← Løgtingsmál

52-037/2019

Fund við kinesisku sendistovuna

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
037.19 Svar fra logmann til B. Lowe - fundur vid kinesiska sendimannin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
-- 1 of 1 --
037.19 Spurningur til logmann fra B. Lowe - fundur vid kinesiska sendimannin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 11. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 37/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um fund við kinesisku sendistovuna, settur løgmanni (at svara skrivliga eftir
TS § 52a)
1. Hví var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fundinum við kinesisku sendistovuna í november?
2. Hví var landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki á fundinum?
3. Hevur landsstýrið/løgmansskrivstovan ella onnur aðalráð ráðført seg ella samskift við danska
uttanríkismálaráðið í sambandi við fundin og nógv umrødda fútabannið?
4. Um svarið til spurning 3 er ja, hvør var so tilráðingin hjá danska uttanríkismálaráðnum?
Viðmerkingar:
Nógv hevur verið tosað og gitt seinastu vikurnar um nógv umrøddu fundirnar, ið løgmaður og
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava havt við kinesisku sendistovuna.
Hvat tosað hevur verið um á fundunum er ógreitt, men kortini er tað áhugavert, at
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur lut á fundinum, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum
ikki var á fundinum, sambært tí, ið er komið fram í miðlunum.
Á Løgtingi, 10. desember 2019
Beinta Løwe Jacobsen

-- 1 of 1 --