52-034/2019
Ábyrgd fyri heimleysum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 17. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
034.19. Svar fra E.M. Gunnleygsdottur til H. Palsdottir - abyrgd fyri heimleysum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 18. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn Tel: +298 304000 • Fax: +298 304045 • E-mail: amr@amr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 110 Tórshavn 16. desember 2019 Mál: 19/00990-2 Tygara Skriv: Viðgjørt: JAK Nr. 34/2019 Svar uppá fyrispurning nr. 34/2019 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni. Fyrispurningur um ábyrgd av heimleysum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er nøkur ætlan at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum? 2. Hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, ið eru heimleys í Føroyum? 3. Hvønn skulu heimleys venda sær til fyri at fáa ta hjálp, teimum tørvar? 4. Hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, og hvør telur við sum heimleysur? Svar Til nr. 1 Í løtuni er eingin løgtingslóg, ið ásetir, at ein ávísur myndugleiki hevur ábyrgdina av heimleysum persónum í Føroyum, og sum landsstýriskvinna í bústaðamálum havi eg ongar ítøkiligar ætlanir um at seta slíka lóg í gildi. Heldur havi eg valt at hugsavna meg um at loysa yvirskipaða bústaðatrupulleikan. Til nr. 2 Sum spyrjarin sjálv kemur inn á í spurningi sínum, er “heimloysi” eitt breitt hugtak, ið kann fevna um nógvar ymiskar støður. Tann mest álvarsama støðan er sjálvsagt hon, tá ið persónar als ikki hava nakran bústað. Hesin bólkur av persónum stríðist ofta við víðfevndar og samansettar trupulleikar, og tí er umráðandi, at vit sum samfelag geva teimum alla tað hjálp og umsorgan, sum vit hava møguleika fyri. Tíbetur hava vit fyriskipanir í Føroyum, ið gera, at persónar, sum enda í hesari støðuni, altíð hava atgongd til eitt stað at sova, eta og vaska sær. -- 1 of 2 -- ALMANNAM ÁL ARÁÐIÐ síða 2 av 2 Herbergið, Gloria og Blákrossheimið fáa sostatt árligan stuðul á fíggjarlógini upp á 6,25 mió. kr. Heimloysi fevnir tó eisini um aðrar støður, eitt nú tá ið persónar búgva í einum ótryggum ella óhóskandi bústaði, ella hava fyribils bústað hjá familju ella vinfólki. Ábendingar eru um, at tað í dag eru persónar, ið koma undir hesa skilmarkingina, og tað er ikki nøktandi. Hevur støðan sosialar avleiðingar við sær, hevur Almannaverkið skyldu at veita hjálp, ráð og vegleiðing. Stakir uppihaldarar hava harafturat møguleika at skriva seg upp á ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum. Talan er tó bara um fyribils hýsing í upp til 1 ár, har endamálið er at geva teimum, ið lúka treytirnar fyri at koma á listan, møguleika at fáa eitt stað at búgva, meðan leitað verður eftir einum føstum bústaði. Omanfyri nevndu viðurskifti eru orsøkin til, at tað er settur ein skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkur – við breiðari umboðan úr almenna og privata geiranum – at koma við ítøkiligum uppskotum til landsstýrið um, hvørji átøk kunnu setast í verk til tess at bøta um bústaðatrupulleikan. Arbeiðsbólkurin skal lata sína frágreiðing fyrst í komandi ári, og eg vænti, at eg stutt eftir kann koma við einari ætlan fyri økið. Til nr. 3 Víst verður til nr. 2 omanfyri. Til nr. 4 Í løtuni eru eingin almenn hagtøl fyri, hvussu nógvir heimleysir persónar eru í Føroyum. Vit vita tí ikki neyvt, hvussu útbreitt heimloysið er. Hetta er galdandi fyri báðar skilmarkingarnar omanfyri – tó serliga fyri ta seinnu – og hetta er ikki nøktandi. Fyribils havi eg tó valt at raðfesta tann partin, ið snýr seg um at betra um møguleikarnar hjá øllum føroyingum at fáa ein virðiligan og hóskandi bústað, men í longdini er neyðugt at fáa betri vitan innan økið. Tí eru ætlanir um at fara undir at skipa hagtøl á økinum við støði í einum ES-standardi; hetta so at tað í framtíðini verður møguligt at føra ein meira skynsaman og málrættaðan bústaðapolitikk. Tórshavn, 18. desember 2019 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur landsstýrismaður -- 2 of 2 --
034.19. Spurningur til E.M. Gunnleygsdottur fra H. Palsdottir - abyrgd fyri heimleysum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Hervør Pálsdóttir løgtingsmaður Nr. 34/2019 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um ábyrgd av heimleysum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Er nøkur ætlan at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum? 2. Hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, ið eru heimleys í Føroyum? 3. Hvønn skulu heimleys venda sær til fyri at fáa ta hjálp, teimum tørvar? 4. Hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, og hvør telur við sum heimleysur? Viðmerkingar: Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið. Í Føroyum hava vit ikki lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni. Fleiri føroyingar uppliva, at eingin hjálp er at fáa, tá tey gerast heimleys, tí ábyrgdin ikki liggur hjá nøkrum ávísum myndugleika. Tí verður hesin fyrispurningur settur, fyri at vita, hvør hevur ta ábyrgdina, tá fólk eru vorðin heimleys. Á Løgtingi, 5. desember 2019 Hervør Pálsdóttir -- 1 of 1 --