52-030/2019
Eftirlitið hjá Vørn
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. des. 2019 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
030.19. Svar fra J. Vestergaard til B. Lowe - eftirlitid hja Vorn.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
FISKIMÁLARÁÐIÐ M i ni st ry of Fi s h e ri e s Y vi ri vi ð St r on d 15 • P. O. B o x 3 47 • FO -1 1 0 T ó rs h a vn • F a r oe I sl an d s T el . ( +2 9 8 ) 3 5 3 0 30 • Fa x (+ 2 98 ) 35 3 0 3 5 • f i sk@f i s k. f o • www. f i s k. f o Løgtingið Postboks 208 110 Tórshavn Stjórnarskrivstovan 14. desember 2019 Mál: 19/00656-4 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 30/2019 Svar til § 52a fyrispurning nr. 30/2019 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni Fyrispurningur um eftirlitið hjá Vørn, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er eftirlitið hjá Vørn við útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni? 2. Metir Vørn, at Vørn hevur arbeiðsorku at røkja eftirlitið til fulnar? 3. Hvussu regluliga er eftirlit við ognarskapi í fiskivinnuni? 4. Kannar Vørn, um samsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum? 5. Um Vørn kannar tað, ið spurt verður um í spurningi 4, hvat vísa kanningar hjá Vørn av hesum? Svar: Til nr. 1-3 Treytirnar fyri at virka í føroysku fiskivinnuni eru at finna í kap. 2 í lóg um fyrisiting av sjófeingi. Landsstýrismaðurin hevur lagt uppgávuna til Vørn at fyrisita. Vørn hevur tveir løgfrøðingar, sum taka sær av hesum málum. Hvørja ferð eitt nýtt felag ynskir at virka í fiskivinnuni ella broytingar fara fram í einum verandi felagi, kannar Vørn um ognarviðurskiftini eru í lagi. Hetta inniber at kanna eigarabók, stovningarskjal, viðtøkur, roknskap, lánsavtalur v.m. Vørn innheintar skjølini frá felagnum til hetta. Tryggjast skal, at avgerðarrætturin í felagnum er heimahoyrandi í Føroyum. Fyri tey verandi feløgini skal avgerðarrætturin vera í minsta lagi 2/3 føroyskur. Samstundis verða kanningar tiknar upp við regluligum millumbilum. Hetta er tó drúgt og tíðarkrevjandi arbeiði, og tað kunnu sostatt ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kannað. -- 1 of 2 -- FISKIMÁLARÁÐIÐ 2/2 Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit. Samgonguskjalið ásetir, at eftirlitið við útlendskum eigaraskapi í fiskivinnuni skal styrkjast, bæði tá talan er um avgerðarrætt og til fyribyrging av transfer pricing. Samgongan ynskir sostatt at raðfesta hetta arbeiðið. Kanningararbeiði innan eitt nú transfer pricing skal skipast innan aðrar myndugleikar enn teir, sum beinleiðis umsita fiskivinnuna. Tí fer tað at taka nakað av tíð at menna og samskipa hesa uppgávuna. Til nr. 4-5 Vørn hevur ábyrgd av at kanna, at rættindahavarar ikki fiska meir enn loyvt er. Vektarseðilin, sum kemur frá innvigaranum, verður nýttur til at staðfesta, hvussu nógv er fiskað á túrinum. Vørn kannar, um samsvar er millum veiðifráboðanir og vektarseðilin. Samstundis eru eftirlitsfólk frá Vørn regluliga til staðar og gera landkanningar. Vørn kannar ikki, hvat hendir við veiðuni aftaná, hon er landað og sostatt ikki, um samsvar er millum landað og selt. Í mun til tað, sum verður selt av landinum, so er hetta ein spurningur um útflutning, og liggur hetta uttanfyri málsøkið hjá Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið hevur tó onga ábending um, at ósamsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum. Jacob Vestergaard landsstýrismaður -- 2 of 2 --
030.19. Spurningur til J. Vestergaard fra B. Lowe - eftirlitid hja Vorn.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. des. 2019
Sjá útdrigin tekst
Beinta Løwe Jacobsen Nr. 30/2019 løgtingsmaður Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um eftirlitið hjá Vørn, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er eftirlitið hjá Vørn við útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni? 2. Metir Vørn, at Vørn hevur arbeiðsorku at røkja eftirlitið til fulnar? 3. Hvussu regluliga er eftirlit við ognarskapi í fiskivinnuni? 4. Kannar Vørn, um samsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum? 5. Um Vørn kannar tað, ið spurt verður um í spurningi 4, hvat vísa kanningar hjá Vørn av hesum? Viðmerkingar: Nú kjak hevur tikið seg upp í Íslandi viðv. framferðini hjá íslendskum reiðaríum í útheiminum, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, hvussu føroysku myndugleikarnir eru fyri til tess at gera eftirlit. Á Løgtingi 3. desember 2019 Beinta Løwe Jacobsen -- 1 of 1 --