52-033/2019
Samskifti við útlendskar myndugleikar og avgerðir um mál av stórum uttanríkispolitiskum týdningi, har eingin ráðførsla hevur verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
033.19 Svar fra B. Nielsen til H. Hoydal - Radforslur i Uttanlandsnevndini.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 33/2019 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um samskifti við útlendskar myndugleikar og avgerðir um mál av stórum uttanríkispolitiskum týdningi, har eingin ráðførsla hevur verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, nú samskifti og fundir hava verið við kinverskar og amerikanskar myndugleikar um viðurskifti av stórum uttanríkispolitiskum týdningi fyri Føroyar í sambandi við útbygging av 5G-teleneti – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? 2. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, nú landsstýrismaðurin í uttanríkismálum boðar alment frá, at avgerðir verða tiknar um Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland í hesi vikuni, ið hava stóran uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? 3. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, tá ið landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í altjóða fjølmiðlum boðar frá, at Føroyar skulu lata upp sendistovu í Jerusalem – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? 4. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, nú løgmaður boðar alment frá, at fundir og samskifti hava verið við danskar myndugleikar, og avgerðir eru tiknar um hernaðarligan radara í Føroyum – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? Svar: Til 1. Samsvarandi § 54 í Stýrisskipan Føroya ráðførir landsstýrið seg við løgtingsins uttanlandsnevnd, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanríkispolitiskan týdning. Umboð fyri landsstýrið hava við jøvnum millumbilum fundir við umboð fyri útlendskar myndugleikar, uttan at talan er um samráðingar. Hvørki landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum ella nakar annar landsstýrismaður hevur samráðst við útlendskar myndugleikar um útbygging av 5G-telenetinum, hóast umboð fyri útlendskar myndugleikar hava tikið málið upp. Leggjast kann aftrat, at tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum varðar av Føroya Tele. Til 2. Løgtingið tók fyri einum ári síðani undir við, at undanfarna landsstýri sendi íslendsku stjórnini fráboðan um uppsøgn av Hoyvíkssáttmálanum at fara úr gildi 1. januar 2020. Síðani hevur nýtt landsstýri tikið við, og fortreytirnar fyri at siga upp Hoyvíkssáttmálan eru broyttar. -- 1 of 2 -- Landsstýrið metir ikki, at verandi støða er haldgóð, og geva broyttu fortreytirnar fyri uppsøgnini orsøk til at umrøða framtíðar viðurskiftini millum londini við íslendskar myndugleikar. Áðrenn avgerð varð tikin um at leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at taka aftur uppsøgnina av Hoyvíkssáttmálanum, ráðførdi landsstýrismaðurin seg við løgtingsins uttanlandsnevnd. Landsstýrið kann tó ikki taka aftur uppsøgnina, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt uppskotið frá landsstýrinum. Til 3. Mál um at lata upp nýggja sendistovu verða fyrst viðgjørd í landsstýrinum, og hevur slíkt mál ikki verið á skránni á landsstýrisfundi hjá sitandi landsstýri. Landsstýrið hevur av somu orsøk ikki viðgjørt ella tikið avgerð um at lata upp nýggja sendistovu - hvørki í Jerusalem, ella aðrastaðni. Til 4. Ongar avgerðir eru tiknar um hernaðarligan radara í Føroyum. Spurningurin um lofteftirlit er leysliga viðgjørdur í frágreiðingini Forsvarsministeriets fremtidige opgaveløsning i Arktis frá 2016, sum umboð fyri landsstýrið vóru við til at fyrireika. Í tí sambandi er møguleikin fyri radara í Føroyum nevndur. Eftir at ein uttanveltaður granskari alment segði sína hugsan um spurningin í november í ár, boðaði danska stjórnin frá, at málið onga viðgerð hevur fingið. Landsstýrið hevur síðan gjørt greitt, at skal spurningurin um hernaðarligan radara í Føroyum viðgerast, og avgerð takast, skulu føroyskir myndugleikar vera við í tilgongdini. Landsstýrið fer sostatt at ráðføra seg við løgtingsins Uttanlandsnevnd, tá og um ein avgerð skal takast. Eg kann skoyta uppí viðvíkjandi ískoytisspurningunum, sum ganga aftur í øllum 4 spurningunum, um hvørt