldueiðið og hitt er í grótbrotinum omanfyri Syðrugøtu. Umframt boriholini hevur Jarðfeingi eisini skrásett ta sjónligu jarðfrøðina kring økið, har ætlanin er at gera tunnilin. Úrslitini av øllum kanningunum verða í løtuni samlað í eina jarðfrøðiliga frágreiðing, men fyribils niðurstøðan er, at onki bendir á at tað ikki ber til at gera tunnilin. Tá ið endaligu niðurstøðurnar frá jarðfrøðiligu kanningunum fyriliggja, ber til at fara víðari við fyrireikingunum og leggja tunnilslinjuna við atliti til jarðfrøðina. Landsverk hevur skitserað ymsar linjuføringar og alt eftir endaligu niðurstøðunum viðvíkjandi jarðfrøðini, meta tey, at tunnilin kemur at verða millum 3200 og 3600 metrar, umframt nakað av nýggjum vegi. Eingin játtan er sett av til Gøtudalstunnilin í 2020, men landsstýrið arbeiðir við eini langtíðarløguætlan, har støða m.a. eisini skal takast til, hvussu játtan til Gøtudalstunnil verður raðfest. Fyrr enn komið er á mál við hesari løguætlan er torført at siga, nær tunnilin verður gjørdur. -- 1 of 2 -- FÌ G GJ A R M À L A R À Ð I Ð Ministry of Finance 2/2 Tinganes, 11. januar 2020 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
039.19. Spurningur til J. Niclasen fra H. Jensen - gotudalstunnil.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Hanna Jensen løgtingsmaður Nr. 39/2019 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Gøtudalstunnil settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil? 2. Hvussu nógvur peningur verður settur av til endamálið fyri fíggjarárini 2020-2024. 3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at koyrandi verður gjøgnum Gøtudalstunnilin? Viðmerking: Undanfarna samgonga setti í fíggjarlógini fyri 2019 tvær mió. av til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn fyri at leiða ferðsluna úr økinum norðanfyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin. Nú árið veruliga er farið at halla, er áhugavert at kenna støðulýsingina av verkætlanini “Gøtudalstunnil” – ikki minst, tí dagurin nærkast, til koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin, og vestari armur verður upplagda alternativið til alla ferðslu úr økinum og til økið norðanfyri Gøtueiði, og kemur harvið at lætta munandi um ferðslusundurbýtið í Eysturoy. Ein annar fyrimunur við Eysturoyartunlinum er, at hann bindur landið betri saman – eitt nú økið norðanfyri Gøtueiði, Norðureysturoy, Norðurstreymoy og vesturøkið, har m.a. flogvøllur Føroya liggur. Farleiðin fer at bøta munandi um allan flutning, ikki minst vinnuflutning, sum í dag skal koyra um Gøtueiði, sum vegatekniskt á fleiri støðum hevur eitt hall, sum er størri enn tilmælt, eins og vegurin liggur høgt. Hetta er mangan ein meinbogi, t.d í hálku. Nú tað eydnaðist undanfarnu samgongu at seta verkætlanina á breddan, og tí fleiri røddir hava umrøtt tann týdning og ta nyttu, Gøtudalstunnilin fer at hava, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 30. desember 2019 Hanna Jensen -- 1 of 1 --
Atkvøðugreiðslur (0)
Ongar atkvøðugreiðslur skrásettar
Orðaskifti (0)
Einki orðaskifti skrásett