52-032/2019
Ferðaseðlakostnað
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
032.19 Svar fra J. Niclasen til B. Hammer - ferdasedlakostnad.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 13. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E Tinganes • Postsmoga 2039 • FO-110 Tórshavn Telefon: + 298 35 20 20 • E-mail: FMR@FMR.FO Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn J.Nr.: 19/00454-2 Svar uppá spurning nr. 32/2019 eftir § 52a í tingskipanini Spurningur frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ferðakostnað. Spurningurin er soljóðandi: 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá kostnaðinum fyri ávikavist fimm fólk í einum bili, sum ferðast gjøgnum Vágatunnilin og fimm fólk í einum bili, sum ferðast við Smyrli? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at avtaka tunnilsgjaldið fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at lækka ferðaseðlaprísirnar við oyggjaleiðum, soleiðis at teir verða á sama støði, sum ferðaseðlaprísirnir fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar? 4. Um landstýrismaðurin ætlar at avtaka tunnilsgjaldið, ætlar landstýrismaðurin so eisini at avtaka ferðaseðlaprísirnar við oyggjaleiðum? Svar: Ferðamøguleikarnir í dag eru í høvuðsheitum at ferðast við egnum bili og við Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Ferðast ein við egnum bili eru ymiskar útreiðslur knýttar at hesum. Trygging, veggjald, slit og brennievni eru partur av hesum, men talan kann t.d. eisini vera um lániútreiðslur og virðisminking. Verður koyrt gjøgnum undirsjóvartunlar, ella verður bilurin fluttur við Strandferðsluni, eru eyka kostnaðir í tí sambandi. Tá teir báðir undirsjóvartunlarnir á í alt 11 kilometrar ikki verða íroknaðir, eru sambært heimasíðuni hjá Landsverki slakir 500 kilometrar av landsvegi, har av umleið 30 kilometrar eru tunlar. Eingi gjøld verða tikin fyri ferðslu á hesum vegum og gjøgnum hesar tunlar. Íroknað verandi undirsjóvartunlar eru í dag samanlagt 19 tunlar, harav teir 17 sum sagt eru ókeypis at koyra ígjøgnum. Í løtuni er t.d. eisini ein nýggjur Hvalbiartunnil í ger, og hóast kostnaðurin fyri henda verður slakar 300 mió. kr., verður hann eisini ókeypis at koyra ígjøgnum. Til samanberingar kostaði tað 280 mió. kr. at gera Vágatunnilin, sum síðani hann lat upp hevur verið rikin sum gjaldstunnil. Siga vit, at fimm fólk – tað kann vera ein familja við 2 vaksnum og 3 børnum – ferðast við Smyrli av Tvøroyri til Havnar og aftur, er kostnaðurin kr. 225,- fyri bil við førara, kr. 80,- fyri hitt vaksna fólkið og kr. 40,- fyri hvørt barnið, um hesi eru 7-15 ár. Tilsamans gevur hetta 425 krónur fyri -- 1 of 2 -- F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E 2/2 ein túr við bili til Havnar og suðuraftur á Tvøroyri. Uttan bil hevði kostnaðurin aftur og fram verið 280 krónur. Um ein líknandi familja í Vágum skal brúka almennu flutningsleiðina til Havnar er kostnaðurin hvønn vegin 90 krónur fyri vaksin og 45 krónur fyri hvørt barnið, um hesi eru 7-15 ár. Aftur og fram gevur hetta tilsamans 630 krónur, og tað er væl at merkja uttan møguleika hjá familjuni at hava bil við. Skal familjan í Vágum til Havnar og aftur við bili, ber hetta ikki til við almennari flutningsleið. Býr familjan í Bø, eru sambært heimasíðuni hjá Landsverki umleið 106 kilometrar til Havnar og aftur til Bíggjar. Kostnaðurin fyri at koyra henda teinin kann vera ymiskur, alt eftir, hvørjum bili koyrt verður við, og her verður tí valt at seta kostnaðin til kr. 3,20 fyri kilometurin, ið svarar til endurgjald fyri koyring við egnum bili í tænastuørindum.1 Herumframt kostar tað 100 krónur at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, so tilsamans verður kostnaðurin fyri henda túrin 439 krónur. Prísirnir, ið brúktir eru omanfyri, eru bruttoprísir. Avsláttarskipanir eru galdandi fyri allar ferðamøguleikar og kunnu hesir síggjast á heimasíðunum ssl.fo og tunnil.fo Umrøðan av broytingum í ymiskum ferðslugjøldum er ikki heilt nýggj og var henda m.a. eisini frammi stóran part av undanfarna valskeiði. Almenna fatanin hevur verið, at tá ið lánini í ávikavist Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vórðu afturgoldin, skuldi gjaldið fyri at koyra ígjøgnum hesar tunlar strikast, soleiðis at tað at koyra ígjøgnum hesar báðar tunlar á tilsamans 11 kilometrar ikki skuldi vera øðrvísi enn at koyra ígjøgnum aðrar tunlar og teir sløku 500 kilometrarnar av landsvegi. Hóast lánini hjá báðum tunlum eru afturgoldin, verður tó framvegis kravt gjald fyri at koyra ígøgnum hesar, og er ætlanin tí at hyggja aftur eftir hesum. Tinganes, 13. desember 2019 Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum 1 Reglur um endurgjald fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum eru at finna á heimasíðuni hjá FMR. -- 2 of 2 --
032.19 Spurningur til J. Niclasen fra B. Hammer - ferdasedlakostnad.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 4. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Bjarni Hammer Nr. 32/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um ferðaseðlakostnað, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá kostnaðinum fyri ávikavist fimm fólk í einum bili, sum ferðast gjøgnum Vágatunnilin og fimm fólk í einum bili, sum ferðast við Smyrli? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at avtaka tunnilsgjaldið fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at lækka ferðaseðlaprísirnar við oyggjaleiðum, soleiðis at teir verða á sama støði, sum ferðaseðlaprísirnir fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar? 4. Um landstýrismaðurin ætlar at avtaka tunnilsgjaldið, ætlar landstýrismaðurin so eisini at avtaka ferðaseðlaprísirnar við oyggjaleiðum? Viðmerkingar: Í desembur mánaði 2002 varð koyrandi gjøgnum Vágatunnilin. Í apríl mánaði 2006 varð koyrandi gjøgnum Norðoyatunnilin. Skjótt verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin og um fá ár eisini Sandoyartunnilin. Samferðslukervið er nógv útbygt seinastu árini, oyggjar, býir og bygdir eru knýttar tættari saman. Men Suðuroyggin er framvegis fjarskotin, sum tann einasta av teimum størru oyggjunum. Ætlanirnar um at gera ein Suðuroyartunnil hava verið umrøddar, álit um fyrimunir og vansar er skrivað, men væntandi verður í fyrsta lagi koyrandi til Suðuroyar í 2030, um peningurin verður settur av og arbeitt verður skjótt. Tí er neyðugt við góðum sjóvegis ferðasambandi í nøkur ár afturat, sum er á støði við annan ferðakostnað í Føroyum. Landsstýrisfólk, løgtingslimir og fjølmiðlar hava seinastu tíðina umrøtt ætlanir um at avtaka tunnilsgjøldini gjøgnum undirsjóvartunlarnar. Um ætlanin er at avtaka kostnaðin fyri at ferðast gjøgnum undirsjóvartunlarnar uttan at lækka ferðaseðlakostnaðin við oyggjaleiðum samsvarandi, verður enn størri munur á ferðakostnaðinum hjá fólki kring landið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. Á Løgtingi, 4. desember 2019 Bjarni Hammer -- 1 of 1 --