52-038/2019
Arbeiðsháttin hjá Kringvarpi Føroya og møguligar avleiðingar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. jan. 2020 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
038.19 Svar fra J. av Rana til J.E. Poulsen - arbeidshattin hja kvf og moguligar avleidingar.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagfesting: 29. desember 2019 Tygara ref.: Máltal.: 19/00017-36 Svar upp á fyrispurning nr. 38/2019 frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um arbeiðsháttin hjá Kringvarpi Føroya og møguligar avleiðingar, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Fer landsstýrismaðurin at áleggja kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna um “Huawei-málið”? 2. Hvørjar avleiðingar fær tann hátturin, sum upptøkan er gjørd uppá, fyri KvF? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at KvF ikki frameftir miðlar upplýsingar, sum kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda? Svar Ad 1. Sambært § 3 í kringvarpslógini er Kringvarp Føroya sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Í § 4 er ásett, at landsstýrismaðurin tilnevnir 7 stýrislimir, og sbrt. § 5 er stýrið ovasta leiðsla á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Stýrið setir og loysir úr starvi kringvarpsstjóran. Landsstýrismaðurin hevur tí onga heimild at geva stjóranum í Kringvarpi Føroya tænastuboð um virksemið á stovninum. Í mun til Kringvarp Føroya sum stovn er tað sostatt upp til stýrið og stjóran at meta um, hvørt nakað óregluligt er farið fram, eins og um og á hvønn hátt hetta eigur at verða kannað. Ad 2. Er nakað óregluligt farið fram í sambandi við “háttin, sum upptøkurnar eru gjørdar uppá” finnast reglur í revsilógini og løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, ið viðvíkja tí. Hesar reglur eru undir málsræðinum hjá ávíkavist løgregluni/ákæruvaldinum og Fjølmiðlanevndini. Í síðsta enda vildi tað tí verði dómsvaldið, ið tók støðu til møguligar rættarligar avleiðingar. Ad 3. Kringvarp Føroya er sum sagt sjálvstøðugur almennur stovnur, sum við lóg er skipaður soleiðis, at hann skal virka óheftur av politisku skipanini. -- 1 of 2 -- U T T A N R Í K I S - O G ME N T A MÁ L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 5-7 • Postrúm 3279 • FO-110 Tórshavn +298 30 65 00 • ummr@ummr.fo • www.ummr.fo Eitt og hvørt inntriv, sum eg sum landsstýrismaður kundi framt hesum viðvíkjandi, hevði sostatt ikki verið sambæriligt við skipanina, ið Føroya Løgting hevur samtykt fyri stovnin. Stýrið og stjórin fyri Kringvarp Føroya hava ábyrgdina av at tryggja, at stovnurin virkar í samljóði við lógir landsins, eins og við fjølmiðlaetisku reglurnar. Sum landsstýrismaður, ið varðar av Kringvarpi Føroya, eigi eg – við virðing fyri lógini, ið skipar økið, og fyri grundlógartryggjaðu frælsisrættindunum – at kunn líta á, at stjórin fyri Kringvarp Føroya, stýrið fyri Kringvarp Føroya, Fjølmiðlanevndin og løgreglan og ákæruvaldið røkja tær skyldur, tey hvørt í sínum lagi eru sett til at røkja. Svíkja hesi uppgávu sína, havi eg møguleika fyri at gera broytingar í stýrinum, um eg meti, at tað kann bøta skaðan. Vinarliga Jenis av Rana landsstýrismaður -- 2 of 2 --
038.19 Spurningur til J. av Rana fra J.E. Poulsen - arbeidshattin hja kvf og moguligar avleidingar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 27. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Jóhan Eli Poulsen Nr. 38/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um arbeiðsháttin hjá Kringvarpi Føroya og møguligar avleiðingar, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS §52a) 1. Fer landsstýrismaðurin at áleggja kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkuna um “Huawei-málið”? 2. Hvørjar avleiðingar fær tann hátturin, sum upptøkan er gjørd uppá, fyri KvF? 3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at KvF ikki frameftir miðlar upplýsingar, sum kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda? Viðmerkingar: Nú um dagarnar hevur nógv fokus verið rundan um sokallaða “Huawei-málið”, har KvF hevur víst á eina upptøku, sum teir av órøttum hava gjørt, og síðani fingið fútabann fyri at miðla. Bert KvF hevði hesa upptøku. Av ókendum grundum er hon endurgivin í danska blaðnum BT um dagarnar, hóast fútabann er sett fyri at brúka hana. At almenna kringvarpið soleiðis avlurtar trúnaðar samrøður og almannakunnger tær er landi og fólki til bága, tí tað kann seta landið í ringt ljós og seta stór virðir í váða. Spurningurin, ið stingur seg upp, er eisini, um fólk kunnu hava álit á KvF, tá ið tey arbeiða á slíkan hátt. Kringvarpsstjórin hevur sagt alment, at KvF ikki hevur útflýggjað upptøkurnar. Tað kann ljóða løgið, tí bert KvF hevði upptøkuna. Á Løgtingi, 16. desember 2019 Jóhan Eli Poulsen -- 1 of 1 --