52-035/2019
At landsstýrið trýstir stórmál ígjøgnum Løgtingið hóast manglandi upplýsing og viðgerð
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
035.19. Svar fra J. Niclasen til K. Hafoss - landsstyrid trystir stormal igjognum Logtingid hoast manglandi upplysing og vidgerd.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 21. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn Telefon: + 298 35 22 00 • Telefax: + 298 35 22 01 • E-mail: FMR@FMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, 20. desember 2019 J.Nr.: 19/00459 Svar upp á fyrispurning nr. 35/2019 eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum um, at landsstýrið trýstir stórmál ígjøgnum Løgtingið hóast manglandi upplýsing og viðgerð 1. Hví skulu stórmál, so sum umfatandi broytingar í pensjón og fiskivinnu, trýstast og skundast ígjøgnum Løgtingið í desember 2019? 2. Hví er ikki møguligt hjá andstøðuumboðum í Løgtingins Fíggjarnevnd at fáa neyðugu haldførisútrokningarnar, hóast biðið er um hesar? 3. Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan og kommunurnar (býtt á kommunur) av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25? 4. Hvussu ávirka lógaruppskotini fíggjarliga haldførið komandi árini, samsvarandi tí haldførismyndli, ið hevur verið brúktur í sambandi við pensjónsnýskipanararbeiðið? Í mió. kr. og í % av BTÚ, ár 5, 10, 15, 20 og 25? 5. Kommunurnar missa við uppskotunum stórar inntøkur. Er ætlanin at veita kommunum endurgjald fyri mistu inntøkurnar? Um so er, hvussu? 6. Pensjónsnýskipanin varð samtykt í fjør við semju tvørtur um samgongu og andstøðu. Hví er ongin roynd gjørd at fáa semju um broytingar, nú umfatandi broytingar aftur verða framdar? Svar til nr. 1: Undanfarna samgonga kastaði frá sær – longu áðrenn tingið fór til hús í vár – uttan at skriva út nýval. Tey vildu sita til ólavsøku. Harvið løgdu tey eitt stórt tíðartrýst á eina komandi samgongu. Men hóast tað, so hevur sitandi samgonga klárað at arbeitt so skjótt, at nógv tað mesta er sent í hoyring, og nærum øll uppskot hava fylgt tíðarfreistini hjá Løgtinginum, soleiðis at Løgtingið hevur fingið tíð til at viðgera uppskotini. Eisini eru broytingarnar í samsvari við samgonguskjalið, og tað, sum flokkanir lovaðu áðrenn valið. Til samanberingar kann nevnast, at undanfarna samgonga, sum í 2015 var í líknandi støðu, í einari skatta- og avgjaldsøði legði nærum øll síni uppskot fram aftaná, at freistin hjá Løgtinginum var úti – og uttan at hoyringarskriv vóru løgd við – soleiðis at tingnevndir ikki fingu tíð til at upplýsa málini til fulnar. Eisini komu flestu uppskot sum tjóvur á nátt, tí tey samsvaraðu hvørki við samgonguskjalið, ella tað, sum flokkarnir høvdu lovað áðrenn valið. Svar til nr. 2: Hesin spurningurin er heilt burturvið, tí lagt verður upp til, at Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin stýra viðgerðini í Fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin viðgerð síni mál sambært Tingskipan og siðvenju, og Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin hava als ongar heimildir mótvegis fíggjarnevndini. Harumframt hevur andstøðan meirilutan í fíggjarnevndini. -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E 2/2 Svar til nr. 3-4 Landsbankin hevur – eftir áheitan frá løgtinginum – sent fíggjarnevndini hoyringarsvar við eini haldførisgreining, har greitt verður frá árliga kostnaðinum av teimum trimum uppskotinum heilt fram til 2049. Somuleiðis hevur Kommunufelagið sent fíggjarnevndini tilfar, har kostnaðurin av frádráttinum til fólkapensjónistar verður vístur fyri hvørja einstaka kommunu. Fíggjarnevndin hevur sostatt allar teir upplýsingar, sum spyrjarin eftirlýsir, og tí er tað ikki rætt, tá spyrjarin førir fram, at málið ikki er fult upplýst. Tað undrar, at spyrjarin hevur tað sjónarmið, at einans landsstýrið dugir at gera slíkar greiningar, og ikki óhefti stovnurin Landsbanki Føroya ella Kommunufelagið. Svar til nr. 5 Ætlanin er ikki at fylgja undanfarnu samgongu, ið miðvíst legðist á skattagrundarlagið hjá kommununum. Millum annað við at veita ein skattalætta til fyritíðarpensjónistar, ið kostaði kommununum 25 mió. kr., harav fyritíðarpensjónistar fingu 15 mió. kr., meðan tær írestandi 10 mió. kr. endaðu í landskassanum sum ein sparing. Tað var beinleiðis órímiligt – fyri ikki at siga ósømiligt – og sitandi landsstýrið ætlar at verða rímiligt mótvegis kommununum. At annar parturin rindar allan kostnaðin, er sjáldan rímiligt. Kostnaðurin eigur at vera hóskandi deildur. Her má havast í huga, at høvuðsendamálið við skattafrádráttinum er at minka um tvískattingina av AMEG. Tað er ongin loyna, at stóru hækkingarnar í AMEG seinnu árini – vegna tvískatting – hava økt munandi um skattainntøkurnar hjá landinum og kommununum. Eftir tí leisti, sum landsstýri hevur mælt til, verður minka um