← Løgtingsmál

52-036/2019

Dagpeningatíðarskeið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
036.19. Svar fra E.M. Gunnleygsdottur til E. Joensen - dagpeningalogin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
Erhard Joensen
løgtingsmaður Nr. 36/2019
Svar uppá fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um dagpeningatíðarskeið, settur landsstýrismanninum í almannamálum,
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Spurningurin var soljóðandi:
Ætlar landsstýrismaðurin at broyta ásetingarnar í lógini um dagpening soleiðis at tíðarskeiðið, ið
sjúklingar kunnu móttaka dagpening, í serligum førum ( í sambandi við drúgva sjúkraviðgerð),
kann leingjast út um núverandi 40 vikurnar?
Svar
At dagpeningur vegna sjúku kann veitast í mesta lagi í 9 mánaðir kann, sum Erhard Joensen,
løgtingsmaður, vísir á, vera ein smeitur fyri løntakarar, sum blíva álvarsliga sjúkir. Umframt at hava
sjúkuna at dragast við, kann fíggjarliga grundarlagið verða tikið undan familjuni. Og hetta kann
aftur hava við sær aðrar sálarligar og sosialar avleiðingar fyri persónin og familju hansara.
Tað eru persónar við ávísum sjúkum og persónar, sum t.d. hava verið fyri ferðsluvanlukku, har
viðgerðin er drúgv, men har tað er sannlíkt, at viðkomandi aftur kemur á arbeiðsmarknaðin. Tað er
fatanin hjá landsstýriskvinnuni, at eitt framkomið vælferðarsamfelag eigur at tryggja, at hesi ikki
detta niðurímillum.
Dagpeningur vegna sjúku er soleiðis skipaður, at ein persónur, sum verður sjúkur fær 100% av
lønarmissinum, tó í mesta lagi 80 % av lønini sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag
og Føroya arbeiðarafelag. Hægst møguliga útgjald er sostatt 4.232 kr. um vikuna, svarandi til góðar
18.300 kr. um mánaðin. Aftrat hesari upphædd skal leggjast frítíðarløn.
Eftir 9 mánaðum dettur rætturin til dagpening vegna sjúku burtur, og viðkomandi kann tá søkja um
fyribilshjálp eftir forsorgarlógini. Upphæddin, sum verður veitt eftir forsorgarlógini, er treytað av
aldri, uppihaldsskyldu o.ø., men upphæddin er altíð lægri enn hægsta útgjald eftir dagpeningalógini.
Er talan um t.d. ein persón við børnum, sum er sambúgvandi (býr saman við øðrum vaksnum
persóni), er uppihaldshjálpin uml. 12.800 kr., sum er 5.500 kr. lægri enn hægsta útgjald sambært
dagpeningalógini.
Harumframt er ein treyt fyri yvirhøvur at móttaka uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini, at
viðkomandi ikki skal hava ognir av týdningi. Um viðkomandi t.d. hevur eina uppsparing, tá er
høvuðsreglan, at uppsparingin skal brúkast fyrst. Og soleiðis sum forsorgarlógin er orðað í dag,
verður atlit eisini tikið til møguliga ogn og inntøku hjá hjúnafelaga. Um hjúnafelagin t.d. hevur eina
inntøku á 25.000 kr. um mánaðin, tá lækkar forsorgarhjálpin við uml. 6.000 kr.

-- 1 of 2 --

Landsstýriskvinnan hevur longu umrøtt spurningin við umsitingina og ætlar í næstu tingsetu at
leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um dagpening vegna sjúku. Føroyska lógin um
dagpening vegna sjúku og skipanir á arbeiðsmarknaðinum við løn undir sjúku, eru í nógvum tættum
øðrvísi enn líknandi skipanir í londunum kring okkum, og tí verður ikki einans talan um at kopiera
eina útlendska skipan. Tað ber tí ikki til at siga, á hvønn hátt lógin fer at verða broytt.
Spurningurin er tó ikki enn umrøddur í landsstýrinum ella í samgonguni, og fyrsta stig er at fáa
politiska undirtøku fyri hesi týdningarmiklu sosialpolitisku raðfesting.
Tórshavn, 23. desember 2019
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
036.19. Spurningur til E.M. Gunnleygsdottur fra E. Joensen - dagpeningalogin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
Erhard Joensen
løgtingsmaður Nr. 36/2019
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um dagpeningatíðarskeið, settur landsstýrismanninum í almannamálum,
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Ætlar landsstýrismaðurin at broyta ásetingarnar í lógini um dagpening soleiðis at tíðarskeiðið, ið
sjúklingar kunnu móttaka dagpening, í serligum førum ( í sambandi við drúgva sjúkraviðgerð), kann
leingjast út um núverandi 40 vikurnar?
Viðmerkingar:
Núverandi skipan loyvir veiting upp til í mesta lagi 40 vikur, um talan er um sjúku.
Um talan er um arbeiðsskaða, ið er meldaður til Vanlukkutryggingarráðið, og sum verður
viðgjørdur eftir Arbeiðsskaðatryggingarlógini, er tó møguligt at verða i skipanini í upp til 2 ár.
Er sjúkrameldingin vegna sjúku harafturímóti longri enn omanfyrinevndu 40 vikurnar, verður
sjúklingurin fevndur av § 9 í Forsorgarlógini, sum er fyribils uppihaldspeningur. Hendan veitingin
er í løtuni væl lægri enn hægsti dagpeningur.
Umframt at vera ein persónliga sera trupul tíð fyri einstaka sjúklingin, kann hetta harumframt
gerast ein stórur fíggjarligur smeitur fyri tey, ið verða rakt.
Tað er ikki óvanligt, at viðgerðartíðin av til dømis krabbasjúkum er væl longri enn 40 vikur, og at
sjúklingurin als ikki er førur fyri at átaka sær nakað arbeiði í hesum tíðarskeiðnum.
Talan kann sostatt verða um, at ein stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá viðkomandi er
horvin í eitt langt tíðarskeið.
Hetta kann hava vanlukkuligar fíggjarligar avleiðingar fyri viðkomandi.
Danmark, ið vit annars ofta samanbera okkum við á hesum økinum, hevur eina skipan, har ein
serlig fráboðan frá serlækna um longda sjúkramelding hevur við sær, at sjúklingurin varðveitir
rættin til at móttaka sjúkradagpening í eitt longt tíðarskeið.
Á Løgtingi, 12. desember 2019
Erhard Joensen

-- 1 of 1 --