stýrisskipanarlógin § 54 er sett til viks: Í stýrisskipanarlógini § 54, stk. 1 er ásett, at Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Somuleiðis skal landsstýrið sbr. stk. 2 ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Eg meti ikki, at henda grein í nøkrum av hesum 4 førum er brotin. Formliga er ongin avgerð enn tikin í nøkrum av málunum. Her er talan um innleiðandi stig. Og í málunum um Hoyvíkssáttmálan hevur ráðførsla nú verið, og uppsøgnin av honum er latin Løgtinginum. Harumframt hevur løgmaður saman við landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum verið til samráð við uttanlandsnevndina um fundin millum kinverska sendiharran og føroyskar myndugleikar. Í Tinganesi, 18. desember 2019 Bárður á Steig Nielsen løgmaður -- 2 of 2 --
033.19 Spurningur til logmann fra H. Hoydal - Radforslur i Uttanlandsnevndini.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 6. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Høgni Hoydal Nr. 33/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um samskifti við útlendskar myndugleikar og avgerðir um mál av stórum uttanríkispolitiskum týdningi, har eingin ráðførsla hevur verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, nú samskifti og fundir hava verið við kinverskar og amerikanskar myndugleikar um viðurskifti av stórum uttanríkispolitiskum týdningi fyri Føroyar í sambandi við útbygging av 5G-teleneti – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? 2. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, nú landsstýrismaðurin í uttanríkismálum boðar alment frá, at avgerðir verða tiknar um Hoyvíksssáttmálan millum Føroyar og Ísland í hesi vikuni, ið hava stóran uttanríkispolitiskan týdning fyri Føroyar – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? 3. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, tá ið landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í altjóða fjølmiðlum boðar frá, at Føroyar skulu lata upp sendistovu í Jerusalem – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? 4. Hví hevur eingin ráðførsla verið í Løgtingsins Uttanlandsnevnd, nú løgmaður boðar alment frá, at fundir og samskifti hava verið við danskar myndugleikar, og avgerðir eru tiknar um hernaðarligan radara í Føroyum – og heldur løgmaður, at hetta er í samsvari við § 54 í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya? Viðmerkingar Kappingin um vald, pening og áhugamál hjá heimsins tjóðum, stórveldum og altjóða fyritøkum er farin inn í nýtt stríð. Um okkara leiðir eru bæði hernaðarlig áhugamál, búskaparlig áhugamál og vinnulig áhugamál støðugt vaksandi hjá heimsins stórveldum og stórkapitali – ikki minst í sambandi við veðurlagsbroytingar, nýggjar siglingarleiðir og náttúrutilfeingi í Norðuratlantshavi og Arktis. Danmark roynir í sínum lagi at varðveita sítt vald og síni áhugamál yvir Føroyum og Grønlandi og tvíheldur um, at tey eiga avgerðarrættin, og at føroyingar bert skulu “kunnast og takast við upp á ráð”. Tað hevur tí ongantíð verið týdningarmeiri, at Føroyar taka ábyrgdina og ræðið í egnum landi, og at vit røkja okkara egnu áhugamál í heiminum í samstarvi við heimsins tjóðir. Tí er tað við miklari undran at vit, sum eru vald at umboða Føroya fólk á Løgtingi, frætta um viðgerðina hjá landsstýrinum av málum, ið hava alstóran uttanríkispolitiskan og tjóðskaparpolitiskan týdning fyri Føroyar. Alt hetta fer fram, uttan at landsstýrið hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, sum ásett er í § 54 í Stýrisskipan Føroya. -- 1 of 2 -- Hendan áseting í lóg hevur tað greiða endamál, at tá ið ræður um áhugamálini hjá føroysku tjóðini mótvegis umheiminum, eigur alt at gerast fyri at fáa semjur og undirtøku fyri tí leið og teimum avgerðum, ið skulu takast. Í løtuni bendir alt á, at landsstýrið í fyrsta lagi letur uttanríkispolitikk Føroya og tjóðskaparpolitisku áhugamál føroyinga gerast eitt partapolitiskt spælipláss hjá einstøkum politikarum at leika sær á til persónligt uppmerksemi. Verður farið fram soleiðis, missa vit tjóðskaparpolitisku áhugamálini av hondum og gerast uppaftur størri finna í stórpolitiskum og persónligum talvum, sum ikki gagna føroysku tjóðini á nakran hátt. Tí verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi, 6. desember 2019 Høgni Hoydal -- 2 of 2 --