tvískattingina við einum beinleiðis skattafrádrátti, har landið og kommunurnar deila kostnaðin javnt sínámillum. Men varð AMEG hinvegin gjørdur skattafríur, vildi tað kosta kommununum meira enn landinum, tí fólkapensjónistar rinda væl meira í kommunuskatti enn í landsskatti. Soleiðis sæð er tað ikki órímiligt, at kommunurnar rinda helvtina av skattafrádráttinum. Annars vil eg gera vart við, at landsstýrið arbeiðir við fleiri uppskotum og verkætlanum, har landið og kommunurnar umskarast fíggjarliga. Har koma uttan iva broytingar, ið verða til fyrimuns fyri kommunurnar. Svar til nr. 6 Talan er ikki um nakra pensjónsnýskipan. Talan er um, at geva okkara eldru størri lut í teirri fíggjarligu framgongd, ið hevur verið seinastu árini, og at gera tað meira áhugavert hjá fólkapensjónistum at verða virknir á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er í fullum samsvari við tað, sum samgonguflokkarnir lovaðu áðrenn valið. í Tinganesi, 20. desember 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum -- 2 of 2 --
035.19. Spurningur til J. Niclasen fra K. Hafoss - landsstyrid trystir stormal igjognum Logtingid hoast manglandi upplysing og vidgerd.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 9. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Kristina Háfoss løgtingsmaður Nr. 35/2019 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um, at landsstýrið trýstir stórmál ígjøgnum Løgtingið hóast manglandi upplýsing og viðgerð, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hví skulu stórmál, so sum umfatandi broytingar í pensjón og fiskivinnu, trýstast og skundast ígjøgnum Løgtingið í desember 2019? 2. Hví er ikki møguligt hjá andstøðuumboðum í Løgtingins Fíggjarnevnd at fáa neyðugu haldførisútrokningarnar, hóast biðið er um hesar? 3. Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan og kommunurnar (býtt á kommunur) av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25? 4. Hvussu ávirka lógaruppskotini fíggjarliga haldførið komandi árini, samsvarandi tí haldførismyndli, ið hevur verið brúktur í sambandi við pensjónsnýskipanararbeiðið? Í mió. kr. og í % av BTÚ, ár 5, 10, 15, 20 og 25? 5. Kommunurnar missa við uppskotunum stórar inntøkur. Er ætlanin at veita kommunum endurgjald fyri mistu inntøkurnar? Um so er, hvussu? 6. Pensjónsnýskipanin varð samtykt í fjør við semju tvørtur um samgongu og andstøðu. Hví er ongin roynd gjørd at fáa semju um broytingar, nú umfatandi broytingar aftur verða framdar? Viðmerkingar: Eins og í desembur 2011, tá Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin júst høvdu tikið við landsins leiðslu og trýstu forskatting, søguliga stóra pensjónsskattahækking, og flatskatt ígjøgnum, so verða aftur nú stór og sera grundleggjandi mál skundað og trýst ígjøgnum Løgtingið – uttan neyðuga viðgerð og uttan lýsing av veruligu avleiðingunum. Hesa ferð eru tað fiskivinnulóggávan og pensjónslóggávan, ið skulu skundast ígjøgnum. Tykist sum einasta endamálið er at forða fyri, at Løgtingið og almenningurin fáa neyðugu tíðina at viðgera málini. Tí hví skulu tey annars skundast ígjøgnum, uttan hoyringar, uttan neyðugar útrokningar av fíggjarligum avleiðingum, og uttan neyðugu viðgerðina í løgtingsnevndunum? Eitt av stórmálunum, ið nú skulu trýstast ígjøgnum Løgtingið, eru umfatandi broytingar í pensjónsnýskipanini. Ongin verulig viðgerð hevur verið av hesum málum. Hetta hóast talan er um eitt mál, sum grundleggjandi broytir skatta- og pensjónsviðurskifti og ávirkar allar føroyingar. Sagt verður, at leyslig meting er, at uppskotini kosta landi og kommunum 123 mió. kr. fyrsta árið, og helst kosta uppskotini fleiri 100 mió. kr. komandi árini. Men hetta er alt bert git, tí tað ber ikki til at fáa landsstýrið at gera neyðugu haldførisútrokningarnar. -- 1 of 2 -- Málið hevur heldur ikki verið til hoyring, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið, og nú málið hevur verið til viðgerð í Løgtingsins Fíggjarnevnd og Trivnaðarnevnd, hevur ikki verið møguligt at fáa neyðugu viðgerðina og neyðugu upplýsingarnar fram. Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini hava eisini biðið um hesar upplýsingar, bæði í Fíggjarnevndini og frá Fíggjarmálaráðnum, men samgonguumboðini í Fíggjarnevndini og Fíggjarmálaráðið hava ikki ynskt at koma við upplýsingunum. Løgtingið eigur altíð at taka avgerð á fult upplýstum grundarlagi. Tað er ikki møguligt í samband við pensjónsmálini, tí Løgtingið fær ikki neyðugu upplýsingarnar. Hetta er ein stórur fólkaræðisligur trupulleiki. Í eini roynd at fáa neyðugu upplýsingarnar til vega, verður hesin grein 52 fyrispurningur settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Biðið verður um, at svarið fæst, áðrenn pensjónsmálini koma til endaliga atkvøðugreiðslu í Løgtinginum. Á Løgtingi, 9. desember 2019 Kristina Háfoss -- 2 of 2 --