← Løgtingsmál

52-031/2019

Kappingareftirlitið og kappingarstøðan í fiskivinnuni

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. des. 2019 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
031.19 Svar fra H. Abrahamsen til J. Dahl - Kappingareftirl og kappingarstodan i fiskivinnuni.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 13. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
1 / 1
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
Svar
upp á
§ 52a-fyrispurning nr. 31/2019 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi
Kappingareftirlitinum og kappingarstøðuna í fiskivinnuni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Fevna kappingarlógin, kunngerðir og arbeiðsøkið hjá Kappingareftirlitinum um vinnuliga
virksemið í fiskivinnuni? Her verður hugsað um at gera kanningar og metingar um
kappingarstøðuna í veiðiliðnum.
2. Um ja, hví verða ongar kanningar gjørdar av kappingarstøðuni í fiskivinnuni og eru ætlanir um
at gera nakrar kanningar?
3. Um nei, ætlar landsstýrismaður at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum tryggjar, at lógin og
fyrisitingarreglur eisini fevna um fiskivinnuna?
Svar:
Svarað verður undir einum:
Kappingarlógin fevnir í útgangsstøði um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til
vinnuvirksemi. Er ein kappingaravlaging ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering,
eru ásetingarnar í 2. og 3. kapitli í kappingarlógini um kappingaravlagandi avtalur og misnýtslu av
ráðandi marknaðarstøðu kortini ikki galdandi, sbrt. § 2, stk. 2. Í tílíkum førum kann kappingar-
myndugleikin mæla til at gera broytingar í viðkomandi lóggávu.
Sambært § 24a í kappingarlógini kann Kappingareftirlitið gera kanningar av vinnugreinum við tí
endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna. Kappingareftirlitið hevur tí heimild til at
gera kanningar av veiðiliðnum í fiskivinnuni.
Tá ið Kappingareftirlitið ger kanningar av vinnugreinum, er endamálið at fáa staðfest ella avvíst,
um inntriv eru neyðug til tess at stimbra kappingina.
Í fiskivinnulóggávuni eru anti-trust ásetingar, sum ein annar myndugleiki enn Kappingareftirlitið
hevur eftirlit við. Somuleiðis hevur lóggevarin politiskt valt at seta ávísar kappingaravmarkingar í
fiskivinnulóggávuna, sum eru grundaðar á onnur samfelagslig fyrilit. Av hesum orsøkum hevur
kappingarmyndugleikin ikki raðfest kanningar av føroysku fiskivinnuni. Kappingareftirlitið hevur
tó í sambandi við hoyringina av løgtingslóg um sjófeingi víst á ymisk viðurskifti, sum Kappingar-
eftirlitið metti kundu verða skipað á annan hátt.
Vísandi til tað, ið er nevnt omanfyri, og vísandi til, at fiskivinnan er skipað við serligari lóggávu,
sum eisini leggur upp fyri kappingarfyrilitinum, verður ikki mett neyðugt at broyta kappingarlógina.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 13. desember 2019
Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
031.19 Spurningur til H. Abrahamsen fra J. Dahl - Kappingareftirlitid og kappingarstodan i fiskivinnuni.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 4. des. 2019

Sjá útdrigin tekst
Johan Dahl Nr. 31/2019
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini (eftir § 52a)
Fyrispurningur um Kappingareftirlitið og kappingastøðuna í fiskivinnuni, settur
landsstýrismanninum í vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivaliga eftir TS §
52a)
1. Fevna kappingarlógin, kunngerðir og arbeiðsøkið hjá Kappingareftirlitinum um
vinnuliga virksemið í fiskivinnuni? Her verður hugsað um at gera kanningar og metingar
um kappingarstøðuna í veiðiliðnum.
2. Um ja, hví verða ongar kanningar gjørdar av kappingarstøðuni í fiskivinnuni og eru
ætlanir um at gera nakrar kanningar?
3. Um nei, ætlar landsstýrismaður at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum tryggjar, at lógin
og fyrisitingarreglur eisini fevna um fiskivinnuna?
Viðmerkingar:
Fiskivinnan er ein av okkara høvuðsvinnum, og tað er týdningarmikið at tryggja effektivitet
og produktivitet í hesari týðandi vinnugrein. Tað er eisini eitt mál at skapa vinnukarmar, sum
hava við sær stórt lønsemi og stóra virðisøking.
Til tess at tryggja at hetta hendir, hava vit eina kappingarlóg, hvørs endamál er við virknari
kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og
brúkarar. Lógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi.
Kappingareftirlitið hevur seinastu árini uppbygt eina siðvenju at kanna kappingina í ávísum
vinnugreinum og kanna fyritøkur, sum virka á føroyska marknaðinum, meðan onki fokus er á
kappingarfortreytirnar á útboðssíðuni í stórum og týðandi vinnugreinum, og á fyritøkur, sum
selja sínar vørur á útlendska marknaðinum.
Henda raðfesting av innsatsøkjum hjá Kappingareftirlitinum virkar ógvuliga løgin, serliga tá
politiski myndugleikin fremur eina útlutan av veiðiloyvum og samstundis ynskir lønsemi og
virðisøking í hesari vinnugrein. Henda skipan virkar avmarkandi upp á kappingina. Ein
týðandi partur at tryggja lønsemi og virðisøking er kapping, undir hesum skapa atgongd til
nýggjar aktørar og soleiðis skunda undir innovatión.
Sostatt átti tað at havt ein serligan áhuga fyri Kappingareftirlitið við tilhoyrandi lóggávu at
kannað júst fiskivinnuna, her veiðiliðið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 4. desember 2019
Johan Dahl

-- 1 of 1 --